Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Utgevari P/f Sosialurin Bústaður Argjavegur 26 Postadressa: Posts: 76 - Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Uppseting: P/f Sosialurin ! Argir A avn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jústinus Eidesgaard Prent Pif Pressan 1981 | Telefon 11820 Telefax I Fróðskapar- setrið á einum vegamóti! VIT eiga at geva Fróðskaparsetrin- um meira føroyskt innihald, enn stødan er í dag. Vit eiga í nógv størri mun at brúka henda stovn til at geva føroyingum frålæru í føroysk- um og til gransking av føroyskum vidurskiftum. Hetta eiga vit at leggja størsta dentin å og tiskil ikki brúka so nógva orku til útbúgvingar av slíkum slag, sum okkara ungu fólk kunnu nema sær í utlondum, eitt nú innan søgu, livfrødi og á ødrum økjum eisini. HETTA er avgjørda og greida nidur- stødan hjá ráðsformanninum í Meg- infelag Føroyskra Studenta, Boga Kirke. Tad var i setanarrødu síni á 30-åra haldinum hjå MFS i Keyp- mannahavn seinasta friggjadag, at útisetin segði hesi orðini. Tey endurprenta vit í Sosialinum í dag — á síðu 17. HETTA má sigast at vera áhuga- verd tala. Í hvussu so er er hetta eitt sjónarmið, sum vit eiga at geva gætur og taka við í kjakið her heima um framtíðar undirvising í Føroyum og um leiklutin hjá Fróðskaparsetr- inum á hesum gkinum. Ja, við hes- um sjónarmiði nema vit eisini við framtíðar uppgávuna hjá Setrinum sum bæði mentanar- og útbúgving- arstovni. RÁÐSFORMAÐURIN í MFS heldur, at tað er aumarkað, hvussu nógvar útbúgvingar ein lítil tjóð sum tann føroyska kann fara undir. Hann sip- ar her m.a. til tær stødisutbugving- ar, sum eru í dag og annars aðrar út- búgvingar á Setrinum og heldur, at hesar útbúgvingar áttu at verðið av- tiknar ella broyttar soleiðis, at høv- uðsdenturin varð lagdur á at geva frålæru og gransking í føroyskum viðurskiftum. Hvat viðvíkur útbúgv- ingum innan eitt nú søgu og liv- fróði, so kunnu vit eins væl taka tær í grannalondunum, men frálæru og gransking í føroyskum kunnu vit bert fáa í Føroyum — og her er Fróð- skaparsetrið karmurin. TAÐ kundi verið áhugavert at vitað, hvat setursfólk siga til hesi sjónar- miðini og somuleiðis okkara politik- arar — og sjálvandi eisini føroyingar sum heild. Eiga vit at taka hesi orð- ini til eftirtektar og broyta verandi útbúgvingar og heldur leggja alla á- herðslu á tað føroyska ella eiga vit at varðveita verandi skipan! EINGIn ivi skal vera um, at tað bara kann vera rætt her heima at gera meira burtur úr tí føroyska — okk- ara egna. Aðrastaðni verður tað so ikki gjørt. Spurningurin er hvussu. Her kann m.a. nevnast, at tað hevur verið frammi av og á at skipa fyri undirvising av tíðindafólki her í Før- oyum. Mett verður av summum, at føroyska málið og føroysk viður- skifti eru so týdningarmikil í út- búgvingini av framtíðar føroyskum journalistum, at tað er burturvið at senda fólkini til Árhus ella fyri tað til aðrar norðurlendskar býir at út- búgva seg. Onnur vísa á, at sjálvt tað journalistiska handverkið eigur at vera grundarlagið undir eini tílík- ari útbúgving, og til tess at fáa nóg góða útbúgving í hesum er neyðugt at fara av landinum, tí vit hava ikki tey neyðugu fólkini og fyritreytirnar annars fyri at geva hesa undirvísing í Føroyum. VIT hava tikið hetta fram sum eitt dómi um, hvat sjónarmiðini kolli- dera, har tað ødrumegin tykist vera skilagott at hava eina útbúgving í Føroyum, og har tað hinu megin tykist meira skilagott at útbúgva seg í einum av grannalondunum. FRÓÐSKAPARSETRIÐ er ein sera týðandi stovnur fyri land og fólk okkara. Hann eigur at verða varð- veittur og útbygdur so hvert vit hava peningin til tað. Eingin ivi eig- ur at vera um tað. Men tað má eisini vera eitt krav, at hesin stovnur er livandi og mennandi: at hann roynir at liva upp til tey krøv, sum íkki bara vit, men ikki minst komandi ættarlið fara at seta til hansara. At hann ikki gerst fastgrógvin í gaml- ari vanahugsan. Júst tí eru sjónar- miðini hjá formanninum í MFS á- hugaverd og eiga so avgjørt at vera grundarlag undir einum neyðugum kjaki um framtíðina hjá Fróðskapar- setrinum og annars undirvísing á hægri stødi sum heild. VIT vilja tí fegin gera okkara til at fáa gongd á eitt tílíkt orðaskifti og skuldi rødan hjá Boga Kirke i Keyp- mannahavn verið eitt grundarlag undir einum slíkum orðaskifti. VIT skulu tí vísa til greinina á síðu 17. Hutningsvegir Sum rímiligt er hevur foroyingurin altíð verið á- hugaður í flutningsskip- anum, og fá ting kunnu øsa so nógv á politiska vígvellinum sum tunnlar, vegir og havnir. Hetta hevur eisini merkt fíggjar- lógir gjøgnum árini, og framhaldandi fer stórur partur av okkara fíggjar- orku til at gera vegir, betra vegir, berghol osfr. Innanoyggja hevur flutningsmynstrið broytt seg soleiðis, at sjóvegis sambandið er stytt niður í tað minst meguliga fyri stersta partin av landin- um, og í staðin hava vit fingið gott landvegis sam- band til flestu pláss. Yvir- skriftin av útbyggingini tykist at hava verið: Sjó- vegis samband so stutt sum meguligt, og land- vegis samband so góðar og breiðar farleiðis sum gjørligt. Hyggja vit aftur i tidina hevur mangan verid tog- ast aftur og fram, um tað nå var klókt at gera ein tunnil, t.d. til Hvalbiar, til Hvannasunds. Spått varð m.a., at tå nú hetta góða sambandið kom, $lutti alt fólkið burtur, og hetta vóru heilt burturspiltir pengar osfr., osfr. Gongdin hevur víst nakað annað. Vóru hesi samband ikki, vóru tær bygdirnar, sum fingu tey, aldeilis ikki við í tí fer- oyska samfelagnum og vóru als ikki í somu steðu, sum tær eru í dag. Tær hevdu ikki havt vinnuvil- kor, og lívsvilkorini hjá fólkunum hevdu ikki verið til staðar. Hyggja vit at uttan- landssambandinum hevur ikki verið tann sami út- viklingur sum innan- oyggja i Feroyum. Ein bundin farleið ella ruta út- eftir er ikki annað at rokna enn sum ein góður vegur til útheimin. Henda vega- føring hevur verið tann sama nú í 40—50 ár, um ikki longur. Vit hava siglt til Skandinavia, eitt sindur til Onglands, og nakað til Europa. Har- afturat hava tey felog, ið hava siglt uttanlands, havt eina rættiliga stóra innanoyggja ferðslu, hóast vit fyri langt síðani hava eitt veganet og eina Strandferðslu, sum sakt- ans kundi nøkta tervin á innanoyggja flutningi. Sum vit hevuðsvegum innanoyggja, tá hesir skuldu gerast, hava eisini verið brótingar um flutn- ingsvegir úteftir. Vit minnast sjeytiárini, tá vit fingu eitt nýval uppá okkara farleiðir úteftir. So hart gekk tað fyri seg tá. Eingin tosaði um málið við flutninginum, eingin tosaði um at fáa góðar far- leiðir. Nei, alt druknaði í bardaganum um, um tað skuldi vera alment ella pri- vat, sum skuldi reka rut- una. Tann privati parturin vann, og upp gjøgnum 80- ini hevur hann so fingið loyvi til at menna seg. Ein pinkulítil avleggari av tí alment byrjaðu sam- ferðslu varð eftir, og hesin avleggarin vaks seg so til at blíva Smyril Line og tað Thomas Arabo landsstýrismaður, skrivar virki, sum har rundan um er. So hetta var ein góður avleggari. Hin feløgini, sum fingu frið at virka eftir teirra egna hevdi og vóru so sera privatir, hava brúkt 80-ini til at siglt við somu am- boðum, somu farleiðir, meðan aðrir hava útbygt sítt flutningsnet rundan um okkum við nútímans amboðum. Vit kunnu sam- meta tað við, at aðrir í dag koyra eftir góðum, breið- um, asfalteraðum vegum til útlandið, meðan vit enn tessa runt í okkara hesta- vognum á moldvegum. Nú herfyri fór Star Shipping á húsagang, og vísir tað seg, at lands- kassin í hesum superpri- vata felagi misti 40 mió. tíðini, og tå nú ein av kr., sum eru farnar í stuðli = stjórunum í flutningsfe- til at halda hetta ótíðar- legunum hjá okkum byrj- hóskandi samband við ar at ilskast inn á tað líka. samband, sum tað Farið er farið, og veru- leikin er ikki at sleppa undan. Livast skal fram- eftir, og vit hava terv í dag fyri einum góðum flutningsneti. Veruleikin er, at um tey feroysku flutningsfeløgini ikki nú taka sær um reiggj alt tað tey orka aí' fáa ta ratio- nalisering og nútímans- gerð av flutningsvinnuni, sum lagt varð upp til fyri góðum 10 árum síðani, so fara teir á heysin og detta burtur ímillum, og orka ikki at menna seg aftur so- leiðis, at tann vinnuvegur, sum eitur farmaflutnings- vinna í Feroyum, fellur púrasta burtur. Framtíðin má so verða, at tað verða aðrir, sum fáa hesar góðu, breiðu vegir- nar til meginlandið, og vit koma at gjalda toll til aðrar fyri at fáa okkara veru fram. Hetta er óheppið — ja, skomm, og hetta eigur ikki at henda. Tí mugu iløgur gerast i nýggj amboð, og nýggjar farleiðir mugu leggjast. Hetta megna privatu skipafelogini ikki einsa- møll. Vit skulu læra av for- almenna nu letur upp vid Smyrli upp å Skotland, skal hann minnast til, at hann hevur ivaleyst at taka sær av i sinum egna felagi og syrgja fyri, at tad kemur upp at koyra. Hinvegin haldi eg ikki,a t teir privatu megna einsa- mallir at fáa nýggj tól og nýggj amboð annars til farvegin inn á meginland- ið, og tí rokni eg við, at landskassin verður noydd- ur til at fara upp í og stuðla við eini ílegu, tó treytað av, at henda iløga hevur nakað nýskapandi við sær. Nakað nýskap- andi, sum kann vera til gagns fyri tann vinnu- struktur, sum er við at taka seg upp í landinum. Onkur kann kanska siga: Lat teir nú klára seg, teir hava »døllad« tingini burtur i øllum 80-unum, men eg haldi ikki, at tað er rætt at hugsa á handa hátt. Eg haldi tað er rætt, at vit geva eina hond har, og síðan kunnu teir vísa, um teir megna at útvikla sína flutningsskipan á sama hátt sum »avleggar- Framhald á síðu 11