Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-- på pr på Nr. 48 — 10. mars 1992 SS 1 S0Sialurin Síða 7 Nytt felag skal keypa ognirnar hjå Pf. Polarfrost VikRan þá + + Storur áhugi Fundurin, sum Jåkup Jo- ensen og adrir høvdu kallað saman til í matarhøllini å flakavirkinum i Vågi kl. 15 leygardagin, fekk sera góða undirtøku. Matarhøllin var stúgv- andi full av fólki, ið vildu hava vitan um keypið av virkinum og teimum trim- um ísfiskatrolarunum, og fólki, ið vilja seta pengar í hetta nýggja felagið. Sum Sosialurin greiddi frá í blaðnum leygardagin, var ætlanin at stovna eitt felag, hvør endamál var at keypa og reka ognirnar hjá Pí. Psolarfrost. Ognirnar, talan er um, er flakavirkið og teir tríggir trolararnir, Akraborg, Vágborg og Nesborg. I sambandi við fundin var eitt bræv sent út til fleiri vágbingar, har teir vóru bodnir við á kunn- andi fundin á virkinum, umframt at seta pengar í felagið, so tað kundi fáa nóg nógvan eginpening til vega, so keyp kundi fáast í lag. Samstundis varð í bræv- inum sagt frá, at ætlanin í fyrsta umfari var at fáa til vega í minsta lagi tvær milliónir í A-partapeningi í pørtum frå 50.000 krónum og uppeftir - og síðani nakað tað sama í B- partapeningi, ið var frá 50.000 krónum og niður- eftur. Ov stutt skotbrá Men sum skilst, vóru tey flestu samd um, at skotbråid at fáa peningin til vega áðrenn 12. mars, var í stytra lagi, so nú verður helst miðað ímóti at fáa partapeningin kláran áðrenn 19. mars í staðin. Á sjálvum fundinum var tað bert Jákup Joensen, ið hevði orðið, Framhald á síðu 9 Jákup Joensen var einasti, ið tók orðið á fundinum í Vági leyg- ardagin um stovnan av felag at keypa og reka ognirnar hjá PF. Polarfrost - flakavirkid og teir triggjar trolararnar. Men Jåkup vil bert vera stigtakari — ikki SLJÓFI. Mynd: Rógvi Johansen Uni innsettur í Vestmanna Við gudstænastuna í Vest- manna kirkju sunnudagin varð 35 ára gamli Uni Næs úr Havn innsettur sum nýggjur sóknarprestur í Vestmanna. Uni Næs varð prestlærdur í 1986. Í 1987 starvaðist hann sum prestur við Vesturkirkj- una, og hevur hann annars starvast sum skrivari í KFUM í Havn. Tað var dómprósturin Petur Martin Rasmussen, ið innsetti Una Næs í em- bæti, ið umfatar Vest- manna og Vágar — helvt um helvt. Við endan á prædiku síni sunnudagin nam Uni Næs við komandi tíðina í embætinum, og ynskti og vónaði hann, at samstarv- ið við kirkjuráð, kirkju- tænarar og kirkjufólk fór at vera gott. Í næstum verður eisini nýggjur prestur innsettur í Sjóvar prestagjaldi. Tað er Jógvan Johansen, ið er ættaður av Strondum, men sum í løtuni er prestur á Viðareiði, ið skal verða nýggjur prestur har. hj. Nýggi vestmannapresturin Uni Næs heilsar kirkjufólkinum eftir innsetingargudstænast- una sunnudagin. Mynd: Jens Kristian Vang Hilmar Jan Hansen skrivar VIKAN, ID FOR var sum heild ikki nakað útyvir tað vanliga — burtursæð frá veðrinum. Umsíður batnaði veðrið, og tað kendist næstan løgid, at ein heil vika kundi ganga við vælsignilsi frá Peturi Skeel, uttan at nakað hús rapaði av vindi og óveðri. Tó so — einki er tað nakað at skemta við, at fólk missa hús og heim, ið tey fíggjarliga hava bundið seg fyri langt út um tað, tey kanska eru før fyri at gjaldrøkja í hesum so sera trongu tíðum, tá um pengar ræður. ALLA FARNU VIKU vóru fleiri av okkara ráðandi politikarum á norðurlandaráðsfundi. Og saman við teimum eisini fulltrúar og annað slíkt úr Tinganesi. Nú hevur ein sjálvur onkuntíð verið við til okkurt av hesum norðurlendska fundarínum, og ikki kann sigast annað, enn at talan er um hugnalig 'kom-sammen”. Men harfrá og so at leggja ein ævintýrliga stóran týdning í tað virðið, slíkir fundir skulu hava, man vera i so nógv at gera av. Ikki eru altíð so týðandi mál á skránni, og meira enn nakað annað tykist norður- landaráð og norðurlendskt samstarv sum heild vera meira ein sjálvsstuðulsfelagsskapur, har norðurlond Skulu sannføra hvørt annað um, at tey ikki eru verri enn onnur. Og slíkt politiskt virksemi átti ikki at kravt so nógv av okkara landsstýri, at tað lá at kalla ómanna, meðan norðurlandaráðsfundur var ÍMEÐAN GJØRDUST VÁGBINGAR alt meira og meira fjáltursstungnir og ivingarsamir: Eiga okur nú nakran góðan, ella hvussu... Har suðuri hevur alt ligið lamið, síðani flakavirkið læt aftur og skipini vórðu løgd, og tað tykist ikki at hava havt stórvegis ávirkan á politikararnar. Ikki fyrrenn nú tykjast summir av politikarunum at rakna við, og nú kunnu teir næstan spara sær, tí ikki sær mætari út, enn at fólkið í Vági sjálvt reisir seg og loysir trupulleikarnar — hóast hart fyrispentir frammanundan vilja vágbingar keypa virk- ið og skipini aftur fyri at varðveita tey í Vági og fáa gongd á aftur arbeiðið. Tvær tær fyrstu vikurnar var bítandi tøgn tað einasta allir suduroyarpolitikararnir høvdu at bjóða vágbingum, so kanska kundi hent, at vágbingar fara at svara aftur vid tøgn, næstu ferð pol- itikararnir vilja hoyra frá veljarum sínum, so teir kunnu sleppa at sita aftur í djúpu tingsessunum! Annars kann ein ikki annað enn ynskja vágbingum góða eydnu við at keypa ognirnar hjá Pf. Polarfrost aftur, tí fara tær av plássinum, skapar tað alt annað enn bjørt útlit fyri framtíðina, og tað kann eingin njóta gott av. Í HINUM ENDANUM á Suðuroynni hendi meira í farnu vikuni. Tvøroyrar Bóltfelag sýndi sum elsta fót- bóltsfelag í Føroyum og næstelsta í kongaríkinum dirvi og læt seg ikki hótta av fótbóltssambandinum í sambandi við undirskriving av tvey ára sponsorsátt- mála við oljufelagið Statoil. Tað, sum í hesum máli er "stridens æble”, eru tvey ella trý oyru, ið TB skal fáa av hvørjum seldum bensinlitri. Hetta heldur leiðslan í fótbóltssambandinum vera ovboðið, og sigur seg ikki kunna taka undir við, at fótbóltsspælarar nú beinleiðis vera brúktir sum sølumenn fyri eina fyritøku, ið ann- ars heilt tilvildarliga er eitt oljufelag, eins og høvuds- sponsorurin hjá fótbóltslandsliðnum. Men hesum eru TB'arar ikki samdir við fótbóltssambandið um, og tí varð såumåli undirskrivaður við Statoil fríggjadagin. KÍ skuldi eisini havt undirskrivað ein líknandi sátt- mála hósdagin, men tordi ikki, eftir at fótbóltssam- bandsleiðslan hevði gjørt sína stóðu kunnuga. Tí hava føroyameistararnir úr Klaksvík enn ongan sponsor. Um málið fer at fáa fylgjur fyri TB, ið hevur skrivað undir, ella KÍ, um KÍ skrivar undir, er ikki greitt, men hóttanir hava verið frammi um tað. At koyra TB úr landskappingini sum eina fødingardagsgåvu til 100 ára gamla felagið, aftur fyri at:tað vil sleppa at ráða sær sjålvum, er ikki serliga håskiligt. Men hvussu í allari víðu verð skal tað vera, tá fótbóltssambandið ikki heldur ein 100 ára gamlan vera myndugan...