Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 „Mr. 48 — 10. mars 1992 Kyndil slapp fram um VÍF — men... Ikki eru allar ?* sudur syftar Meðan vestmenningar hava ein — helst — lættan dyst eftir, skal Kyndil í síðsta dyst- inum móta Neistanum, ið bert hevur latið Kyndli eitt stig frá sær higartil í ár VÍF-Kyndil 16-22 (6-11) VIF: Ingi Olsen 11, Hjalmar Klein Olsen 2, R gvi Nielsen Í, Sjúrður Holm Í, Jóan 3 Pauli Olsen 1 (2 åvaringar, 2 ulvisingar) Kyndil: Jónleif Sól Indreas sf Hansen 5, Dia Midjor: ísker 8, 3, Petur Petersen 2 Michael Viderø Í, Hallur Stórá Í ; hn Egholm 1, Kári Nielsen 1 (2 ávaringar, 5 út visingar) Minnist til: Fin skal ikki skoda hundin å hår- unum! Eitt gamalt og rættiliga vælkent ordatak, men kortini ikki so vælkent, at vestmenningar dugdu at tulka tað til fulnar. Hóast Samson gamli misti megina, tá hann læt hárið falla, so var ikki tað sama galdandi við manningini hjá Kyndli. Í hvussu er tóktist Kyndil at hava fingið nýggja megi við stuttum hári. Gentan hjá Jónleif, Karin, hevði kutað at kalla alt hárið av Jónleif, Michael, Peturi, Dia, Andreasi og Sophus, so onkur næstan hevði hug at halda hetta vera ein rockarabanda, ið var kom- in á vitjan. Hesir saman við hinum vístu fulla styrki, og tað var ikki tað, vestmenning- ar høvdu roknað við. Teir megnaðu bert at halda kyndlamonnunum í okkurt um eitt korter, so sluppu gestirnir úr Havnini leysir, og tað við lít. Try ella fýra mistøk kostaðu nógv Fyrsta korterið hendi ikki tað heilt stóra, hóast VÍF tóktist vísa meira og vera betri fyri. Men hetta skuldi ikki vísa seg at skula vera drúgv hugsan, ti eini trý ella fýra mistøk á rað kostaðu vestmenn- ingum sigurin eftir bert lítlari løtu. VIF misti bólt- in nakrar ferðir til Kyndil, ” og so var Kyndil brådliga frammanfyri 7-3. At Kyndil so lættliga* kom fram um VIF, mundi ikki minst koma óvart á kyndlamenninar, men hó- ast tað megnaðu teir at halda høvdid kalt og syrgja fyri, ongantíð minkaði. Og tá liðini fóru til hålvleiks- stedgin við støduni 6-11, vóru sjålvt teir mest róligu vestmenningarnir óróligir fyri, hvat úrslitið fór at verða. Í fyrra hálvleiki hevði Kyndil mansuppdekking av Inga Olsen. Jónleif Sól- sker var á honum alla tíð- ina, men Ingi vann øll tey avgerandi førini, og slapp fleiri ferðir leysur — hóast yvirfrakkan. Í fleiri fórum vóru tað hinir á VIF-liðn- um, ið fóru út í Jónleif og órógvaðu hann, kundi sleppa leysur, og í flestu fórum gav hetta eis- ini mál av sær. Hinir livdu ikki upp til undangongumannin Men av ti at VÍF-liðið annars ikki livdi upp til tad, Ingi sum undan- gongumadur legdi upp til, fekst ikki annað burturúr, enn tað, hann sjálvur fekk Kom og dansa við mær". — Nei, einki var talan um nakran ser- liga dans, men stríð ——— —— fyri lívinum um FM- heitið. Mynd: Hilmar Jan at munurin. so Ingi“ avrikað. Eitt nú byrjaðu vestmenningar ikki fyrrenn seint í seinna hálvleiki at senda Jóan Paula bóltar, so hann kundi fara inn úr spískum, og ti fekk hann bert tað eina málið. Hjá Kyndli skal Jónleif sjálvandi ikki bert fáa rís fyri leysu uppdekkingina av Inga, ið annars í fleiri fórum tóktist avtalað, ti tað kom næstan ikki fyri, at fylgt var við Inga inn, tá hann endiliga slapp leys- ur. Í hinum endanum var Jón- leif uttan síðustykki, og átta ferðir bankaði hann bóltin í netið hjá Kristini, ið hóast einstakar sera góðar bjargingar ikki stóð sín lívs dyst. Jónleif brendi at kalla einki, og var ósvikaliga effektivur í avslutningunum. At VIF ikki skifti Krist- in út — í hvussu er nakrar ferðir — við tann unga og evnaríka Bárð Nielsen, var ófatiligt, tá hugsað verður um, hvussu lætt nógv fór inn í eitt nú pørtum av seinna hálvleiki. Avgerandi munurin Tað, ið tó mundi vera avgerandi munurin á lið- unum báðum, var Andreas F. Hansen, ið alla tíðina upptók tveir verjuspælarar hjá VIF. Og fleiri ferðir slapp hann eisini leysur av teimum, og at hann sum strikuspælari er uttan síðu- stykki, prógvaði hann til fulnar leygardagin. Við honum á aftur liðnum, er Kyndil nógv betri fyri enn fyrr í ár, og kann tað somuleiðis koma at hava avgerandi týdning í síðsta dystinum, ið verður móti Neistanum leygardagin. Tann dysturin kemur at vera endaliga avgerandi fy. hvor verður føroya- meistari í ár. Um Kyndil vinnur tann dystin, er FM- heitið víst, hóast VÍF all- arhelst basir hoyvíkingum í Vestmanna. Men eingin kann siga við vissu, hvussu har verður, tí í ár hevur Neistin bert givið Kyndli tað eina stigið, og hóast >geisturin< kanska er farin fyri tað mesta hjá Neistanum, er m.a. vert at leggja til merkis at á liðn- um er ein sera vælspæl- andi Kári Mortensen, ið ein góðan dag kann skjóta Tað er ikki altíð, at tað er tann, ið liggur niðastur, ið er taparin. Her hevur Andreas F. Hansen úr Kyndli skotið eitt av sínum fimm málum móti VÍF. Mynd: Hilmar Jan Kyndil í senk og á tann hátt tryggja bygdarmonn- um sínum FM-heitið. Men hvussu har verður, noyðast vit at bíða eftir til leygardagin, tá høllin á Hálsi Givad verður stúgv- andi full av entusiastiskum viðhaldsfólkum hjá bæði Kyndli og Neistanum, og — hvør veit — vestmenn- ingum, id hendan dagin halda vid Neistanum! hj. Søkt verður eftir 4 fólkum at vac cinera fisk — skjótast til ber. Pf. NÝPÁ SMOLT 178 Norðradalur - TIf. 17679