mikudagur 11. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyritaksstjåri
Åbyrgdarbiadstjori: Jan Møller
Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: P/f Sosialurin | Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent P/f Pressan 1981 | Telefon
|
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax 14720
Hvat ætlar EF!
TAÐ eru herð orð, sum formaðurin í
Føroya Havbunadarfelag í hesum
døgum brúkar um atburðin hjá EF
móti føroysku alivinnuni. Hann sig-
ur í skrivi til landsstýrið, at EF í veru-
leikanum vil beina fyri føroysku ali-
vinnuni. So einfalt er tað. Orsgkin
er tann, at EF íkki skilir millum
norskan og føroyskan alilaks. Hava
norðmenn forbrotið seg við at selja
fyri undirprís, so merkir hetta, at
føroyingar eisini gera tað. Nakað
soleiðis sigst tað at hanga saman.
Og nú hongur so hóttanin yvir okk-
um, at EF fer at seta revsitiltøk i
verk móti Noregi við 22% í eykatolli
á allan alifisk. Og her hendir so júst
tað sama: at vandi er fyri, at sami
revsitollur verður lagdur á føroysk-
an alifisk eisini.
HETTA er einki minni enn ein van-
lukka fyri alivinnuna, og verður álv-
ara gjørt av hóttanunum frá EF, so
kunnu allir føroyskir alarar pakka
saman alt fyri eitt. Vit missa hundr-
aðtals arbeiðspláss og meira enn
eina hálva milliard í útflutningi. Hav-
búnaðarfelagið heitir tí inniliga á
landsstýrið um at gera nakað við
málið.
FYRRAPARTIN í gjár vidgjørdi
landsstýrið so málið og avgjørt varð
at mótmæla hjá EF og annars at fáa
samráðingar um hesar álvarsspurn-
ingar. Tað kennist eitt sindur logið,
at vit júst skulu hava gjørt eina
góða avtalu við EF í sátt og semju,
og teir so nú so stutt eftir skulu
vera úti eftir at beina fyri okkara ali-
vinnu. Hetta kann íkki sigast at
vera í tráð við tann samarbeiðs-
anda, sum annars er feldur niður í
verandi fríhandilsavtalu.
SO her má okkurt gerast. Spurning-
urin er um tað er nokk at faxa mót-
mæli til Bruxelles. Var tað ikki upp á
tíðina, at løgmaður sjálvur fór til
Bruxelles at viðgera henda spurn-
ingin og møguliga eisini kannaði
møguleikan at seta fólk til at ar-
beiða fyri føroyskum áhugamálum i
EF. Vit hava ein serkgnan í føroysk-
um viðurskiftum arbeiðandi i
danska uttanríkismálaráðnum. Eis-
ini hann átti at verið við til at kann-
að, um tað hevði verið rætt at havt
okkara egna mann í Bruxelles. Er
t.d. meguleiki fyri at vit onkurs-
vegna kundu verið partur av
donsku sendinevndini t.d. og harvið
spart útreiðsíur til fyrisiting o.l.
Hava vit kanska íkki eisini møgu-
leikar at brúka danska ekspertisu í
størri mun osfr.
TAÐ hevur fleiri ferðir verið frammi
ynski um at fáa sett fólk í Bruxelles.
Enn er so einki hent í tí málinum. Tá
føroysk blaðfólk vóru á tíðindaferð í
Bruxelles fyri tveimum árum síðani,
setti blaðmaðurin á Sosialinum leið-
aranum á donsku umboðsstovuni
har spurningin um føroyskan um-
Tíðindaskriv frá Líkningarráð Feroya
boðsmann í Bruxelles. Svarið, vit
fingu var, at tað kann gerast sera
kostnaðarmikið at hava fólk á stað-
num, tí hetta krevur skrivstovuhøli,
fyrisiting, bústað o.l. So hansara
meting var rættiliga ivasom. Men
spurningurin um at fáa onkran
lobbyist at arbeiða fyri foroyskum
áhugamálum er so nakað annað.
Spurningurin er tá bert í hvussu
stóran mun tað ber til at hava t.d.
fólk á donsku umboðsstovuni, sum
er limur í EF, at arbeiða fyri Føroy-
um!
OKKURT kundi so verið gjørt, so vit
fyribyrgdu slik mistøk sum hetta
við royndunum at beina fyri før-
oyskari alivinnu. her áttu vit fyri
langari tíð síðani at gjørt eitt åvist
lobbyarbeiði, t.v.s. at føroyskir
myndugleikar kundu verið kunnaðir
um, hvat var í umbúnað, soleiðis at
vit tá alt fyri eitt kundu vent okkum
til rætta viðkomandi í EF.
TAÐ er eingin loyna, at vit liggja
rættiliga fjarskotnir, tá talan er um
at hava beinleiðis samband við okk-
ara størsta marknað, EF. Nakað
kann ordnast pr. telefon og fax,
men tað ræður um at hava so tætt
samband við kundarnar og markn-
aðarlondini sum gjørligt. Vit eru so í
tí støðu, at Danmark er limur í EF og
vit ikki. Hetta skerjir okkum tí viss-
ar møguleikar at troyta danska eks-
pertisu og fyrisiting. Men spurning-
urin er um ikki vit eiga at kanna
urrindað í seinasta lagi 1.
okt. árið eftir.
tað
Men
hetta betur og finna fram til eina
ella aðra loysn, soleiðis at okkara
áhugamál i EF eisini verða røkt og
umsitin á staðnum. Kann hetta ger-
ast í samarbeiði við danir og gjøgn-
um okkara serkgnu hjálp í danska
uttanríkismálaráðnum, so eigur tað
at verða kannað.
TAÐ er rættiliga avmarkad, hvat vit
hava ráð til at hava av fólki úti í
heimi at arbeiða fyri okkara áhuga-
málum. Men tað er einki dulsmál, at
hetta at vit ikki sjálvi hava havt væl
skúlað fólk til at rekja ávísar upp-
gávur, hevur kostað okkum nógv.
Takið bara tær mongu reklamatión-
irnar. Hvussu mangar ferðir munnu
vit ikki vera snýttir av fremmand-
um keyparum, sum fyri at fáa prísin
niður, hava skyldað uppá reklama-
tiónir og hvussu ofta munnu vit ikki
bara blankt hava góðtikið tær, tí vit
ikki høvdu fólk úti at tjekka hesar
reklamatiónir hvgrja ferð! Hetta er
so bara eitt.
MEN nú vit vónandi fáa útbúgvið
fólk á fiskivinnugkinum og á gðrum
økjum við, so skuldi verið møgu-
leiki fyri í framtíðini at komið longur
út til okkara kundar og keyparar og
harvið fingið eitt meira persónligt
og álitiskent samstarv, ið báðir part-
ar kundu fingið gagn av. Her verður
m.a. hugsað um at finna teir réttu
kundarnar og lata teimum tær réttu
vørurnar.
taleftirlønarskipan = ella
eini danskari eftirlønar-
nýggja í skipan við stigvísari (leyp-
Kapitalútgjalding av
donskum eftirlønarskipanum
Viðurskiftini viðvíkjandi
kapitalútgjalding av eftir-
lenarskipanum eru ikki
vidgjørd í tvískattasátt-
málanum millum Feroyar
og Danmark. Hetta kundi
fera við sær fyri 1. januar
1990, at persónur við full-
ari skattskyldu til Feroya,
sum fekk útgoldið eina
danska kapitaleftirlon ella
segði upp í úrtíð eina
danska eftirlenarskipan
við stigvísari (leypandi)
útgjalding ella eina luta
(ratu-)eftirlenarskipan,
kundi koma at gjalda av-
gjald bæði í Danmark
sambært donsku lógini
um eftirlenarskipan (>pen-
sionsbeskatningsloven«)
og i Føroyum sambært
føroysku lógini um rentu-
trygging.
Ein persónur við fullari
skattskyldu til Feroyar,
sum í úrtíð segði úr gildi
eina danska eftirlønar-
skipan, skuldi og skal
framvegis samb. donsku
lógini um eftirlønarskip-
anir gjalda danska ríkis-
kassanum 70% í avgjaldi.
Tó verða 10% endurgoldin
í seinasta lagi 1. okt. árið
eftir. Sambært føroysku
lógini var avgjaldið 35%.
So greitt er, at sera lítið
var eftir av eini danskari
eftirlønarskipan, sum
varð søgd upp i urtid.
Ti hevur ynski verið
frammi frá feroyskari síðu
um at fáa broyting í, so-
leiðis at sleppast kundi
undan dupultavgjaldi og
at Feroyar fingu lut í
danska avgjaldinum í
mun til tað áramál, sum
tann avgjaldsskyldugi
hevur havt fulla skatt-
skyldu til Feroyar, ti hesi
árini hevur tann avgjalds-
skyldugi smb. feroysku
lógini um rentutrygging
havt rætt til at draga frá í
skattskyldugu innteku
sín inngjeld til danska
eftirlønarskipan. Tað hev-
ur tí verið hildið órímu-
ligt, at Feroyar ikki fingu
lut í tí avgjaldi, sum
danska lógin um eftirløn-
arskipan ásetti, tá ein slík
donsk eftirlenarskipan
varð segd upp í úrtíð.
Í 1986 í samband at
danski skattamálaráð-
harrini Ísi Foighel var á
vitjan í Feroyum, varð
málið tikið upp til viðgerð-
ar. Hann gav tá lyfti um,
at hann vildi ganga við til
at leggja fram eitt upp-
skot um at broyta donsku
lógina um eftirlønarskip-
anir soleidis, at eitt byti
kundi fara fram millum
Føroyar og Danmark av
avgjaldinum soleidis, at
tann parturin av avgjald-
inu, sum tillutast Føroy-
um, skuldi vera i mun til
tað ella tey tíðarskeið við-
komandi eigari av eini
danskari eftirlenarskipan
hevði búð i Føroyum.
Treytin fyri at Feroyar
kunnu fáa lut í avgjaldin-
um er full skattskylda til
Føroyar, tá avgjaid skal
latast.
Broyting í donsku
lógini um
eftirlgnarskipan
Í januar 1990 varð broyt-
ingaruppskot til lóg um
eftirlønarskipan (»pen-
sionsbeskatningslov«)
lagt fram i fólkatinginum,
og i mai 1990 var uppskot-
ið endaliga viðtikið (við
gildi frá 1. jan. 1990).
Eftir hesum verður enn
sum fyrr avgjaldið uppá
70% tikið; 10% verða end-
donsku lógini er, at av-
gjaldið verður flutt lands-
kassanum í tann mun,
sum viðkomandi eigari av
eftirlønarskipanini hevur
búð í Foroyum. Hevur eig-
arin av eftirlønarskipanini
soleidis bud øll årini, sum
hann hevur havt eftirløn-
arskipanina, i Føroyum,
verður alt avgjaldið flutt
landskassanum. = Hevur
eigarin búð helvtina av
tíðini í Føroyum og hina
helvtina av tíðini, sum
skipanin hevur verið, í
Danmark, verður helvtin
av avgjaldinum flutt
landskassanum.
Broyting í føroysku
rentutrygginar-
lógini
Fyri at fáa samsvar á hes-
um økinum millum
donsku lógina um eftirløn-
arskipan og føroysku lóg-
ina um rentutrygging, er
tann føroyska lógin um
rentutrygging
eisini
broytt.
Avgjaldið uppá 35% eft-
ir føroysku lógini er nú
ikki galdandi fyri útgjald-
ing av eini danskari kapi-
andi) útgjalding ella eini
luta(ratu-)eftirlenarskip-
an.
Við hesari broyting er
dupultskatting av eftir-
lenarskipan, sum ein per-
sónur fult skattskyldugur
til Feroyar hevur í Dan-
mark, avtikin.
Ein onnur broyting í
rentutryggingarlógini er
tann, at endaliga avgjald-
ið av donskum eftirlønar-
skipanum, sum verða
sagdar upp í úrtíð, er 40%.
T.v.s. at munurin millum
danska avgjaldið, sum
verður flutt til Feroya, og
hesi 40%ini verður endur-
goldin tí avgjaldsskyld-
uga. Hesi 40%ini eru í
mun til tað ella tey tíðar-
skeið, sum tann avgjalds-
skyldugi hevur havt fulla
skattskyldu til Føroyar.
Légarbroytingar i
donsku og føroysku lógini
á hesum øki eru greiðar,
men tíverri hevur gingið
striltið við tí umsitingar-
liga. Tó, nú kann sigast
somikið, at tað sær út til,
at tey mál, sum líkningar-
ráðið vegna nakrar eftir-
Framhald á síðu 9