Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tiðindablaðið Vit vitja barnagarðin á Viðareiði: "Hvi kann hann faa sukurmola?" Eisini barnagarðurin á Viðareiði merkir, at ar- beiðsmóguleikarnir eru versnaðir og tíðirnar eru trongar fíggjarliga: onkur hevur tikið børn úr barnagarðinum, og fleiri ganga nú hálva heldur enn fulla tíð. Viðareiði er ein av smáu bygdunum, sum hevur fingið dagstovn ul børn síðstu árini. Tað var i 1987 at tos tók seg upp um eitt slíkt tiltak, og í 1990 lat barnagarðurin upp Tad er kjallarin í miss- tónshúsinum, sum er inn- rættaður til hetta enda- málið. Barnagarðurin leigar hølini har, men er annars óheftur av miss tónshúsinum. Hendan dagin, vit komu har, var fridarligt. Nøkur børn, 10 bert eru fyrrapart, vóru farin heim, tey smæstu svóvu og ein bólkur var í Klaksvík og vitjaði Fleiri hálva tíð Sostatt var eisini laga manni at tosa við Paulu Lange, 10 er leiðari í barnagarðinum. Paula greiðir frá, at eins og alla aðrastaðni í samfelagn- um, so merkir eisini barnagarðurin, at tíðirnar eru trongar tíggjarliga. Á Viðareiði eru fleiri enn 40 børn, ið eru undir skulaaldur. Men í løtuni eru bert 20, sum ganga í barnagarðinum. Tíggju teirra eru bert hálva tíð. Eini seks, sjey ecru So smá, at ley sova ein part av tidini. Hetta kemur fyri ein stóran part av, at arbeiðs- og inntøkuvidurskiftini hjá fólki eru broytt, sig- ur Paula, ið fortelur, at onkur hevur ukið børn úr barnagarðinum, meðan fleiri lata teirra børn ganga hálvan heldur enn heilan dag. Ein pengaspurningur Hon heldur, at tað hevði verið best fyri barnagarð- in, at børnini eru har fulla tíð. Men vit noyðast at ganga við ul hálva tid, ti fleiri foreldur vildu óiv- að umhugsað at tikið børnini heilt úr barna- garðinum, skuldu tey velja ímillum fulla tíð ella einki, sigur Paula iti eitt av børnunum kemur inn, peikar á fotografin og spyr, hví >hann< kann fáa sukurmola, tá tey ikki kunna! Starvsfølid í barna- garðinum er minkað við einum fólki, nú barna- talið er minkað. Tvey «+ ul + Í GRU fólk arbeiða fulla tid, tey eru Paula sjálv og ein annar útbúgvin pedagog- ur, og tvey arbeiða hálva I so knapt merkja væl, Nr. 50 — 12. mars 1992 Elinora Sørensen er kom- in aftur úr Klaksvík og lesur søgu fyri børnunum, ið lurta spent okkum vantar eitt fólk. men tað nyttar einki at gremja seg. Vit hava ikki ráð ul meira, og ti skulu vit klára okkum við hes- um fólkinum, sigur Paula. Barnagarðurin á Viðar- eiði hevur havt opið frá klokkan hálvgum sjey á morgni ul hålvgum seks á kvøldi, men sparikniv- urin hevur klipt eitt korter av í hvørjum enda. - Hetta er neyðugt, men óheppið, ti tað er ov knapt hjá foreldrum, sum eru liðug at arbeiða í Klaksvík klokkan fimm, sigur Paula. 1ad ræður um at vera nærlagin, so fer alt at liggja á sínum rætta plássi ul endans. Ytst vinstrumegin gongur 11 ára gamla Frida við einum av teimum smáu. Tað er einki óvanligt, at eldru børnini vitja barnagarðin aftur á veg ir ell úr SKG FJ