Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 13 mars 1992. Krevja frågreiding um húsið Løgtingsgrannskodararnir heita á landsstýrið um at geva eina frágreiðing um húsakeypið hjá almennu grunnunum. Teir halda eisini, at alt ov lítið samband millum grunnarnar Í samband við granns- koðanina av almennum roknskapum hava løgtings- grannskoðararnir latið tinginum álit um Menning- argrunnin. Teir hava grannskoðað roknskapirnar fyri árini frá 1985 til 91. Í sínum áliti vísa teir millum annað á, at grunn- urin hevur mist 225 milli- ónir frá 1986 til 1991, og teir átala, at mannagongdin í samband við viðgerð av umsóknum, innanvirkis- eftirlit, debitorrgkt, risiko- meting 0.ø. hevur ikki verið nóg væl skipað. Kanna húsið Fyri ngkrum árum síðani keyptu ymiskir lands- grunnar ein bygning við Hoyvíksvegin í Havn. Eftir umbygging kostaði byg- ningurin 60 milliónir. Menningargrunnurin eigur ein triðing í hesum byg- ningi. Nú vilja løgtingsgrann- skoðararnir hava eina frá- greiðing frá landsstýrinum um, hvussu keyp, um- bygging og fígging av bygninginum er farin fram. Ov lítil samvinna Løgtingsgrannskodararni r halda, at virksemið hjá Menningargrunninum, og samvinnan við Ídnaðar- grunnin, Búskaparráðið, Menningarstovuna og landsstýrið hevur ikki verið nóg væl skipað øll Nú vilja løgtingsgrann- skoðararnir vita nærri um bygningin við Hoyvíksvegin, sum Menningargrunnurin eigur ein triðing av. Húsini kosta, sum tey standa, 60 milliónir. Mynd: Kalmar árini. Hetta er annars neyðugt fyri at fremja ein skynsaman stuðuls- og åtlånspolitikk, siga teir. tór.- Førovingar EF-soldátar Í jóðveldisflokkurin óttast fyri, at Føroyskur uttanríkispolitikkur ikki longur verður stýrdur av dónum - men av EF Ijóðveldisflokkurin vil hava løgtingi0 at velja eina fimm-mannanevnd at kanna ríkisrættarligu av- leiðingarnar, ið standast av teirra følkaatkvødu, sum verður í Danmark 2. juni í ar. Flokkurin visir å, at spurningurin er hjå Dan- mark, at lata ein stóran part av valdi av egnum viðurskiftum frá sær, og leggja avgerðarrættin undir EF. Hvussu verður so við okkum,- spyr Tjóðveldis- flokkurin. Flokkurin sigur, at tad er ikki óhugsandi, at millum annað spurningurin um undirgrund okkara fram- yvir skal avgerast av EF, og somuleiðis ber Tjóð- veldisflokkurin ótta fyri. at føroytingar skulu gera hertænastu í sameinda EF herinum. Víst verður á, at Føreoyar vóru ikki eftir spurdar í samband við NATO-sáttmálan í 1952. Tjóðveldisflokkurin vísir á tað løgmaður segði um undirgrundarspurningin í seinastu løgmansrødu. Tá boðaði løgmaður frá, at landsstýrið fór at lýsa veruligu stóðu Føroya í nýggjari sjálvstýrislóg, nú so nógv hendir stýris- skipanarliga í Europa. Men hesum ótolnast flokkurin eftir, og heldur, at spónur er enn ikki settur í greytin. -Tá einki frættist frá landsstýrinum eigur løg- tingid at taka um endan, og skipa fyri at útvega kunnandi tilfar, um tey vandamál, ið standast Før- oya vegna av donsku fólkaatkvgðuni, áðrenn hon fer fram. tór.- Tjóðveldisflokkurin Óttast fyri, at føroyingar kunnu koma í ta stóðu, at skulu trampa í EF- stúvlum Av ti at Havbúnaðarfelagið ikki vil vera við til at rinda í ein endurgjaldsgrunn, má alarin nú sjálvur greiða spurningin um møguligt endurgjald við eitt nú tryggingarfelag Alarin má sjálvur greiða spurningin um endurgjald Landsstýrið vil ikki longur lata endurgjald til alivinnuna í samband við, at landsdjóralæknin gevur boð um avlíving "Endurgjald verður ikki veitt, tá fiskur, skeljadýr ella krabbadýr verða avlívað eftir boðum landsdjóra- læknans." Hetta er orðaljóðið á einum nýggjum broti, sum landsstýrið vil hava í lógina um alisjúkur. Upprunaliga ætlanin var at seta á stovn ein trygdargrunn, har vinnan og ta almenna skuldu gjaldi í. Hetta broytti Ídnaðarnevndin einaferð til ein endurgjaldsgrunn, har fíggjarliga grundarlagið bert var fíggjarlógin. Landsstýrið sigur, at roynt hevur verið at fáa vinnuna at gjalda sín part í endurgjaldsgrunnin, men hetta sýtti Havbúnaðarfelagið fyri. Tí heldur lands- stýrið seg onga orsøk hava fyri einum endurgjalds- grunni, og vil nú strika hann úr lógini. Landsstýrið skýtur tí upp, at endurgjald verður ikki veitt í samband við, at landsdjóralæknin gevur boð um avlíving. Tað verður tí framyvir alarin sjálvur, sum má greiða spurningin um endurgjald við tryggingarfelag, soleiðis, sum tað verður gjørt í ødrum londum, sigur landsstýrið. tór.- WP er eisini bilasølan HVÍ LEIGA VIT IKKI BRUKTAN BIL FRÅ WP O vi på G | pf. wenzel petersen, tif. 13873