Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 13. mars 1992 — Sida 9 Sjónvarp Føroya Fríggjadagin kl. 2055: - Gentan og pressu- fotografurin Judy Gringer, Ghita Norby og Dirch Passer Danskur filmur frá 1963 við Dirch Pass- er í hevuðsleiklutinum. Hann spælir pressufotografurin Bastian, og ger alt fyri at fáa eina mynd, hann ætlar sær. Men hann vil hava tak yvir hevdið og giftist tí við einum starvsfelaga — tó bert pro forma - við Lene (Ghita Nerby). Men Bastian veit ikki, at Lene er skotin í honum. Fríggjadagin kl. 22.30: Rúmdin The Big Bang. Hesu ferð er sendingin um >ur-eksplosións-teoriuna<. Sambært henni er Universið komið fyri uml. 20 milliardum árum síðani av eini spreing- ing, har glødandi brint varð slongt út í rúmdina... Leygardagin kl. 20.55: Upphav Føroya 3:3 Tridja sendingin er um røringar i basalt- háslættanum og um innskotin grótsleg: gongir, óreglulig innskot og syllar, upp- runa teirra, og hvussu tey taka seg út i landslagnum. Leygardagin kl. 21.20: Roysningurin Ein danskur og ein norskur havfreðingur hava í fleiri ár granskað hvussu livihátt- urin hjá roysninginum er. Í hesi sending fara vit til landnyrðingssíðuna av Gren- landi, har seks roysningar verða doyvdir, Hesin roysningurin vigar sum ein Mer- cedes við fýra monnum og radiosendari verður settur á teir. Myndamaðurin Lars Áby hevur tikið nærmyndir av teimum. Leygardagin kl. 23.00: Fjarar røddir, friðarligt lív Enskur filmur frá 1988. Ein skakandi mynd av eini familju, har pápin hevur einaræði og fer harðliga fram. Men tey hava framvegis lívsvónina. Filmurin er óhóskandi fyri bern. Sunnudagin kl. 17.00: Gullregn Nanna Søndergaard Danskur filmur eftir krimisendirødini hjå Søren Kragh-Jacobsen og Anders Bodel- sen um fyra børn, sum finna eina eskju fulla av pengum i skóginum. Pengarnar taka tey heim vid sær, men skulu tey hava teir, og hvør man eiga teir? Tey eru ikki bangin fyri sjålvi at kanna málið, og tey verða ofta í vanda, men tey eru snild. Sunnudagin kl. 19.35: Manna millum Komandi heyst verður koyrandi gjøgn- um bergholið millum Kaldbaksbotn ig Oyrareingir. Oyggjarvegurin hevur mangan verið baldrutur í stormi og nógv- um kava at ferðast á. Nú fer hendan far- leið í slíkum veðri í søguna. Vit hava fylgt við kavaruddingini ein dag á Oyggjarvegnum, hava tosa við ar- beiðsmenninar um góðar og vánaligar dagar á oynni. Vit vitja eisini veðurtæn- astuna hjá Landsverkfreðinginum. Ofta var torført hjá barnakonum, ið høvdu fyri neyðini at koma á sjúkrahús, at sleppa av bygdini vegna veður. Vit hava hitt eina, sum hevði eina spennandi ferð til sjúkrahús. Mamma hennara var fyri somu lagnu. »Witness« — Marilyn Banks Sunnudagin kl. 22.50: Alvin Ailey Klæðini hjá Randy Barcelos standa ikki aftan fyri tey bestu í Broadway, tón- leikurin er tað besta innan jazz, og dans- ararnir hjá Alvin Ailey geva alt teir eiga í hesi heiðursframferslu Charlie Parker, sum er við í finaluni í New York film- og TV-festival. Bert seks dagar eftir, at Alvin Ailey var deyður tann 1.12.89, byrjaði »dansi- árið< aftur, og »tey dansadu sum ongan- tíð fyrr“, sigur Judith Jamison, sum tå varð sett í hansara pláss sum leiðari av »Alvin Ailey American Dance Theatre«. Bert 20 dagar eftir at meistarin var deyður, varð hon vald at avloysa hann, og í dag fær hon fleiri av balettum hans- ara framferdar. T.d. heilsan hansara til Charlie >The Bird< Parker, sum altíð hevði hugtikið Ailey. Alvin Ailey var sera hugtikin av Charlie Parker >The Bird< frá Kansas City. Áhugaður fyri kunnleika hansara, mátanum at gera tónleik uppá, og eisini í sorgarleiki hansara, hóast »For Bird With Love« ikki endar við sorgarleiki. >Latið okkum heiðra hetta flogvit<, segði Alvin. »For Bird With Love« Tysdagin kl. 20.30: »Vått grót og blått« — er sermerkt fyri Vårframsyningina hjå felagnum Føroysk Myndlistafólk í ár, sigur danski listaummælarin Bent Irve. Hann heldur, at listaverkini undu verið ein triðing færri í tali. Í sendingini hevur Bent Irve eisini viðmerkingar til einstek listaverk. Týsdagin kl. 21.10: Bagdad Café Marianne Sagebrecht og CCH Pounder Týskur filmur frá 1988, men segan fer fram í USA. Jasmin, ein týsk húsmóðir, kemur við kufferti sínum í góðum lag inn á caféina langt úti í oyðimerkini, og hon setir lív í gestirnar Týsdagin kl. 22.40: TV-Aktuelt: harra lækni Fleiri og fleiri danir fáa alternativa við- gerð. Ein millión hevur verið hjá náttúru- læknum, og talið veksur alsamt. Tveir triðingar siga, at tey hava fingið tað betri. Hví svíkja so mong læknarnar og teirra viðgerðarhátt? Í hesi sending hyggur Bent Henius at áhuganum hjá fólkinum fyri alterna- tivum viðgerðarhættum. Uml. 4000 heal- arar eru i Danamrk, og teir nyta ymsar vidgerdarhættir. Vit siggja fleiri av teim- um og nakrar sjúklingar, har er eisini onkur lækni, sum fær viðgerð hjá healara , og læknin, sum er farin úr starvi sínum at gerast healari. Farvæl Hósdagin kl. 21.10: Almenna hugsanin Í vár skal fólkatingið taka steðu til, um loyvi skal verða at geva passiva deyðs- hjálp — t.v.s. at lata vera við at halda fram við viðgerðini av deyðasjúkum sjúklingi. Men hvussu við aktivari deyðshjálp? Ein av luttakarunum í hesi sending heldur, at vit fara betur við hundum okkara, enn við medmenniskj- um okkara. Hundurin verður avlívaður, um hann líður óneyðuga. Hós dagin kl. 22.55: lllsinni Finskur stuttfilmur. Anders hevur ein vinmann, sum verður stungin niður av einum sigoynara. Men Anders vil ikki koma uppí, tí systir hansara er atvoldin til bardagan