leygardagur 14. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
EL.
Nr. 52 — 14. mars 1992
Eyðun Johannesen fer næsta
ár saman við ødrum góðum
fólk at
"Glataðu
seta upp sjónleikin
spælimenninir" í
Norðurlandahúsinum í Føroy-
um
Eitt tað størsta avrikið
higarul hjá Nordurlanda-
húsinum í Føroyum var at
seta upp leikin "Antigone".
Nú arbeiða við tey við eini
ætlan, sum ikki stendur
aftanfyri. Hvorki so ella so.
8. mai næsta ár verður
Norðurlandahúsið 10 ár. Tá
verða fleiri tiltøk, men tað
størsta verður framførslan
av leikinum "Glataðu
spælimenninir". Leikurin
er skrivaður út frá skald-
søguni hjá Williami Heine-
sen við sama heiti.
Tað er ikki hvøns mans
føri at seta upp henda leik,
ið verður ein stórur leikur.
Men tað er heldur ikki ein
og hvør, sum fær upp-
gávuna at seta leikin upp.
Eyðun Johannesen, sum
hevur sett fleiri stórar leikir
upp í Danmark, hevur átikið
sær uppgávuna.
Eyðun Johannesen held-
ur tað sjálvur vera sera
spennandi, ikki minst at
koma aftur til Føroya at
royna seg. Ætlanin er at fáa
teir bestu sjónleikararnar
við, og teir verða nógvir í
tali. Tað skal gerast so nógv
burturúr, at Norðurlanda-
húsið sleppur at standa sína
roynd, tá henda stóra
"symfoniin" verður fram-
førd.
Danski høvundurin Jørg-
en Ljungdahl situr nú og
leggur seinastu hond å
handritið til leikin. Leikurin
skal framførast á Århus
Teatri, fyrstu ferð 6. desem-
ber í ár. Ætlanin er eisini, at
Orslo Teater skal framføra
leikin, men tað er fyribils
útsett.
Men nú er so ætlanin, at
Hanus Andreassen skal
hava leikritið at týða til
føroyskt.
Torført at týða
Og tad er ikki nøkur einføld
uppgåva, ti málið hjá
Williami Heinesen er nakað
fyri seg. Hanus heldur tað
eisini vera misjavnt,
hvussu væl týðingarnar av
Williami til føroyskt hava
eydnast. Sumt av ti er ikki
føroyskt eftir hansara tykki.
Hanus hevur sett sær yri at
týða til so lætt mål sum
gjæørligt.
Men målid f leikinum er
ikki bara gerandismál, tað
er eisini skaldaborið og
pætiskt. Har eru sangir og
yrkingar. Tað verður tor-
ført, væntar hann.
At seta leikin upp verdur
samstarv millum fleiri
teatur og fleiri fólk, nógvur
tónleikur, og Eyðun ætlar at
nýta tónleikin, ið Fuzzie
hevur gjørt til donsku upp-
setanina.
Eyðun er ógvuliga spent-
ur uppá at fara undir arbeiði.
Søgan um glataðu spæli-
menninar hevu altid hug-
tikid hann. Tað er søgan
um, at sjålvt um alt sær
vónleyst út, so ber til kortini
av praktiskum orsøkum.
Tað er bjartskygni i
søguni, sum er so stuttligt at
fåa fram og fåa å pall.
Leikurin er mettur at
kosta 1-1,5 mió. krónur at
seta upp. Roknað verður við
norðurlendskum studningi.
Norðurlandahúsið hevur
sett sær sum mál, at minst
átta túsund fólk skulu síggja
leikin í Føroyum. Tað
skuldi borið til, heldur Jan
Kløvstad.
Norðurlandahúsið ætlar
Hanus Andreassen
krógvar ikki, at honum
ikki dámar allar før-
oysku tðingarnar av
skaldsøgunum hjá Willi-
ami Heinesen. Tað er
heldur ikki so einfalt at
týða William Heinesen,
tí málið er nakað fyri
seg. Hanus leggur dent
á, at tað skal vera lætt
mál
vonlo
5 Síða 7
eisini at bjóða sjónleik-
arfólki úr hinum Norður-
londum til Føroya at síggja
tað størsta, Føroyar kunnu
bjóða av sjónleiki.
Hálvan februar byrja tey
at arbeiða við uppsetanini,
og venjingarnar byrja stutt
aftaná. Enn er ikki avgjørt,
hverjir leikararnir verða.
randi
Myndir:
Jens Kr. Vang
Eyðun Johannesen
hevur ikki roynt seg í
Føroyum sum leikstjóri í
13-14 ár, tá hann fór
burtur sum ein annar
Orfeus
ysinum
Fyrrapartin í gjár
greiddu teir frá ætlanini
um at seta upp "Glataðu
spælimenninar" í Før-
oyum. Frá vinstru Ed-
vard Fuglø, sum hevur
átukið sær at skipa fyri
palli og klædnadraktum,
Hanus Andreassen, sum
skal týða, leikstjórin
Eyðun Johannesen og
Jan Klovstad, stjóri i
Vorðurlandahúsinum