leygardagur 14. mars 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ES TEE ILL 0
— pr Or 00
Síða 16
Sprakla nú
Nr. 52 — 14. mars 1992
Breckmann
Skulu tey arbeiðsleysu doyggja í hungri og neyð!
-Hevur nakar spælt fallit í okkara samfelag, so er tað kapitalisman og tað hálovaða
privata og fría initiativið. Privatir vinnulívsmenn hava dusað sær við almennum
stuðli og veðhaldi, fyri síðani at fara á heysin við bátum og virkjum. Tey almennu
veðhaldini mugu so gjaldast fyri skattaborgarans rokning. Og nakrir av hesum
monnum eru so frekir, at teir eftir fáum døgum stovna nýtt partafelag, fyri at keypa
somu virki ella skip aftur. Hvar hava teir tá pening frá til slíkt, eftir at skattabor g-
arin hevur goldið gildið skrivar Ingeborg Vinther, forkvinna i Føroya Arbeiðara-
Óli Breckman má hava
gloymt okkurt við vilja í
ljótu og skitnu grein síni í
Dagblaðnum 9. mars.
Eg ætli mær ikki, at svara
øllum tí orðaskvaldri hann
sum vanligt tveitir um seg
við, ið onki innihald hevur
Tad eru ikki limirnir hjá
Ingeborg, ið hava koyrt
samfelagið á heysin við sín-
Tå øli Breckmann ikki unnir teimum arbeiðsleysu eina
arbeiðsloysistrygging, kundi verið áhugavert at vita, hvat
hann kundi hugsað sær oll tey hundraðtals arbeiðsleysu
skulu liva av
hungri og neyð
um lenarkrevum. Tað kann
Ó.B. fáa prógv fyri, um
hann kannar lenarútgjald-
ingarnar tey seinastu 5-6 år-
ini fyri timalønt.
Hann kundi samstundis
kanna, hvat kapitalistarnir
hesi árini hava kostað
skattaborgarunum í effek-
- ella ætlar hann at tey skulu doyggja í
tivum landskassaveðhald-
um. Og millióna upphædd-
um í peningastovnunum, ið
teir høgu harrarnir har nú
gråta og gremja seg um at
hava mist vegna hesar
vinnulivsmenn, ið ikki hava
dugað sær hógv.
Tað fría og frælsa initia-
tivið, ið Ó.B. hálovar, hvar
er tað í dag?
Hesir menn, ið hava kost-
að okkara samfelag milliar-
da upphædd, smæðast ikki
fyri, at brúka tær súrt tjentu
skattakrónurnar hjá skatta-
borgarunum til stuðulsveit-
ingar og landskassaveðhald.
So landskassin stendur nú
sum svartiper, við allari
skuldini hjá hesum góðu
harrum. Ja, soleiðis gongur
tað fyri seg Ó.B., og hetta er
tað sokallaða fría initiativið.
felag í aftursvari til álop Ola Breckmanns á hana í Dagblaðnum herfyri.
So kanst tú oysa alt tað gor
og all tær lystir yvir okkum
sosialistar. Hevur nakar
spælt fallit í okkara samfel-
ag, so er tað kapitalisman,
og tað fyrrnevnda hálovaða
privata og fría initiativid.
Tá tú skrivar um tað al-
menna og tann hega skattin,
gloymir tú nokk við vilja, at
tín egni flokkur hevur sitið
við landsins leiðslu, og verið
við til, at leggja stein oman
á byrðu hjá tí vanliga len-
móttakaranum. Alt meðan
nakrir vinnulivsmenn hava
dusað sær við almennum
stuðli og veðhaldi, fyri síðan
at fara á heysin við bátum
og virkjum. Tey almennu
veðhaldini mugu so gjaldast
fyri skattaborgarans rokn-
ing. Og nakrir av hesum
monnunum eru so frekir, at
teir eftir fáum degum
stovna nýtt partafelag, fyri
at keypa somu virkir ella
skip aftur. Hvar hava teir tá
pening frá til slíkt, eftir at
skattaborgarin hevur goldið
gildið.
Tað hevur mangan verið
tikið til, at ein fólkafloks-
maður skal einaferð hava
sagt, at tað sum ikki kann
standa má falla. Tað hava
nokk tínar fólkaflokshetjur
gloymt alt um, tá tað ræður
um at drena úr landskassa-
num.
So tú skuldið hildið tátt,
at seta niður á fakfelagsfólk
og limir tess, tí eitt kann eg
lata teg vita O.B., at hvørki
fakfelagsleiðarar hjá teim-
um tímalentu ella limir teir-
ra hava liva av almennum
stuðli.
Fólkaflokkurin hevur so
sanniliga verið við í tí era
dansinum um gullkálvin, tit
hava ikki verið aftast, úrslit-
ið er hareftir. Alt samfelagið
er í sorli búskaparliga, eisini
tykkum fyri at takka.
Ingeborg Vinther, Føroya Arbeiðafelag: -Asocialur
hevur tú altíð verið Oli Breckmann og lagt eftir teimum,
sum hava eina ødrvisi hugsan enn tú og tínir líkar.
So kunna bæði tú, O.B.
og allir tínir menn sprakla
og takka tykkum sjálvum
fyri vánaligu støduna í sam-
felagnum.
Tá tað hevur verið talan
um, at bjarga tykkara egnu
vinnulivsmonnum, hava tit
so sanniliga ikki hugsad um
tann meiniga føroyingin, tå
hevur ikki staðið á, at fingið
hjálp úr landskassanum.
Tín flokkur var eisini við
til at stødga øllum virksemi
her i landinum, fyri bert 2-3
årum sidani, tå arbeidsloys-
ið byrjaði av álvara, og hev-
ur síðan tá staðið við og
versnað. Við leiðslu av tín-
um flokki í Landsstýrinum,
er elendigheitin bert vaksan-
di.
Tá Ó.B. ikki unnir teim-
um arbeiðsleysu eina ar-
veiðsloysistrygging, kundi
veri áhugavert at vita, hvat
hann kundi hugsa sær øll
tey hundraðtals arbeiðsleysu
skulu liva av — ella ætlar
hann at tey skulu doyggja í
hungri og neyð.
Asocialur hevug tú altíð
verið, og lagt eftir teimum,
ið eru illa fyri í samfelag-
num, og teimum sum hava
eina eðrvísi hugsan enn tú
og tínir líkar.
Tað verður ikki tann
frælslynti politikkurin hjá
Ó.B., ið fær samfelagshjól-
ini aftur at mala, tann poli-
tikkur hevur spælt fallit.
Vit fáa onki vinnulív at
bera seg, um tað bert skal
duga uppá, at slangan skal
liggja niður í landskassan.
Annars tími eg ikki at brúka
fleiri orð uppá teg Óli
Breckman, tað ert tú ikki
verdur.
Tórshaun 11. mars 1992
Ingeborg Vinther
MOTOROLA
LMR-telefonir
Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan Á 6, Tórshavn
tif. 14414 - fax. 18045
|
7
2
—
UR
He