leygardagur 14. mars 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A LN Á }
<
—————
Nr. 52 — 14. mars 1992
Síða 19
Kirkja á Nesi — Kirkja á Toftum —
Kirkja i Nes kirkjuøki —
Ein manipulering av målinum
Eri komin at sita i kirkj-
uni á Nesi eitt kveldið, ið
føstugudstænasta skal
vera.
Alt angar av friði.
Ein kennir á sær, at
staðið er heilagt. Sjálv-
sagt, tí Guds hús er vígt í
tríeinigheitsins heilaga
navni.
Men tað er ikki einans
tað, sum ger staðið hei-
lagt. Ein kann ímynda
sær, hvussu forfedrar okk-
ara, ættarlið eftir ættlar-
lið, hava leitað á hetta
stað, alt síðan Heini Hav-
reki í 15. eld bygdi fyrstu
kirkju her sum olmussu-
kirkja, sum tekk til Gud
fyri bjarging.
Kirkjuklokkan ringir
Kirkjuklokkan byrjar at
ringja og kallar fólkið
saman til heilaga stund.
Hendan kirkjuklokka hev-
ur alt síðan 1684 trúliga
kallað kirkjuliðið saman,
og tað er, sum ein kann
hoyra hana kalla >Komið!
Komið! her ljóðar gleði-
bodskapurin«.
Kirkjulidid leitar inn i
kirkjuskipid. Urgan leikar
yndisligar tónar.
Deknurin lesur inn-
gangsben, soleiðis sum
gjørt hevur verið í uml.
450 ár á hesum stað.
Sálmasongurin tónar til
Frelsarans heiður.
Presturin byrjar at lesa
og fiskimannafelagið fari
eg at krevja at »onkur«
fær skil á hesu, so fiski-
menn ikki longur skulu
svíða fyri hesi grovu
maktmisnýtslu. Tað má
hóast alt enn í hesum
landi vera onkur myndug-
tingslóg:
henda
leiðis:
fyri } ár.
Skjal 3.
um formannin.
- L 7 gtin Á slóg
um broyting lýgtingslóg nr. 72, 22,
mn avrok
december 1951, um ning og lønjavn-.
25. juni 19
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings
staðfestir og kunnger løgmadur hesa løg-
$ 1.
$ 6, 2. stk. í løgtingslég nr. 72,
22, desember 1951, um avrokning og løn-
Javningargrunn fiskimanna, soleiðis sum
grein er broytt víð lggtingslóg
nr. 18, 29. marts 1952, verður orðað so-
At stýra grunninum verður sett 5-
mannanevnd, har Føroya landsstýri velur
| ein, ið er formaður, Føroya Fiskimanna-
felag og Suðuroyar Fiskimannafelag í
felag tveir, Føroya skipara- og navigatør
felag, Føroya maskinistfelag og Føroya
motorpassarafelag f felag ein og Føroya
reiðarafelag ein. Valini eru galdandi
8 ða
Henda lóg kemur Í gildi beinan vegir
Tórshavn, 26. januar 1956.
K. Djurhuus,
Håkon Djurhuus.
Fiskivinnuumsitingin hevur eisini tikid nevndina
i lønjavningargrunninum av rædi. Sum tad sæst
av hesi lóg er tað nevndin, sum stýrir lenjavning-
argrunninum, og landsstýrið er umboðað gjegn-
Tí hava hverki John Petersen ella Kjartan Hoy-
dal nakra heimild at leggja seg út í umsitingina
hjá lenjavningargrunninum.
leiki, sum kann áseta
hvussu viðurskiftini skulu
skipast her á landi.
Um ikki annað má løg-
tingið fáa fastsligið hver
ið er hægsta vald.
Óli Jacobsen
úr pínslusegu várs Harra
Jesus Krist. >Og tá ið teir
hevdu sungið lovsongin,
fór Jesus, sum hann var
vanur, yvir um lekin
Kedron út til Oljufjallid«.
Hugsi ikki at hesin lekur
hevði verið kendur, um
hann ikki var við í pínslu-
seguni. Somuleiðis heldur
ikki urtagarðurin Getse-
mane. Heldur ikki heygg-
urin Golgata, um hetta
ikki vóru varðar, sum
reistir vórðu á líðingarferð
Frelsarans. Tí eru hetta
heiløg stød í gleðiboðskap-
inum, og eingin í kristin-
heitini kundi hugsað sær
at broytt hetta.
Vit eru aftur stedd í Nes
kirkju. Kirkjuliðið reisist.
Prestur lýsir signingina.
Tað er, sum Guds dýrd
fyllir alt uttan um okkum,
og fyllir hjartað, sum er
tempul Guds, har Andi
Guds býr.
Henda fylling av Guds
dýr verður uppaftur
sterri, tá ein hugsarum
forfedrarnar, sum einaferð
hava staðið her, og tikið
móti signing Harrans,
men nú liggja uttan fyri
kirkjubygningin, undir
grønu torvu og bíða eftir
uppreisnardegnum.
Vit hugsa eisini um Fer-
oya gamla próstasæti í
heili 215 ár og prestar
hava búð í onnur 235 ár.
Vit gleðast eisini um, at
fyri bert 8 árum síðan
varð bygdur nýggjur
prestagarður.
Jú, her er ein slík heilag
synd, sum neyvan eigur
sín líka á Feroya landi.
Men kirkjan sigst at
vera ov lítil — tó kundi ein
ynskt, at tað oftari var
trengri í kirkjuni, enn tað
er.
Tað hevur tí verið ar-
beitt við fyrireikingum til
bygging av nýggjari
kirkju.
Arbeitt í mong ár
Tó at arbeitt hevur verið
við málinum í mong ár, so
er eingin vidtøka gjørd í
kirkjuráðnum fyri Nes
kirkju fyrr enn 28. nov.
1980, tá 6 av 7 kirkjuráðs-
limum samtykkja at
byggja nýggja kirkju á
kirkjuhjallagum, sum er
einar 100 metrar oman
fyri Nes kirkju. Hetta
hevði verið tann full-
komna eindin fyri kirkju-
staðið.
Ein gomul kirkja. Ein
nýggj kirkja.
Ein gamal presta-
garður. Ein nýggjur
prestagarður.
Ein gamal kirkjugarður.
Ein nýggjur kirkjugarður.
Í mær er eingin ivi um,
at sum frá líður fara øll at
ásanna, at hetta var ein-
asta rætta loysnin.
Í 1982 velur kirkjuráðið
eina trímanna byggi-
nevnd at fyrireika bygg-
ing av nýggjari kirkju.
Hetta var rætt, tí spurn-
ingurin, hvar kirkjan
skuldi byggjast, var av-
greiddur.
Kirkjuskatturin til
nýggja kirkju
Í 1983 samtykkir kirkju-
ráðið, eftir tilráðing frá
bygginevndini, at kirkju-
skattur skal álíknast, og
at hesin óskerdur verður
lagdur í grunn til bygging
av nýggjari kirkju. Hetta
skuldi eisini verið greitt, tí
spurningurin viðv. nær
kirkjan skuldi byggjast,
var avgreiddur. Tí er
henda vidtøkan bundin at
viðtekuni frá 28. nov.
1980. Eisini varð pening-
ur savnaður inn við basari
í 1984. Eisini her stóð við-
tekan frá 1980 við.
Tað má tí vera ein stór-
ur spurningur, um ikki
tann peningur, sum inn er
komin við kirkjuskatti,
basari og rentum, er bund-
in til viðtekuna frá frá 28.
nov. 1980.
Hevði nú bygginevndin
farið til verka og fyri-
reikað bygging av nýggj-
ari kirkju eftir teimum
vidtøkum, sum gjerdar
vóru, so høvdu vit longu
nú havt sitið í nýggjari
kirkju í eini 3 ár.
skuldi ikki
Men so
verða, tí nú fer byggi-
nevndin at arbeiða við
spurninginum um plaser-
ing av kirkjuni, nakað,
sum hon ikki var vald til.
Hetta ferdi við sær, at
málið gjerdist sera tor-
fort.
Tað gingu tí heili tvey
valskeið, hvar einki hendi.
Men í 1989 kom nýtt
kirkjuráð, sum nú var
víðkað til 8 limir.
Nú hendir tað, at 4 —
einans fýra — av 8 kirkju-
ráðslimum samtykkja at
byggja nýggja kirkju á
Heygunum, sum teir kalla
tað, men staðið er ikki á
Heygunum, men í Djúpa-
dali, sum staðið eitur.
Uttan at koma nærri inn
á gongdina í málinum,
sum nógv kundi verið
sagt um, so má eg átala
tað, sum sagt og skrivað
er um kirkjumálið á Nesi.
Óbótaligan skaða
Tíðum verður sagt »nyggj
kirkja á Nesi, >á eðrum
stað“, „nýggj kirkja á
Toftum< og upp aftur
aðrastaðni „nýggj kirkja í
Nes prestaøki«. Tað skal
tí her sigast heilt greitt, at
tað, sum ætlanin er at
gera, er at leggja kirkju-
staðið í Nesi oyðið, at
flyta Nes kirkju av tí elli-
gamla kirkjuøki, og grava
hana niður í eitt stórt hol,
sum gjert er í Djúpadali.
At kirkjustjórn, at bisp-
ur, at dómpróstur, ja, at
vit sum kirkjulið ikki
síggja hvenn óbótaligan
skaða, hetta ferir við sær í
kirkjuliðnum, er at harm-
ast um. Tað er eins og
kirkjuliðið netrar undir tí
vandalismu, ið her verður
framd. Eingin gleði yvir,
at nú fáa vit nýggja
kirkju.
Tað kennist eins og tá
Ísraels fólk varð leitt í út-
legd í Bábel. Lovsongurin
tagnaði. Herpurnar hingu
ónýttar á vegginum. So-
leiðis skal kirkjufólkið her
ferast burtur av tí heilaga
staði og frá ellum tí, sum
goymir so ómetaliga rík
og heilag minnir.
Tað verður ofta tikið til
»goymiå seguna. Minnist
fedrarnar. Gangið í fedr-
anna fotaspor«.
Eg vil spyrja, hvør sær
fedranna fotaspor i Djåpa-
dali?
Nýggj viðgerð
Í eini frásegn frá kirkju-
ráðnum í Dimmalætting
nr. 78 frá 9. juli 1991,
verður millum annað sagt,
at >kirkjustjórnin segði
eisini nei til at byggja eina
nýggja kirkju nærhendis
av, har tann gamla er«.
Hetta er beinleiðis ósatt,
tí grundgevingin fyri, ikki
at geva hetta loyvi var, at
gamla Nes kirkja fram-
haldandi skuldi verða nýtt
til kirkjubrúk. Og tað
dugir ein og hver at
síggja, at nýta tvær kirkj-
ur, sum standa at kalla síð
um síð, er eingin meining
i
Vit eru nøkur i kirkju-
ráðnum, sum hava skotið
upp, at kirkjan selir ekið í
Djúpadali til kommununa
at disponera yvir, og so
taka kirkjuspurningin
upp til nýggja viðgerð, tí
vitæru sannferd um, at
tað, sum nú fer fram, er
vánaligasta loysn av
kirkjumálinum og kemur
at verða kirkjuliðnum til
nógv sterri skaða enn
gagn.
Ernst Hansen