týsdagur 17. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgðarbiaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Lagnudagur
í Suðurafrika
DAGURIN í dag er ein lagnudagur í Suð-
urafrika. Tilsamans 3,3 mill. hvítir veljar-
ar av einum samlaðum íbúgvaratali om-
anfyri 30 mill. skulu atkvøda um eitt
uppskot frá F.W. de Klerk forsætisráð-
harra, sum miðar fult og heilt at geva
apartheidskipanini mønustingin.
DAGURIN er helst ein tann mest avger-
andi i nyggjari sudurafrikanskari søgu.
Ti fer ein meiriluti av teimum hvítu velj-
arunum vid félkaatkvøduna i dag at
fella uppskotið hjá de Klerk, so verður
úrslitið eitt ræðuligt og blóðugt borg-
arakriggj, har bæði hvít og svørt gerast
taparar.
TAÐ var við de Klerk á odda, at vend
kom í í landinum. Fleiri av teimum ó-
hugnaligu og ómenniskjansligu apart-
heidlógunum vórðu avtiknar, fyrr bann-
aðir felagsskapir og flokkar so sum
ANC fingu loyvi at virka frítt, og so var
tað frælsishetja teirra hvítu, Nelson
Mandela, sum varð leyslatin eftir at
hava sitið í fongsli í 27 ár vegna stríð
sítt móti teirri órættvísu apartheidskip-
anini. De Klerk og Mandela fóru síðani
undir samrådingar, sum hava verið
grundarlagið undir avtøkuni av enn
fleiri apartheidlógum. Men enn er langt
frá rokkið á mál. So leingi tær næstan
30 mill. svertu og littu ikki hava at-
kvødurætt og sama rætt sum tær fáu
milliónirnar av hvítum, verða tey svertu
ikki nøgd.
DE KLERK hevur víst dirvi og skynsemi,
men hann veit, at tað er ikki nóg mikið
bara at avtaka nakrar av apartheidlóg-
unum. Hann verður noyddur til at
ganga teimum grundleggjandi krøvun-
um frá teimum svertu um m.a. atkvødu-
rætt á meti. Men hetta er eingin løtt
uppgåva, tí hann hevur mong hvít ímóti
.
sær. Fyri at kunna halda fram vid sinum
reformpolitikki tók hann herfyri tað
óvanliga stigið at útskriva fólkaatkvgðu
fyri at fáa eina álitisváttan frá teimum
hvítu at halda fram við reformpolitikk-
inum. Hetta meta fleiri var ov nasa-
djarvt av honum, tí endar félkaatkvød-
an við einum meiriluta av nei-atkvød-
um, so vendist neyvan við aftur. So er
katastrofan hend. So verður borgara-
kríggj í landinum.
TEY hvítu, sum eru ímóti politikkinum
hjá de Klerk, hoyra til tann konserva-
tiva flokkin. Hesin hevur ikki havt so
stóra undirtøku fyrr, men við fleiri lokal-
val í seinastuni hevur hann fingið stóra
undirtøku og hevur í fleiri fórum vunnið
á tjóðskaparflokkinum hjá de Klerk.
Talan er um hvít, sum als ikki vilja geva
teimum svertu nøkur rættindi — mong
teirra krevja, at tey rættindi, sum longu
- eru latin teimum svertu, verða tikin frá
teimum aftur og gomlu apartheidlógir-
nar settar í verk aftur.
UPPSKOTIÐ hjá de Klerk snýr seg ikki
um her og nú at lata teimum svertu gll
tey somu rættindi, sum tey hvítu hava.
Tað snýr seg um at geva de Klerk loyvi
til at halda fram við reformpolitikkinu,
sum so aftur miðar móti at gera eina
nýggja grundlóg. sum letur teimum
svørtu somu rættindi sum teimum
hvítu.
TEY svertu fáa neyvan atkvødurætt í
mongin. Talan er um eina tíð uppá eini 5
ár, har viðurskiftini verða lagað soleiðis,
at tey svertu so við og við fáa fleiri rætt-
indi. Við hesum verður alt vald ikki tikið
frá teimum hvítu, men tey koma so ikki
at stýra einsamøll, sum tey hava gjørt
higartil. Tað er greitt, at hóast fólkaat-
kvødan gevur de Klerk eina álitisváttan,
so eru ikki allar súðir syftar. Nógvir
spurningar verða eftir at viðgera, men
við Mandela og de Klerk meta eygleið-
arar, at tað ber til at røkka á mál fyrr ella
seinni.
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: PH Pressan 1981 Teiefon:
SPURNINGURIN er so hvat tey víð-
gongdu hvítu fara at fyritaka sær. Tað
er greitt, at tey fara at gera alt fyri at
seta kílar í hjólið og royna at fáa vátt í
reiðrið millum de Klerk og Mandela. Og
møguleikin fyri at Mandela verður
myrdur er eisini til staðar. og tað er
kanska tað ringasta, sum kann henda.
Hetta munnu mong hvít halda vera
teirra seinasta »trumfkort« — men í
veruleikanum vil avrætting av Mandela
verða ein boomerangur, sum fer at føra
til blóðugt borgarakríggj.
TAÐ er tí sera umráðandi, at hesi víð-
gongdu hvítu ikki sleppa at seta kílar í.
Tað vita vit longu frá royndum, tey hava
gjørt eitt nú vid at brúka løgregluna til
at skapa øsing millum teir størstu
svertu bólkarnar.
EITT er púra vist. Sleppa de Klerk og
Mandela ikki at arbeiða víðari við
royndunum at avtaka alla apartheid-
skipanina, so verður tað Suðurafrika,
vit kenna í dag, skjótt ein blóðugur
blettur á heimskortinum.
EISINI føroyingar fylgja spentir við
gongdini í Sudurafrika, og nú møguleiki
er at síggja hvat hendir í umheiminum
um fylgisveinasjónvarp, so fara vit
longu í dag ella í morgin at síggja og
hoyra um úrslitið av fólkaatkvoðuni.
Flestu føroyingar munnu hava and-
stygd fyri teimum órættvísu apartheid-
lógunum — men ein er, ið øll hesi sein-
astu árini hevur skírt tey svørtu ómynd-
ug og óbúgvin at hava nakra sum helst
ábyrgd — hann er okkara fólkatings-
maður Óli Breckmann. Hesin maður,
sum við sínum ekstremu meiningum
aftur og aftur hevur gjørt Føroyum og
føroyingum fyri skommum, man helst
sita fjálgt niðri i Suðurafrika og vóna, at
Bústaður:
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
hansara víðgongdu konservativu felag-
ar fara at vinna fólkaatkvgðuna. Skuldi
stavnamaðurin havt broytt støðu til
frama fyri de Klerk, so vikast ikki tann
sannroynd, at Óli Breckmann er ein
tann politikari í vesturheiminum, sum
hevur rakkað niður á tey svertu og fe-
lagsskapir teirra. Hvussu ofta hava vit
ikki lisið greinar hansara um hesar
svertu og kommunistisku ANC-dráps-
menninar! Somu menn, sum í dag sita
lið um lið við de Klerk og vilja skapa eitt
nýtt og rættvísari Suðurafrika.
TAÐ kann kanska sýnast summum løg-
ið at taka fram leiklutin hjá Óla Breck-
mann á hesum degi. Tað halda vit bara
ikki. Tí hevði hann fingið sín vilja, so sat
Mandela í dag í fongsli, ANC var fram-
vegis ein bannaður felagsskapur og all-
ar tær gomlu apartheidlógirnar vóru
framvegis í gildi. Føroyingar, sum
spentir fylgja gongdini í Suðurafrika,
eiga ikki at gloyma, at tann eini av okk-
ara fólkatingsmonnum og ein av odda-
monnunum í fólkaflokkinum í mong ár
hevur rikið miðvísa herferð móti roynd-
unum at geva teimum svertu í Suður-
afrika rættindi. Hóast henda herferð
hansara ikki hevur havt stórvegis ávirk-
an á politikkin hjá de Klerk, so hevur
hon givið føroyingum eina fullkomiliga
skeiva og vanskeplaða mynd av veru-
leikanum í Sudurafrika. Tí eiga vit at
minnast hesa fólkaflokshetju henda
minniliga dag 17. mars, tá tey hvítu í
Suðurafrika skulu avgera landsins
lagnu framyvir.
AT
| —