týsdagur 17. mars 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Myndin av óksamanninum
sum Dorthe Ísabel Buch
il Ekstrablaðið
líkist brotsmanninum ser:
teknaði t
ps
FARI Ve
pottinum at skjóla fry skot
eftir manninum. Ikki fyrr
enn teir raktu hann í
beinini hoknaði hann
saman, og slepti øksini
tíðindablaðið
Nr. 53 —
17. mars 1992
7 Dramatikkur umborð á Lómi
2
i ” Ørur madur
Um trytidina í gjár
seinrapartin kom Lómur á
Havnina. Sjey tímar seink
aður og eitt ferðafólk færri
enn tey vóru, tá tey fóru
umborð í Danmark. Hetta
verður ein túrur, sum Jógv-
an Sundskarð, skipari og
manning hansara, eins og
hini sjey ferðafólkini, seint
fara at gloyma.
Eftir at Lómur hevur
verið í Keypmannahavn,
fór hann úr Hirtshals um
hálvgunfýra tíðina friggja-
dagin. Við skipinum vóru
átta ferðafólk. Eitt teirra,
ein 45 ára gamal maður úr
Árhus, kom umborð í
Keypmannahavn hósdagin.
Jógvan Sundskarð, skip-
ari sigur, at teir løgdu
beinanvegin merki til
hendan mannin, sum teir
hildu vera løgnan. Maður-
in greiddi manningini frá,
at hann var politiskur
flóttarmaður, og at hann
hevði roynt at koma i
samband við Poul Scliither
og Svend Auken, men
einki hjålpu. Nú ætlaði
hann sær at koma til Før-
oya, sum politiskur flóttar-
madur. Her skuldi hann
skriva i blødini, og å tann
hått royna at koma i
samband vid leidandi før-
oyskar politikarar
-Hetta hildu vit ljóða
nokkso stuttligt,- jú vit
tóku hetta bert í skemti
Maðurin tóktisk ikki at
vilja gera nakað um seg.
Hann var stórur og væl-
vaksin, men róligur og
hampuligur, men vit sóu,
at hann var í ørviti, sigur
Jógvan Sundskarð. Hann
vísir á tekningina, sum
stóð í Ekstra-blaðnum
leygardagin, tí júst soleiðis
sá maðurin út.
Hótti við øks
Tá Lómur var komin
einar tríggjar fjórðingar úr
Hirtshals, kom maðurin á
brúnna at práta við skipar-
in og stýrimannin, sum er
Harry Jacobsen. Vit lata
skiparan greiða frá.
-Maðurin tosaði við okk-
um á brúnni um, at vit
høvdu ov nógv góðs við,
hóast við ikki høvdu meira
enn góð 1000 tons. Létu
seinri fór hann niður aftur,
men tað gingu ikki meira
enn einir tveir minuttir, til
Paula Petersen, stevar-
dessa, kom rennandi upp á
brúnna og segði frá, at
maðurin hevði tikið ein
øks. Harry fór niður fyri at
tosa við mannin, men einki
hjálpti. Síðani fór eg
sjálvur, men úrslitið var
tað sama. Maðurin gekk
og mól á gongini uttan fyri
ferðafólkakgmrini við øks
í hendi, og hótti við at
høgga okkum sundur,
komu vit í nánd av honum.
-Tá var einki annað at
gera enn at fáa fatur á oll
ferðafólkini. Nøkur sótu
frammi í salonini. og hend-
an varð læst av. Síðani
stongdu vit brúnna, so
maðurin ikki slapp av
gongini. Men einum av
ferðafólkunum fingu vit
ikki fatur á beinanvegin.
Hetta var ein meira enn 80
ára gamal maður, men tað
vísti seg seinri, at hesin var
í góðum hondum, so løgid
tað ljóðar. Maðurin við
øksini kallaði gamla mann-
in fyri vinmann sín, og
vildi ansa eftir honum.
Teir báðir høvdu pråta
saman alla tíðina meðan
maðurin hevði ginið aftur
og fram við gksini.
Vendu aftur
Jógvan Sundskarp greið-
ir frá, at teir boðaðu politi-
num í Hirtshald frá, og
vendu aftur. Eitt sindur
ófantaligt veður var, men
einki annað var at gera enn
at venda aftur og løgdu at i
Hirtshals um fimmtíðina.
Tá stóð politi á bryggjuni.
Á veg inn aftur til Hirts-
hals reikaði maðurin
einsamallur inni á gongini,
har hann rópti og sló frá
sær við gksini, men út
slapp hann ikki.
Skiparin dylur ikki, at
tilburðurin umborð var
ikki sért skelkandi, men
panikkur kom ongantíð í.
Ferðafólkini fingu vit inn á
skiparakamarið, og har
bjóðaðu vit teimum ein
lítlan, so tey kundu slappa
av. Flestu ferðafólkini
vóru um 40 til 50 ára aldri
og so hin gamli maðurin.
Skutu mannin
Beint sum Lómur legði
at, komu politistarnir um-
borð, men maðurin var
ikki til at tosa til rættis.
Hann tosaði bert um nazi
og at hann skuldi til
Havnar.
Fyrst royndu politistarnir
at roykja hann úr gongini
við táragassi, og hetta
eydnaðist umsíður. Men
hann gekk enn við øks yvir
høvdid. Allir politistarnir
vóru skotklárir, men hóast
hóttanir um at skjóta,
steðgaði maðurin ikki.
Hann gekk bet har, kaldur
og kyniskur, og tóktisk
ikki at skilja nakað sum
helst. Ikki fyrr enn politi%