týsdagur 17. mars 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Su BR
Nr. 53 — 17. mars 1992
Ætla Íramvegis
at Selja skulan
Tórhavnar býráð vildi ikki hoyra um at sleppa
ætlanin at selja Eysturskúlan. Tvórturímóiti | á ;
varð samtykt at taka upp samráðingar við lands-
stýrið um at avhenda ein part av skúlnum
Á býráðsfundinum í sein-
astu viku hevði Tórfinn
Smith eitt uppskot um, at
býráðið skal sleppa ætlanini
um heila ella partvísa av-
hendan av eysturskúlanum
til landsstýrið.
Grundgevingin fyri hes-
um uppskoti var m.a. var, at
mentanar- og skúlanevnd
løgtingsins samd mælir frá
at órógva arbeiði á skúla-
num við at landið keypir
skúlan frå kommununi.
Térfinn Smith segdi seg
ongan havnarborgara
kanna umframt teir sjey by-
rådslimirnar, sum eru fyri at
selja Eysturskúlan. Hin-
vegin hava fleiri hundrað
foreldur og avvarandi at
næmingum á Eysturskúl-
anum mótmælt søluni, um-
framtatavvarandi myndug-
leikar, nevndir og ráð hava
mótmælt.
Tórfinn Smith koma á
býráðsfuninum inn á ein
fund, sum herfyri var mill-
um lærarar, foreldur og
onnur um Eysturskúlan.
Býráðlimir vóru eisini við.
Millum teirra, sum møttu
á fundinum, var umboð fyri
Maskinskúlan. Har kom
fram, at Maskinskúlin ikki
vil hava Eysturskúlan.
Har møtti eisini Bjarni
Djurholm, sum bæði er
formaður í skúlaráðnum í
Havn og formaður í ment-
anar- og skúlanevnd løg-
tingsins. Hann mælti frá at
selja skúlan.
Lisbeth - L. Petersen
dåmdi einki, at Tørfinn
Smith koma vid frågreiding
frå hesum fundi. Tørfinn
Smith hevdi ikki sjålvur
verid vid, men Lisbeth så, at
hann hevði fundarfrágreið-
ingina, og hon vildi gera
vart við, at hon ikki góð-
kendi skrivligu fundarfrá-
søgnina Lisbeth L. Petersen
var har endurgivin fyri at
hava sagt seg vera skelkaða
av, at býráðið ikki fylgdi
lógum og handlaðu í
heimildarloysi. Tað hevði
hon í hvussu er ikki sagt,
segði Lisbeth L. Petersen.
Bsing
Poul Michelsen ilskaðist
inn á Bjarna Djurholm,
partamann sín fyri at vera
millum teira, sum mælir
kommununi frá at selja
burturav Eysturskúlanum.
Lærar og foreldur hava øst
hvgnn annan upp, men hesi
somu foreldrini hava ong-
antíð vent sær til býráðið,
segði Poul Michelsen.
Hann hevði eisini eina
glósu til skúlaráðið og
Landsskúlafyristingina,
sum bæði hava mælt frá.
Poul Michelsen ivaðist í, at
hesir stovnar høvdu borið
líka skjótt at við at avgreiða
málið, um tað vendi ein
annan veg, sum hann tók til.
Býráðsmeirlutin hevði
eitt annað uppskot til
samtyktar. Og tá hetta varð
samtykt, fall uppskotið hjá
Tórfinni Smith um ikki at
selja burtuav Eysturskúl-
anum burtur.
Samtykt varð, at býráðið
beinanvegin tekur upp sam-
ráðingar við landsstýrið um
praktiskar spumingar i
sambandi vid søluna.
Býráðið skal velja eina
trílima nevnd sum saman
við skúlaráðnum, Venjing-
arskúlanum og umsiting
býráðsins skal gera tilmæli
um at byggja nýggjan barn-
askúla í vesturbýnum.
Nevndin skal verða liðug
vid sítt tilmæli í seinasta
lagi 1. juni. Tå byggiætlanin
er góðkend av øllum pørt-
um og klår at byrja, eigur
nevndin at halda fram sum
bygginevnd.
Skúlaráðið fær eisini
áheitan um at gera nýggja
skúlaætlan út frá ætlanum
býráðsins um at byggja
nýggjan skúla og avhenda
part av Eysturskúlanum.
Hesum atkvøddu sjey
býráðslimir fyri.
randi
Síða 9
Feroyingar ikki
erkvisnir
Føroyingar er nógv
minni erkvisnir enn
danir, tá talan er um at
fara ul tannlækna. >De
færinger er ikke nær sá
pivede som os danskere,<
segði ein danskur tann-
lækni í eini sending í
danska sjónvarpinum
sunnukvøldid. Sendingin
snúði seg um tannlækna-
rædslu.
Danski tannlæknin,
sum vit tíverri ikki hava
fingið navnið á, hevur
arbeitt í Føroyum. Hann
segði við danska sjón-
varpið, at ta tíðina hann
var í Føroyum brúkti
hann nógv minni av
doyving, enn nú hann
arbeiðir í Danmark.
Ræðslan fyri at ganga
til tannlækna er rætti-
liga vanlig í Danmark,
serliga eru tað eldri
fólk, sum ikki vilja fara
til tannlækna. Tey minn-
ast framvegis ta tíðina,
tá amboðini hjá tann-
læknunum vóru heldur
primitiv og eingin
doyving fekst.
jan
Elin Mørkøre, yvirlækni:
Varðveitið ítróttartíman
Í samband við skrivingina
um ítróttartíman, sum ætl-
anin er at gera til valfak,
ístaðin sum nú er kravd
lærugein, vil Elin Mørk-
øre, yvirlækni í giktsjúk-
um á Landssjúkrahúsin-
um, eisini geva sítt ískoyti
til kjakið seinastu
dagarnar.
Elin Mørkøre: - Tað er eitt
Stórt afturstig, at avtaka
ítróttartíman í framhalds-
deildini. Tað eru júst hesi
ungfólk, sum verða illa
fyri likamsliga, og kunnu
gerast við undirlutan, tá
tey skulu fara út á arbeiðs-
marknaðin.
Úrslitið kann væl hug-
sast at verða tað, at tey
veiku verða sett til viks,
og tað fer at geva stórar
sosialar trupulleikar, m.a.
til endurbúgvingar,
pensiónir o.a., og tað fer
at kosta samfelagnum
nógv.
Ein kanning var gjørd
seinast í 1980 unum. Tað
var Gurli Restorff, fyrr-
verandi skúlasjúkrasystir,
sum gjørdi kanningina.
731 spurnarblød vóru send
út til næmingar í fram-
haldsdeildini. Av teimum
visti tad seg, at 7,4% ella
59 næmingar høvdu rygg-
trupulleikar.
Elin Mørkøre sigur, at
hon hevur gjørt vart vid
ringu likamsstøduna hjå
skúlanæmingum, og
hevur upplýst avvarandi
myndugleikanum um,
hvussu umráðandi tað er,
at næmingar íðka fimleik í
ítróttartímunum, enn td.
bóltspæl, ið nú verður nýtt
í íróttartímunum.
- Enn havi eg einki hoyrt
aftur frá skúlamyndugleik-
unum, og nú er ætlanin at
avtaka ítróttartíman.
Tað er umráðandi at
næmingar í framhalds-
deildini fáa íðkað vøddar
og limir, og tað gerst best
við regluligum fimleiki.
Ti vil eg hardliga mót-
mæla, at ítróttartímin í
framhaldsdeildini nú verð-
ur avtikin, sigur Elin
Mørkøre við Sosialin.
Fyri Tingið í dag
Málið um broytingarnar í
fólkaskúlalógini verður
lagt fyri Tingið í dag.
Uppskotið er viðtikið í
Landsstdyrinum í sama
líki, sum lesiætlanarnevn-
din skeyt upp og Lands-
skúlafyrisitingin tók undir
við.
Marita Petersen, lands-
stýriskvinna: - Vit hava
tosað nógv um hetta, men
hava kortini valt at taka
undir við uppskotinum til
tingmenn og kvinnur at
taka støðu til.
Dagny
Ringið!
- og vit skriva
(C)11820
Er peran |
i lagi?
FERDSLUTRYGD