Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Fuglurin er summarið í Føroyum: Alfriðið lomvigan Mín inniligasta bøn skal verða, at lomvigin verður alfriðaður. Latið okkum bjóða honum vælkomnum, ikki við byrsuni. Komandi ár verður Grækarismessuhaldið fimti ár. Latum okkum tá bjóða lomviganum vælkomnum við eini lóg, sum alfriðar hann segði Steinbjórn B. Jacobsen m.a í rødu síni á Grækarismessu- haldinum í Havn sunnudagin. Upprunin til grækarismessu er, at Gregor Í, pávi, doyr 12. mars 604, men víða hvar í Norðurlondum var dagurin eisini hildin, tí tey trúðu, at náttúran øll vaknaði til nýtt lív henda dag. Her hjá okkum er fyrsta grækaris- messuhaldið 12. mars 1943. Tað var Sverre Paturson, sum heitti á skótalið Sigmunds Brestissonar um at skipa fyri einum haldi, og helt hann sjálvur reðu um fuglalívið í Feroyum. Men ein undandettur hevði verið í 1939, tå høvdu bæði skótaliðini havt grækaris- messu bál uppi í Varðaholuni. Reða var eisini hildin, ið endaði við orðunum: „Latið smáfugl og heiðafugl hava frið<. Tjaldrið fekk eina serstaka heilsan og sungið varð: >Tjaldur, ver vælkomið*. Innihaldið í grækarismessuhaldinum er greitt frá fyrsta degi. Verja heiðafuglin. esar fittu genturnar vóru við til Vit fegnast um vársins afturkomu. Virða tjaldrið sum ímynd av tí ungu føroysku tjóðini. Okkum vantaði ein ímynd, sum øll kundu savnast um. Tíðin var myrk og svár, og fólkinum longdist sáran eftir einum ljósi. „Inni í myrkrinum, inni í kuldanum herðist ein kjarni við bleikari nál altíð tað grør í føroyskum haga«. Try ár frammanundan høvdu vit fingið flaggið, men í fyrstuni vildu ikki ell savn- ast um Merkið. Regluligt flaggdagshald byrjaði ikki fyrr enn í 1947. Tjaldrið ber okkum várið, rætt er tað, og ein ylur kennist við fyrsta tjaldurs- klippið, men í nógv ár havi eg kent tað so, at fyrsta várboðanin var ljósið. Ein dag vaknar tú og kennir á tær, at nú er alt broytt. So ljós hevur ikki verið fyrr á tí unga árinum. Hetta er fyrsti várdagur. -— at gera Grækarismessuhaldid i Havn NE 53 — 17. mars 1922, Steinbjørn Jacobsen: -Lat okkara eygu og oyru gagnnyta lomvigan. Fær ikki búkurin nóg mikið? Fyri 12 árum síðan royndi eg at festa hesa kenslu á blað. Tólvti dagur í ellivta mánaði Longu áðrenn tú vaknar við degningini framman fyri sær er tað uttan um teg himmaln verður lyftur hægri og hægri uppeftir havsbrugvin fer sum ein alda uteftir alt fyllist av giddandi, ydjandi várljósi eisini kuldin fær nýtt lív loysnar og lyftist uppfrá vetrarins eftirgróður nælir í tí orkymlaða kuldanum og alt og øll nemur og spælir tad vid niðri í svørdinum kyklast røturnar stein av steini moti skjøldrum og tekjum dansar í starafjadrum og songi skyggir í trimum blonkum klippum í kuldan og klippið í svørdin og steinin í tongulin og teg várljósið og tú liggur nýggjur og lættur fer í vindeygað við afturlatnum eygum fyri blindan at bera ljósið og so lýkkan Men aftur til fuglin, sum Sverre Patursson segði: >Fuglurin er summarið í Føroyum«. Gamalt er sagt; at lomvigin kemur inn á landgrunnin á pálsmessu, 25. januar. Fyri fjórðings eld sá eg fyri mær ein lomviga sita á tí veldiga havinum, meðan várið nældi í honum. Reyðin Siti á sjónum miðskeiðis í náttini lati sólirnar rísa úr eggbølluni. Reyðin úr kavi veksur so hvitin og skalid. Tá tað fyri fleiri árum var mær greitt, at eg ongantíð aftur fór at eta lomviga veiddan í Feroyum, skrivaði eg honum hesa takkarkvødu. Floygd orð Fuglahjarta mjúkt fyri eyga snøgt og slætt millum fingrar fast undir tonnum. Fuglaskrokkurin frøddi eyga hondin tók fegin um hann floytt hann á sjógu og sand. Fuglalivur og heili brådna å tunguni teirra skap stendur í huganum. Fuglaflokkur undir høgum lofti livandi bókstavir á bláari síðu látandi og flúgvandi orð. Hevdið í turrum hoyggi ella lyngi fyllist og tomist, er og fer søgur og songur, har og her. Og onkuntíð, meir enn so, vidhvørt var sinnið hamskift ein floygdur fuglur ið fleyg. Tá ið vit segdu fugl, meintu vit lom- viga, og tá ið vit segdu fisk, meintu vit tosk. Syrgiligt men satt. Hetta er, sum vit øll vita, broytt í ólukku máta. Sjálvandi hevur náttúran sínar egnu lógir, men eins sjálvklárt er tað nú, at vit menniskju ávirka alla náttúruna. Ja, lagna hennara, øll sum hon er, liggur í okkara hondum. Mín inniligasta ben skal tí verða, at lomvigin verður alfriðaður. Er tað ikki bara nekur fá prosent av fólkinum, sum vil skjóta tann seinasta lomvigan. Nú mugu øll vakna úr dúri og krevja sín rætt. Latið okkara eygu og oyru, allan okkara hug, gagnnýta lom- vigan. Latið okkum bjóða honum vælkomn- > i 5 3 3 3 3 AR