Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

anda að Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari P/f Sosialurin | Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa- ep 76 Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Uppseting: P/f Sosiaturin Argir ” hj avn ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jåstinus Eidesgaard Prent: P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Telefax: Í | et —— Bæði bein á jórðini jørd UPP i EF, beinanvegin. Hetta loysir allar okkara trupulleikar. EF er svar- ið, EF er okkara bjarging. Hetta er niðurstaðan hjá fleiri av fremstu vinnulivsmonnum og politikarum í hesum døgum. Tað er sum so einki nýtt í tí, at formaður sambandsflok sins og ein av oddamonnum fólka- floksins, fyrrverandi fiskasgelustjór- in eru av heitastu talsmonnum fyri at lima Feroyar upp í EF. Men tað nýggja í hesum málinum er, at nýggi stjórin á Føroya Fiskasølu nú hevur proklamerað, at Føroyar ein- ans kunnu bjargast, um vit alt fyri eitt biðja um umsóknarblað til lima- skap í EF. SOSIALURIN hevur hesar seinastu dagarnar roynt at fylgja upp nøkr- um av teimum úttalilsum, sum hava verið frammi um júst EF og Føroyar og hava vit m.a. fingið úttalilsi frá løgmanni, sum biður fólk halda hevdið kalt og ikki leypa framav. Hetta hevur fingið ødi í teir mongu sambandsmenninar, sum í hesum døgum trúliga fylla teigarnar í mål- gagninum Dimmalætting. Niður- stóða teirra er, at EF er einasti út- vegur. VIT fara enn einaferð at undirstrika og taka undir við løgmanni, at tað í hesum álvarsmáli ræður um at halda høvdid kalt og ikki leypa framav. Tað er okkara meting, at fiskasglustjórin gjørdi ein brølara, tå hann i Degi og Viku herfyri segði, at stødan nú er vorðin so mikið ring, at vit eru tvingað til at fara upp í EF. Uttan nakra neyva og nóg góða grundgeving leyp hesin eini av landsins fremstu vinnulivsmonn- um við báðum beinum á bláman. Sjálvandi hava hesar atfinningar okkara einki við tað at gera, at fiskasølustjørin ikki skal hava sina meining um málið. Men vit skulu visa til úttalilsi hansara til Sosiaiin fyri einum ári síðani, har hann helt spurningin um EF-limaskap ikki bara vera ein spurning um fisk, men eisini ein spurning um føroyingar ynskja at hava Helmuth Kohl sum stjórnarleiðara í Føroyum. Hann segði eisini, at spurningurin um EF snýr seg um okkum sum tjóð, um okkara mentan og siðir osfr. Hann helt tað tí vera uppgávuna hjá politikarunum at finna fram til, um vit skuldu vera innanfyri ella uttan- fyri EF. MEN nú hevur pípan so fingið ann- að ljóð. Mestsum trongdur upp í ein krók tykist fiskasglustjórin koma | Mugu tora at taka | | eina avgerð teldur taka eina a avgerð, enn als ra at taka. Vit mugu frå I a D hesum | koma burtur IKKI i avgerå seta hana. Skulu vit » mugu vit a uvgjørdir í einum EF-spurningurin mera enn bara | fiskur urningur, og ú eiga kara, politikarar at Í taka avgerð um hann | EF-limaskapur snýr seg ikki bara um selu av fiski Tað er eisini nakað um vanliga gerandisdag í hjá føroyinginum, um okkara mentan, um okk | ara fiskastovnar, um vit vilja hava Helmuth Kohl til forseta um eini 5-10 ár ofta, at vit eiga at taka i spurningin um meiri r (foredling) av i størsta ålv- uppgáva er eisini at hugsa um sam øllum eitt nú eftir Ís lendingum bara fyri at fáa ein letuvinning. Tí tað at útflyta ein stóran | part av fiski av landinum ter be geva okkum somu steðu sum ein kaffire Vit blíva eitt lan ráveru, og ta úttlytur gerast vit ongantíð rik bara fátæk. Jú virdisøkingini Føroyum, ju betur eru limir okkara og samfe lagið Feroyar fyri | Umframt at góðska | meira, so heldur Bjarti Í Mohr eisini, at vit eiga at marknaðaríera okk betri. Her ara verur hevur hann so ætlanir | nógv | bátar, trolarar osfr. € Mugu hava á fyrsta floks fist: At enda spurdu vit køl andi fiskaselustjafa 1 to) ikki er ein tp ing fyri at skapd el rði, at fiskuri spurningin ikki, at vif fig undirmeta hetta Y ráveruni, tí tá fiskuri svimur i sjónum er hu floks in skal góðskust í fyrsta meg veru, er lt eina dyra ikki altíð tann sami tis urin. Har hevur 1 part av tað er ov lítil n A og B fisk Uppá fyrispurning í tað eru alt ov nógv trolarar Vit hava brúkt á ov nógvan pening til og útgerð. bara Lad Esther besta skipið skip skal ve i flotart sigur ikki so lítið. H | sigi ikki, at okkara fjkj menn skulu hava vé Í arbeiðsumsteður, ng | kanska áttu vit at hve að okkum betri um. t Í vit útbygdu flotan. Bjarti Mohr heldug } | stundin er komin har at vit seta okkum nið: Í og seta út i kortfð Í hvussu framtíðar fleti skal síggja ut, hvug5 útróðr línufer skulu hava Í hetta | vi 19. september í 1990 hevði Sosialurin eina sera drúgva samrødu við Bjarta Sjálvur heldur han Mohr, sum stutt eftir skuldi taka við sum stjóri á Føroya Fiskasølu. Orð hansara um Føroyar og EF vóru rættiliga avgjørd, nevniliga at hann fór ikki at leggja seg út í hetta tjak, tí hetta mátti vera ein politisk avgerð og tí at limaskapur í EF so sanniliga var annað enn fiskur. við einum neyðarrópi. Okkurt má gerast her og nú. Als einki við at royna at fóta sær og umhugsa av- leiðingar av limaskapi 0.1. Og heldur einki fáa vit at vita, um tað nú verð- ur ein veruligur fyrimunur fyri okk- um og ein bjarging fyri búskapin, at vit gerast limir. OG júst henda spurning fara menn, serliga sambandsmenn, alt ov lætt um. Tí hver sigur, at tað fer at verða so stórur fyrimunur fyri okkum at gerast limir. Hvørja trygd hava vit fyri, at ikki hungrandi EF-flotarnir vilja sleppa framat okkara fiskiríki- dømi — um ikki í morgin — so seinni. Og hvussu verður tá við ar- beiðsplássunum á landi, hvussu við góðskingini og meirvirðinum, sum skal liggja eftir í Føroyum og harvið geva okkum annað heiti enn rá- vøruframleidandi U-land! TAD, sum i hesum døgum veruliga umræður, eins og tað gjørdi, tå ágangurin móti grindadrápinum var í hæddini, er nettup at halda høvdid kalt, so kunnu sambandsmenn gera gjøldur burtur úr úttalilsunum hjá løgmanni sum teimum lystir. Tað sigur meira um teir enn um løg- mann og tey mongu, sum taka und- ir við hesi niðurstøðu hansara. TAÐ, sum møguliga hendir í løtuni, er tað, at týskarar eru við at seta kíl- ar ímillum okkum føroyingar og ís- lendingar. Hetta ti at vit føroyingar eru so »frekir«, at vit ikki longur vilja vera råvøruframleidarar til týska fiskiidnadin, men haraftur- ímóti vilja leggja tey virði, sum okk- ara fiskur skapar, í okkara egna landi. Týski fiskiidnadurin tolir ikki fría kapping, hann tolir ikki at síggja, at føroyingar eru førir fyri at selja sínar liðugvgrur beinleiðis til brúkaran. Og tískil roynir hann við greinum i týskum blødum o.l. at seta ilt ímillum eitt nú føroyingar og íslendingar. HVÍ er tað so umráðandi at fara upp í EF, harra Edmund Joensen! Bú- skapurin eigur lívið í okkum, men tað eru eisini onnur virði í tjóð okk- ara, sum ikki treytað nakran EF- limaskap. Hvat við okkara andslívi, okkara mentan o.l. Hvar enda vit, um lítla tjóð okkara gerst danskt amt og limur í EF! Heldur áttu tú og aðrir at hildið høvdid kalt og hugsað um veruligu avleiðingarnar av fyri ein og hvgnn prís at trýsta okkum upp í henda stóra felagsskapin. Tað er nú, tað ræður um at hava bæði bein á jørdini. Tað er nú, at vit eiga at royna at víðka samstarv okkara við grannarnar fyri norðan, Grøn- land og Ísland. Hóast vit hava kreppur at dragast við, so eru júst hesi trý londini sera rík, tá hugsað verður um havgkini tey eiga og um- sita. Tað er tann vegin, vit skulu líta framyvir, og ikki við bindi fyri eyg- unum móti Bruxelles. Allir aðrir møguleikar eiga at troytast til fulnar, áðrenn vit gera sum fiska- sølustjørin: í ráðaloysi og ræðslu fara til Bruxelles at biðja um lima- skap. Hetta má og skal vera tann seinasti møguleikin — og ikki sum sambandsmenn prædika, tann ein- asti og mest lívsjáttandi leiðin. Men nú tit eru so Ófgrir at gera viðmerk- ingar til tað Sosialurin skrivar, so haldið bert fram. Kjakið meta vit fram um alt sum tað týdningar- mesta og mest grundleggjandi. Men roynið og síggið hetta málið frá fleiri síðum. Leypið ikki framav. Haldið høvdié kalt. Í