Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

kr. Nr. 55 — 18. mars 1992 30 fólk hava í løtuni arbeiði áLaxfisk í Hósvík Eitt av teimum fáu arbeiðs- plássunum á eystursíðuni av Norðstreymoynni er Laxfisk í Hósvík. Higartil í ár hevur arbeiði verið smáligt, men nú vænt- ar stjórin á virkinum, Fróði Durhuus, samanhangandi arbeiði fram til summarið. Og tað er arbeiði til 30 fólk. Alibrúkini eru við at taka laks nú, og hesa vikuna væntar virkið at fáa 60 tons. Fróði Durhuus hevur góðar vónir um, at Laxifisk fer at bera seg, men tað er tungt. Virkið kundi tikið ímóti 4000 tonsum men í fjør fekk tað bara 1400 tons. Orsøkin er fyrst og fremst, attaðeru ov nógv virki, sum øll kappast um sama fiskin, sigur Fróði Durhuus. Tað hevði verið nógv betri við færri virkjum, sum fingu nóg stóra nøgd øll, og tað hevdi eisini verið bíligari fyri alararnar, tí so kundu virkini loyvt sær at tikið minni frá alarunum. Teir somu, sum eiga Lax- fisk, hava gjørt iløgu í brunnbátin Transfisk, sum fer eftir laksinum, tá alar- arnir hava tikið fiskin. Tað var skilagóð iløga at fáa brunnbátin, tí tað er lættari hjá virkinum at fáa fiskin, tá virkið sjálvt kann senda bát eftir honum, sigur Fróði Durhuus. Aðrir møguleikar Á Laxfisk hava tey gjørt royndir við at skera flak av laksi. Tað skuldi borið væl til, um marknaður er fyri ti vøruni. Sum er loysir tað seg illa. Tað rætta hevði verið at skorið flak av øðrum floks laksi, heldur Fróði Durhuus, sum væntar, at prísurin fer at hækka í heyst. Trupuleikarnir í vinnuni eru nógvir og ymiskir. Fróði Durhuus hevur einki álit á at lata fríu marknað- arkreftirnar ráða í vinnuni. Tað rætta hevði verið at kvotabýtt. Pengastovnarnir eiga fleiri av fyritøkunum og eru við til at stýra kapp- ingini ímóti sínum egnu viðskiftafólkum. Fróði Durhuus heldur sáttmálan millum arbeið- arafeløgini og arbeidsgev- ararnar vera eitt stórt haft um beinið á virki hansara. Tað er reglan um skiftis- vakt, hann sipar til. Sáttmál- in sigur, at samanhangandi arbeiði skal vera í tríggjar dagar á rað fyri at kunna havaskiftisvakt. Er arbeiði í færri dagar, skulu fólkini hava fulla yvirtidarløn. Hetta heldur Fróði Durhuus vera Ov stirvið. - Vit fáa eisini alla tíðina nyggj krøv frá myndugleik- unum, sum krevja iløg-ur fyri milliónir. Tað er so tungt, ti samstundis er Ogjørligt at fáa nakra figg- ing úlatumbyggja fyri, sig- ur hann. . #“ liggur í reinføri Laxfisk er tað virkið av sín- um slag, sum gjørt hevur størstu iløgurnar við rein- føri fyri eyga. Laxfisk er einasta virki, ið hevur lic- teriaváttan. - Tað hava vit enn einki vunnið uppá. Tvørturim6u hevur hetta kostað okkum stórar íløgur og nógv eyka arbeiði við reingerð. Vit sleppa ikki at lýsa við, at vit hava hesa váttan, tí tað hevði rakt hini virkini, sigur Fróði Durhuus. Hann heldur, at arbeiðs- fólkið hevur tikið væl undir við at leggja so stóran dent á reinførid. Øll arbeidsklædi verda vaskad å virkinum, tey skulu vaska sær serliga væl um hendurnar, fremm- and fólk sleppa bara inn í sóttreinsaðum klæðum 0.s.fr. Fyri EF-limaskapi Fróði Durhuus heldur, at alt må gerast fyri at kunna varðveita alivinnuna. Ti annars fara 2000 arbeids- pláss, nógvar íløgur og allur Arheiði fram til summarid Síða 7 kunnleikin fyri skeytið. Tað má loysa seg, tí alivinnan letur stóran part av okkara útflutningini, og næstan alt, vinnuni tørvar, kann gerast í Føroyum. Fróði Durhuus er ein teirra, sum hevur greiða stóðu ul EF-limaskap. - Vit åttu fyri langari tid síðan at verið farin upp i EF. Vit hava einki annað val, tað er í hvussu er frægari enn at standa uttanfyri, og tað man bera til at fara úr aftur, sigur hann. Fara vit ikki upp í EF, verður av- leiðingin, at tridingurin av føroyska fólkinum noyðist til EF at arbeiða. Og tað Mynd: Jens Kr. Vang Umleið 30 fólk hava væntandi tryggjað sær arbeiði á Laxfisk fram til summarið. Nógv spyrja eftir arbeiði, men virkið hevur síni føsta fólk, sum koma úr Hósvík og grannabygdunum verður tað góða fólkið, sum fer, heldur Fróði Durhuus. randi Vilja hava fleiri S & K í Suðuroynni hevur dalfund fríggjakvóldið og handils- og til nátturða fyri at upplýsa um fak- bjóðar krambafólki felagið Fríggjakvgldið klokkan 20 heldur S & K í Suðuroynni aðalfund á Gistingarhúsinum við Á í Øravik. Skráin fyri sjállvan aðalfundin er tann vanliga, men í aðrar mátar er aðalfundurin eitt sindur ødrvisi. Byrjað verður klokk- an 20 við nátturða, og tá eru øll handils- og krambafólk í Suður- oynni vælkomin. Eisini tey, sum ikki eru limir í felagnum. Nevndin fyri S á K í Havn, sum er stórri felag, fer at greida frå, hvat S & K tekst vid, og hvønn tydning tað hevur fyri handils- og kramba- fólk at vera i fekfelag. Uleið 30 fólk eru limir i S & K í Suðuroynni. Oivad cru fleiri handils - og krambafólk, sum ikki eru limir í ngkrum felag. S á K vónar, at nøkur Fróði Durhuus, stjóri á Laxfisk, er ikki í iva um, At Føroyar eiga at fara upp í EF limir teirra koma við til nátt- urðan og fáa hug at tekna seg sum lim í felagið. Av ú at felagið í Suð- uroynni er so lítið og ikki hevur nakra umsit- ing, soleiðis sum størru feløgini hava, er sam- bandid so sum so mill- um felag og limir. Eitt av endamålinum vid nåt- turdanum og fundinum er at bøta um hetta. Fyrr vóru fleiri S&K í Føroyum, men felagið í Eysturoynni er farið uppítað størsta, felagið í Havn. Felag er fram- vegis í Klaksvík. Tað kann væl henda, at spurningurin um at leggja felagið í Suður- oynni aftart felagnum nordanfjørds verður tik- in upp å fundinum, men eingin endalig stóða verður tíkin á fundinum í annadkvøld. A randi … » + … j