fríggjadagur 20. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tiðindaglaðð
Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kaknar Lindenskov
Jåstinus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Útgevari: P'f Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Preant: Pif Pressan 1981 Telefon
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax 14720
Til lukku,
de Klerk
og Mandela
TAÐ var ein stórsigur fyri tey
svertu, ein sigur fyri tey hvítu, ja,
ein stórhending fyri allan heimin, tá
ein stórur meiriluti av teimum hvítu
við følkaatkvøduna í Sudurafrika í
vikuni góvu F. W. de Klerk eina
dygga álitisváttan. Meira enn 60%
av teimum hvítu veljarunum góvu
de Klerk loyvi til at halda fram við
sínum reformpolitikki, sum miðar
móti heilt at avtaka apartheidskip-
anina ella restirnar av henni og at
geva teimum svertu javnbjóðis
rættindi í egnum landi, eit nú val-
rætt.
TAÐ var sera stórur spenningur
undan júst hesi fólkaatkvoðuni, ti
hon var mett at vera eitt antin ella
— eitt framhald av tillagingini til
demokrati ella byrjanina til eitt
blóðugt borgarakríggj. Mong bóru
ótta fyri, at tað seinna skuldi henda,
og so mikið stórur hevur hesin ótti
verið millum tey hvítu, ikki minst
tey gomlu, sum annars ikki plaga at
fara á val og millum tey enskttal-
andi múgvandi í Suðurafrika, at tey
gjørdu av ikki at sita heima henda
lagnudag, men heldur fara til val-
stødini fyri harvið at bjarga landin-
um og ikki minst sær sjálvum og
børnum sínum.
EINGIn ivi hevði verið um, at fekk
de Klerk ikki undirtøku, so varð
opið kriggj millum tey svørtu og tey
hvítu. Hvussu múgvandi og sterk
tey hvítu enn eru, so verður eitt
borgarakríggj at merkja ragnarrok
fyri tey eisini. Hetta hava tey vitað,
og tí eru tey farin á val at stuðla de
Klerk.
NÚ eru allar súðir syftar. Nú sær tað
bara bjart út og alt skuldi verið í
lagi. Man onkur hugsa. Men so er
ikki. Tí leiðin á mál er long og
drúgv. og fyri framman standa sera
torfgrar samráðingar. Tað, sum vit
kunnu ugga okkum við og fegnast
um, og sum fyrst og fremst rekur
óttan burtur, er, at teir báðir leiðar-
arnir de Klerk og Mandela sýnast at
hava álit á hvørjum ødrum. Og
hetta er kanska tað mest týðandi,
nú fleiri kollveltandi broytingar
skulu gerast broytingar, sum
skerja valdið hjá teimum hvítu og
sum geva teimum svertu nógv
sterri vald.
HÓAST úrslitini síggja góð út, so
eigur ein eisini at hava bæði bein á
jørdini og seta kritiskar spurningar.
Tí hver sigur, at de Klerk nú uttan
víðari sleppur ella vil geva teimum
svertu valdið í landinum eftir stutt-
ari tíð, og hvussu nógv vald vilja tey
hvítu í veruleikanum geva frá sær itl
tey svertu, sum nú í eitt manna-
minni hava verið kúgað og tískil í
mongum førum ikki hava fingið tað
náttúrligu ballast, tey eiga at hava
fyri at stýra og hava ábyrgd av land-
inum. Hugsið bara um, hvussu nógv
tað ikki man tyngja teir svertu leið-
ararnar, at so mong svørt hvørki
duga at lesa ella skriva og tískil
tíansheldur hava fingið útbúgving-
ar, sum gera, at tey nú kunnu taka
við teimum mongu størvunum,
sum tey hvítu í dag einsamøll hava
rætt og kunnleika til. Her eru nógvir
trupulleikar at loysa, trupulleikar,
sum ikki verða loystir eftir einum
degi, men sum krevja tíð, tíð til hjá
teimum svertu at fáa neyðugar út-
búgvingar innan øll øki.
ONKUR vil helst seta spurnartekin
við endamálið við félkaatkvøduni.
Mundi hon vera ætlað til at forhála
yvirgongdina frá hvítum til svart
stýri ella! Hetta kunnu vit so bara
vóna ikki er veruleiki. Men at Man-
dela og de Klerk — eins og Buthe-
leezi og aðrir leiðandi svartir —
finna fram til eina loysn, sum gagn-
ar øllum.
EIN vandi lúrir tó framvegis, tað er
tann neistin, sum kann gera alt
Suðurafrika til eitt eldhav. Tað er
um tað fer at eydnast hevndartyst-
um hvítum á yðsta høgravonginum
at gera av við Mandela. Hesin mað-
urin hevur so nógv at týða fyri tey
svertu, at tað verður endin á Suður-
afrika, sleppa fanatiskir hvítir at
gera honum ónáðir. Ti má tað vera
ein av fremstu uppgávunum hjá de
Klerk at seta síni trygdarlið til at
verja Mandela.
MEN her finna vit nettup tann stóra
vandan. Tí í trygdardeildunum hjá
de Klerk finnast tey mest víð-
gongdu á høgravonginum, og tað
kann væl hugsast, at tað millum
hesi eru fólk, sum royna at finna
sær eitt gott høvi at gera av við
Mandela. Hesi lið hava longu gjørt
alt fyri at seta kílar millum svertu
bólkarnar fyri at umheimurin skal
fáa ta fatan, at tey svørtu eru einki
annað enn barbarar, sum ikki eru
búgvin til at stýra sær og sínum. Og
tað er júst hetta, sum ein av størstu
apartheidviðhaldsmonnunum í
Vesturheiminum, føroyski fólka-
tingsmaðurin Óli Breckmann, hevur
prædikað aftur og aftur. Hann hev-
ur í skjótt 10 ár í Dagblaðnum um-
talað tey svørtu sum nærsagt dýr
og svín, sum eru ómyndug at taka
nakra sum helst ábyrgd á seg. Og
ANC hevur hann aftur og aftur, eins
og tey víðgongdu í Suðurafrika,
sum taptu fólkaatkvgðuna, skirt
kommunistiskar bandittar. Fast
takið tær, Oli Breckmann, og fy for
1....., at tå skal vera ein av okk-
ara félkavaldu félkatingsmonnum.
Tað, sum nú er við at henda, er júst
tað øvugta av tí, sum fólkatings-
maðurin Óli Breckmann hevur præ-
dikað aftur og aftur. Hetta eigur
Foroya fólk at verða mint á aftur og
aftur, tí einaferð stendur aftur val
fyri durum, og tá skal hann tveitast
á dyr — m.a. fyri sína ómenniskj-
ansligu og órættvísu skriving og
leiklut í tí Suðurafrika, sum tykist at
standa hansara hjarta so nær.
GUD viti hvat hann skal gera í
Sudurafrika, tá tey svørtu har koma
til valdið. Og tá hava vit heldur ikki
brúk fyri honum í Føroyum. Hetta
má og skal vera dómurin yvir ein
politikara, sum hevur gjørt øllum
Føroyum fyri skommum við síni
víðgongdu stødui í júst hesum máli.
SÁST UUU DR SOROS
— pE
KJ
TS
SE
—