fríggjadagur 20. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 20. mars 1992
Ann Bancroft og Peter Finch
Fríggjadagin kl. 18.35:
The Pumpkin Eater
Bretskur filmur frá 1964 við Anne Ban-
croft og Peter Finch í hevuðsleiklutun-
um. Ein leikur um eina húsmammu við
átta bernum í sínum fjórða hjúnalag.
Hon uppdagar, at maður hennara er 6-
trúgvur, og ikki bert við einari aðrari
kvinnu, men við fleiri. Og steðan gerst
uppaftur verri, tá ið Jake als ikki skilir,
at Jos er óð. Hansara uttanumfjas hevur
ongan týdning, heldur hann. Hon kennir
seg svikna, og hon er við barn, men velur
at fáa fosturtýning. Síðani letur hon seg
sterilisera, og so roynir hon at fáa alt at
ganga sum frægast. Men so fer Jake at
fjasa við einari ungari konu, sum er gift
við einum vinmanni hjá teimum, og hon
verður við barn
Fríggjadagin kl. 22.55:
Murder by Natural
Causes
Arthur Sinclair er ein kendur tankalesari
og kona hansara, Allison, ætlar at gera
av við hann. Hon fær hjámann sín at
hjálpa sær, og tey royna at gera umsteð-
urnar soleiðis, at Arthur skal fáa ein
skelk — sum kann elva til hjartatilburð.
Men tað er ikki bert hon, sum hevur ætl-
anir
Leygardagin kl. 14.20:
Strangers
Am. filmur frá 1979 við Bette Davis og
Gena Rowlands í hevuðsleiklutunum.
Lucy Mason er ein gomul kona, sum býr
einsamall í einari litlari bygd í New Eng-
land. Hon arbeiðir í urtagarðinum,
leggur puslispel og grenjar um, hvussu
verðin er vorðin. Dóttir hennara, Abigail,
sum sleit sambandið við mammu sína
fyri 20 árum síani, kemur heim at vitja
og at royna at fáa sambandið gott aftur.
Men Lucy, sum framvegis er evundsjúk
inn á, hvussu góður maður hennara var
við dóttrina, er hverki til at hegga ella
stinga í. Hon grenjar inn á dóttrina um
alt, hóast dóttirin ger alt, hon verður bið-
in um. Men so einaferð gevur Abigail
henni aftur á sama hátt, og tá verður
frægari. Men eina náttina verður Abigail
sjúk, hon hevur nógva pínu, og tá sigur
hon mammu síni, at hon er álvarsliga
sjúk av krabbameini og hevur ikki langa
tíð eftir
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Leygardagin kl. 19.30:
Never Cry Wolf
Am. filmur frá 1983 við Charles Martin
Smith og Brian Dennaby í høvudsleiklut-
unum um ein lívfreðing, sum er kanning-
arferð og kannar, hvussu úlvarnir liva.
Hann uppdagar, at úlvar eru ikki bert og
veiða, men samanhald er teirra millum og
teir duga eisini at brúka teir smáu. Og
hann óttast teir úlvaveiðimenn, sum
drepa orsakað av skinninum.
Sunnudagin kl. 13.25:
A Family Man
Ed Asner
Am. filmur frá 1979 við Edward Asner,
Anne Jackson og Meredith Baxter
Birney í hevuðsleiklutunum. Eddie
Madden eigur eitt bilverkstað í New
York. Hann hevur verið giftur í 25 ár og
eigur tvey bern. Ein dagin hittir hann
Mercedes, sum kemur eftir bilinum eftir
at hava barst við drong sín. Hon er pian-
istur, og Eddie hjálpir henni at fáa eina
íbúð, har hon hevur rúm fyri pianoinum.
Vinalag teirra millum verður til meira, og
kona Eddie kennir seg svikna
Sunnudagin kl. 19.30:
Juwel of the Nile
Am. filmur frá 1985 við Michael Dougl-
as, Kathleen Turner og Danny DeVito í
hevuðsleiklutunum. Jack og Joan eru og
sigla á Miðalhavinum beint út fyri
fronsku rivieraini. Sum frá líður meðast
tey av hverjum eðrum, tí tey eru so nógv
einsamøll umborð. Tá ið Joan fær eitt til-
boð at skula skriva eina segu um ein
mann í oyðimerkini, tekur hon av. Ralph,
fíggindin hjá Joan og Jack, er júst leys-
latin úr fongslinum, har hann hevur sitið
í seks mánaðar, og nú ætlar hann at
hevna seg. Men so frættir hann um
»juvelin i Nilen« og ger av at bíða við
hevndini, serliga ti Jack er tann einasti,
sum kann visa honum å »steinin«. Men
„juvelurin< er ikki ein gimsteinur, men
nakað heilt annað
Nick Nolte og JoBeth Williams
Månadagin ki. 18.35:
Teachers
Am. filmur frå 1984 vid Nick Nolte og
Ralph Macchio hevuðsleiklutunum.
Alex Jurei er lærari á John F. Kennedy
High School, einum skúla, har flest øll
hava mist vónina um at fáa eitt gott ar-
beiði. Nú eru tey negd, um tey bert
sleppa undan alt ov nógvum trupulleik-
um dagliga. Men tá ið ein fyrrverandi
næmingur hansara, advokaturin Lisa
Hammond, kemur at vitja, lívgast Alex
upp. Hon roynir at fáa hann at vera tann,
hann fyrr var
Týsdagin kl. 19.30: |
The Riddle of
The Sands
Bretskur filmur frá 1979 við Simon Cac-
Corkindale og Michael York i høvudsleik-
lutunum. Søgan er frå 1901, og ut fyri
týsku útnyrðingsstrondini liggja tveir
bátar fyri akker, tann umbygdi Dulci-
bella og tann glæsiliga Medusa. Onglend-
ingurin Arthur Davies er umborð á
Dulcibellu, og hann er farin einsamallur
eina feriu. Men hann verður boðin um
borð á Medusu til degurða. Dóttir eigar-
an, Clara, bjóðar honum. Og har hittir
gid
»Riddle of the Sands«
hann påpa hennara, Dollman, og ein
tyskan herovasta, Bruning. Tyskararnir
hava stóran áhuga fyri, hvat hann ger
har um leiðir, og teir trúgva honum ikki
tá ið hann sigur, at hann er á fuglaveiðu.
Þeir biðja hann sigla til Hamburg, og
hóast hann ivast í, um båturin er førur
fyri tí, fer hann
Mikudagin kl. 22.35:
Rockford Files
Lori er hóttur við lívinum og fer til gamla
vinmann sín, Rockford. Á parkerings-
plássinum á flogvellinum, á veg heim úr
arbeiði sínum sum flogterna, royndi onk-
ur at gera av við hana. Hon sá ikki mann-
in nóg væl, at siga hver hann var. Men
hon hevði illgruna til ein ferðamann, sum
var ónegdur umborð..
Hósdagin kl. 21.00: -
Miami Vice
Crockett og Tubbs royna at tosa tveir
ungar menn, Louis og Edddie til rættis.
Teir eru illtonktir fyri at ætla at smugla
narkotika úr Columbia. Louis fær Eddie
at halda fram og lokkar við nógvum
pengum. Afturkomin til USA taka
Crockett og Tubbs hann. Eddie gevur
upp, men Louis flýggjar.