leygardagur 21. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pr
|
|
|
Í
|
|
|
|
|
L
vogte
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Abyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari P4 Sosialurin
Jústínus Eid :
Livandi steinar
AT tad kostar at sita vid åbyrgd i
vånaligum tidum, vistu vit, men
vistu kanska ikki nóg væl, hvussu
illa kæra land okkara var hagreitt
undir seinasta vanlukku stýri okk
ara.
ÚRSLITINI í júst kunngjørdu velj
arakanningini eru á leið tey, fleiri
okkara kundu vænta. Tó halda vit
ikki, at afturgongd javnaðarfloksins
hevði verið so munandi, hóast sjálv-
søgd, sædd bæði í mun til seinasta
valúrslitið og ómetaligu fíggjar-, ar-
beiðsmarknaðarligu og tilfeingis
trupulleikarnar, sitandi stýri hevur
at dragast við.
ALT annað líka, so má úrslit fólka-
floksins í mun til úrslit javnaðarflok-
sins vera tann partur av kanningini,
sum gevur flokki okkara mest at
hugsa um.
SAMAN hava teir sitið i samgongu
hesar truplu mánaðarnar, neyð-
semjur hava sum altíð verið, men
ikki størri enn so, at kenslan av á-
byrgd fyri neyduga stjórnarsetning-
inum, sum eingin annar hættaði
sær undir, higartil hevur vunnið á
freistingini til at kasta frá sær og
bara lata alt fara í úlvsins kjaft.
JAVNAÐARFLOKKURIN veit nevni-
liga, at er tað nakað, hinir flokkarnir
bíða eftir sum glúpskir hundar, so
er tað fullkomin ruðuleiki, eitt nýtt
»Oregeriligt« stødi, har hver, sum
»sterkastur« er, skal kunna týggja
sær politiskt sum hon lystir — vidka
gjónna enn meira millum vanliga
føroyingin, sum enn setir álit sítt á
eina støðuga og toluliga solidariska
samfelagsskipan og alsamt vaks-
andi talið á teimum, sum meira
meta samfelagið og 6fullkomuieik-
ar tess sum nakað, sum skal brúk-
ast — altíð til egnan fyrimun burtur-
av.
VERRU tíðirnar ella figgjarvånirnar
eru, fleiri eru av slagnum. Tí er tað
ikki bara góð troyst, men fyri Føroy-
ar sonn lukka, at stødi javnaðarflok-
sins í fólkinum er so klettafast, at
so mong. hóast ágangin á flokkin,
aftur høvdu givið honum teirra fulla
álit.
AT tað millum javnaðarveljarar frá
seinasta vali eru flestir, ið nú høvdu
sitið heima, eigur her og nú at verða
skilt sum ein ålvarslig, men helst
eisini vælmeint áminning til flokk
okkara um, at alt ikki gekk eftir ætl-
an.
TAÐ kortini so fløvandi í hesum er,
| Bústaður: Argjavegur 26 | Postadressa: Pøstsmoge 76
Uppseting: P/f Sosialurin Argir 110 Tórshavn
Prant Pit Pressan 1981 Teleton: 11820 Telefax 14720
at hesi mongu heldur ikki nå hevdu nøgdir. Hvønn politikk toluliga
tikið undir vid ødrum flokki. Tey
valdu javnaðarflokkin fyri tann
hann var og segði seg at vera —
valdu ábyrgdarflokkin, sum ongan-
tíð segði seg undan, bar tað við ella
ímóti.
SO verður helst eisini næstu ferð,
men fyri tað skal ikki minni álvara
leggjast í hesa áminning, sum um-
framt kanska at vera ein yvirreak-
tion mótvegis okkara flokki sum
tann leiðandi í hesum truplu tíðum,
uttan iva eisini skal fatast sum ivi
hjá summum um samstarv okkara
við folkaflokkin, sum nærum slapp
snikkaleysur burtur úr veljarakann-
ingini.
VIT vita, at stjórnarábyrgd undir
troti allar vegir, ovurstórum ar-
beiðsloysi og ikki bjartastu útlitum
fyri at fáa nóg góða vend í her og
nú, kostar — ikki minst flokki, sum
altíð hevur havt áræði og loysnirnar
— flokkinum, sum álitið altíð varð
sett á, tá á stóð. Skilja eisini, at tað
undir slíkum umstødum kanska er
truplari at hevja skjøldur og ganga
ta beinu politisku kós, so mong tí-
betur heldur vildu sætt.
TO vita skulu øll, veljarar okkara
sum onnur, at heldur ikki vit eru
nøgdu veljarar fólkafloksins kanska
heldur vildu sætt, skal vera ósagt,
men er tað ikki nakað á leið tað
sama, okkara veljarar nú hava víst
ónggd við, er tað avgjørt heldur ikki
nakað, politiskt gagn fæst burturúr. |
VIT geva nevniliga ónggdum veljar-
um rætt í, at alt ikki bara er gott og
eftir okkara høvdi. Hin vegin vænta |
vit so sanniliga, at hesir við nærri |
umhugsan geva okkum viðhald í, at
so øgiliga nógv meira varð mist,
vóru aðrir flokkar í landsstýrinum í
okkara stað — at tað tá hevði verið
seinur dagur til farið varð undir ta |
nú sprettandi framleiðslubroyting,
alt okkara líusgrundarlag má
byggja á komandi árini.
SKAL tað eydnast uttan at offra so
nógvar manna- og familjulagnur á
altari „fría kapitalsins«, sum aðrir
flokkar eru so ovurfisir til, er enn
sum áður bert eitt at gera — at fylkj-
ast um tann flokk, sum fram um alt
grundar politikk sín á livadni steinar
— á tilveru- og virkisumsteður fólk-
sins og á, at sjálvt eingin av okkara
smæstu skal vera til yvirs, hóast
krónur og oyru eitt tíðarbil einsa-
mell tala fyri onkrum gðrum.
Fiskasølustjørin, Sosialurin og EF
um eini 5-10 ár ol. Eg
haldi hetta er etli so
stórt mål, at tað vildi
8 Manglandi grund-
gevingar
fiskasølustjørin var
lopin fram av og at hann
átti at hildið høvdid kalt
Tríggjar oddagreinir í
Sosialinum skrivadar av
undirritada um EF-målid
tykjast at hava rakt
stjóran á Føroya Fiska-
sølu sera meint. Bjarti
Mohr er sera firtin - fyri
ikki at siga óður - ti
blaðið hevur dittað sær
av leggja seg út í EF-
tjakið. Hann kallar
skriving okkara hetz og
manipulerandi. Hetz -
helst ti at vit hava brúkt
fleiri oddagreinir til at
umrøda, vidgera og gera
viðmerkingar til
bombastisku og illa
undirbygdu úttalilsi
hansara í SVF herfyri.
Manipulerandi ti at vit
hava sett mynd av honum
saman við fyrrverandi
fiskasølusttjøranum:
"Birgir Danielsen og eg
eru tveir ymiskir per-
sónar við ymiskum
meiningum" skrivar
Bjarti Mohr.
Hann endar grein sína
við orðunum: "Enn hava
fólk í Føroyum loyvi til
at siga sína meining, og
hetta eiga vit at re-
spektera" og vísir á, at
lættasta sak í verðini er
onga meining av hava um
nakað sum helst og
heldur, at nógva
umrødan í Sosialinum av
úttalilsi sínum er prógv
um, at EF-málið krevur
aktutta = viðgerð í
Føroyum - sakliga
viðgerð. )
Nógv tilfar um EF
Eg haldi ikki at skriv-
ingin i Sosialinum hevur
verið ósaklig á hesum
oki. Sjålvur var undir-
ritaði fyri tveimum árum
síðani á tíðindaferð í
Brússel fyri at kunna
tøroyskar lesarar um EF-
spurningar. Heimaftur
við hevði eg hópin av
greinum - upplýsandi og
sakligum - eftir míni
meting, sum snúðu seg
um arbeiði í EF, fram-
tíðarætlanir við sam-
veldi, felags gjaldoyra
osfr., snúðu seg eisini
um fyrimunir og vansar
cið limaskapi osfr.
Tað, sum so kemur
fram í eini oddagrein,
eigur Bjarti Mohr at
vita, eru ofta meira sub-
jektivar viðmerkingar til
orðaskiftið. Og soleiðis
hevur eisini verið við
umrøddu oddagreinum í
Sosialinum. Í hesum
Oddagreinum hava vit
sagt okkara hugsan um
víðagitnu proklamatión-
ina hjá nýggja fiskasølu-
stjóranum, sum uttan
nóg góðar grundgevingar
heitti á landsins mynd-
ugleikar beinanvegin at
biðja um umsóknarblað
frá EF, soleiðis at Før-
oyar kunnu gerast limur
ongantíð ov skjótt.
Hetta var eftir okkara
meting eitt so kollvelt-
andi og avgjórt úttalisi
frá stjóranum i Føroyar
størstu fyritøku, at hetta
kundi ikki standa ósvar-
að.
Bjarti Mohr í 1990
Fyri tað fyrsta hevur
sami Bjarti Mohr í sam-
rødu við m.a. Sosialin
fyri einum ári síðani
sagt:
"Eg fari ikki at leggja
meg út í tjakið um EF-
spurningin.Tað er ein
reint politiskur spur-
ningur. EF-limaskapur
snýr seg ikki bara um
sólu av fiski. Tað er eisi-
ni nakað við vanliga ger-
andisdagin hjá føroying-
um, um okkara mentan,
um okkara fiskastovnar,
um vit vilja hava Hel-
muth Kohl til forseta
verið skeivt av mær sum
forættningsmanni bara at
uttalad meg vegna søluna
av fiskt'
Hetta segdi Bjarti
Mohr vid Sosialin 19.
september 1990. Nu kann
ein so siga, at hann hevur
loyvi at skifta hugsan,
serliga nú tidirnar eru
broyttar og nú fleiri
Norðurlond fara uppí
EF.
Rætt er tað. Men her
má tó viðmerkjast, at
grundgevingin hjá fiska-
sølustjåranum fyri ulti-
mativt at gang inn fyri
limaskapi nå - um nøkur
grundgeving í heila útið
var - snúði seg nettup
um søluna av okkara
fiski. Og tað var nettup
reyði tráðurin í orðum
hansara í umreddu
samrødu í Sosialinum, at
tað hevði verið skeivt av
sær bara at úttalað seg
vegna søluna av fiski, ti
so mangt annað er knýtt
at limaskapi eisini.
Hetta kann neyvan
verða so nógv broytt,
hóast fleiri av granna-
londum okkara nú vilja
uppí EF ella verða
tvingað til tað.
Nei, tað sum fekk okkum
at koma við atfinningum
móu fiskasølustjøranum
var eftir okkara hugsan
ov bíligi og lætti mátin
hann brúkti og mangl-
andi grundgevingarnar, tå
hann úttalaði seg til
SVF. Tað kendist sum
hevði hesin stjórin, sum
annars hevur gingið á
odda at fremja skilagóðar
broytingar á bæði fram-
leiðslu- og søluøkinum,
mist jørdforbindilsi,
mist pippið og alla vón.
Akuttir = trupulleikar
m.a. á tyska marknadin-
um høvdu fingið hann at
mæla til limaskap i
stundini.
Og her vistu vit til
viðmerkingarnar frá løg-
manni, sum helt, at
í eini slíkari svárari
stóðu. Hetta var eisini
okkara meting.
Varðin og
fyrireikaður
Vit mettu tað vera rætt
at vísa á, at stjórin í
Føroya størstu fyritøku
eigur at vera vardin og
væl fyrireikadur, tå hann
fer í pressuna vid einum
so kollveltandi úttalilsi,
sum at heita á myndug-
leikarnar at biðja um
umsóknarblað til EF.
Og fyri at taka ein
paralell vístu vit á sera
óhepna og eins ófyrireik-
aða og óumhugsaða út-
talilsi hjá undanmanni
Bjarta Mohr, nevniliga
Framhald a síðu 18
Haldaragjaldið
innan 26. mars
Gloymið ikki haldaragjaldið. Tað skal
vera goldið Postverkinum í seinasta lagi
26. mars og nakrar dagar undan, verður
goldið í peningastovni.