Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 21. mars 1992 Foroya Handverksmeistarafelag: | Feroyska sendistovu I Brussel heinanvegin Hvi hava vit sendistovu í Keypmannahavn og Aberdeen, men onga í EF høvudsstadnum Brussel, hóast EF keypir 80% av okkara útflutningi? Høvdu vit tað, vóru vit kanska sloppin undan nógvum av teimum trupulleikum, sum tað tiltikna EF-pappirsveldid nú er um at kvala okk um í, skrivar Føroya Handverksmeistarafelag. Jógvan Sundstein, fíggj- armálaráðharri r júst afturkomin av einum av sínum afturvendandi láns- ferðum uttan úr heimi, og eisini hesuferð eydnaðist tað honum at fáa nakrar krónur heimaftur við sær til tann tóma landskass- an. Ímeðan situr restin av okkara politikarum her heima og fær tíðina at ganga við lystiligum kjaki um Eysturskúlan, bidiløn, nýggja atløgubryggju í Havn, graslíkisvell í Gundadali, midnåmsdepl- ar og onnur »ålvarsmål«. Ja, viðhvert freistast ein til at halda, at teir við vilja blása smámál upp, fyri at fjala út yvir sína ómegd, tá ið teir skulu taka steðu til mál, sum veruliga hava týdning fyri hetta samfelagið. Men í dagsins politikki gongur slíkt ikki. Hava politikarar okkara ikki skilt, hvussu fávitskut tað er at tosa um skúla- politikk, eldrapolitikk og samferðslupolitikk, um vit ikki allarfyrst av ellum fáa skapt okkum eitt út- flutningsvirði, ið kann gjalda alt tað, sum tað fer oyska samfelagið annars kostar at reka. Hvat hjálpa lánsferðir- nar hjá Jógvani Sundstein tí foroyska samfelagnum í longdini, tá ið slangurnar, sum renna úr landskass- anum, eru nógv víðari enn slangurnar, sum renna í hann? Nei, formaðurin í Hav- búnaðarfelagnum, Kristi- an á Neystabø, segði tað so rámandi í samreðu við fjølmiålarnar herfyri, tá ið hann helt fyri, at tað ein- asta tað snýr seg um, er at útvega hesum samfelag- num pening (les útflutn- ingskrónur). Ein råvøra — ein marknaður Feroyingar hava bert eina ráveru at liva av. Í dag keypir tað velduga EF eini 80% av ellum okkara útflutningi Eins og tað ger stødu okkara viðbrekna, bert at hava eina ráveru at dúva uppá, ger tað eisini steðu okkara viðbrekna, bert at hava ein marknað at dúva uppá. Ráverugrundarlagið kunnu vit tryggja okkum við góðari stovnsrekt, hóast vit mugu ásanna, at heldur ikki her hava vit ikki havt tað neyðuga hegnið og dirvið. Men eins stóran týdn- ing og tað hevur at ekja ráverugrundarlagið, eins stóran týdning hevur tað at rekja teir marknaðir, sum vit skulu selja út- flutning okkara á. Eitt av okkara mistøkum Av og á hevur spurning- urin um ein føroyskan um- boðsmann i Briissel verið frammi. Hetta er eitt mål, sum i fyrstu syftu ikki tykist . koma Føroya Handverks meistarafelag vid. Men tað ger tað. Tað kemur okkum ellum somlum við, tí hevur útflutningsvinna okkara tað ikki gott, hevur hverki feroyskt handverk, ella nakar ann- ar táttur í tí feroyska samfelagnum, tað gott heldur. Seinast hevur áður- nevndi formaður í Hav- búnaðarfelagnum blást nýtt lív í hetta mál, og í dag mugu vit bert ásanna, at tað er eitt av okkara mopgu mistekum, at um- boðsmaður okkara í Brússel ikki er settur fyri fleiri árum síðani. Trupult at fata Pappírsveldið í EF er til- tikið, og er so óliðiligt, at tað er trupult hjá føroy- ingum at fata. I Føroyum er ikki meira enn ein hurå imillum løgmann og full- trúan, og hvønn dag hitt- ast okkara topppolitikar- ar og tann vanligi før- oyingurin á veg til arbeið- is, við fótbóltsvellin ella í onkrum handli. Soleiðis er tað ikki í EF. Við 17 nevndarlimum (kommisserum) og 12.000 embætismonum í EF- nevndini, 518 politikarum og 3.000 embætismonnum í EF-tinginum og 12 ráð- harrum og 12.000 embæt- ismonnum í ráðharra- stovninum, allir við hver sínum lokalum áhugamál- um at rekja, er tað veru- liga langt ímillum topp og botn. Tað sóu vit, tå ið løg- maður kom væl hýrdur heimaftur eftir vitjan í Briissel, har teir politisku spíssarnir, við sjálvum Delors á odda, tóku hjartaliga ímóti honum og vissaðu hann um, at teir skiltu føroysk áhugamál í sambandi við samráðing- arnar, sum skuldu verða um fríhandilsavtaluna. Men so mikið sterri var vónbrotið, tá ið samráð- ingarnar byrjaðu, og em- bætismenninir legdu sjón- armiðini hjá EF fyri fer- oyingar. Vit minnast, hvussu truplar samráð- ingarnar vóru. Sostatt vóru vit í teirri legnu steðu, at politikar- arnir skiltu okkara steðu, men tað vistu embætis- menninir ikki av. Tað sóu vit eisini, tá ið fríhandilsavtalan endiliga varð gjørd, men kortini noyddust føroyskir útflyt- arar framvegis at gjalda toll av vørum, sum åttu at verid tollfriar, ti åvisir EF-embætismenn ikki vistu um avtaluna. Eitt annað demið er toll- rokningin, sum vit hava fingið frá EF, tí vit skulu hava flutt fisk út ólógliga. Vit síggja tað eisini, nú EF bólkar feroyskan laks saman við tí norska og hóttir okkum við revsi- tolli. Og vit síggja tað nú, teir ákæra okkum at selja kongafisk fyri dumping- prísir. Alt samalt misskiljing- ar, sum eru avleiðingar av einum ósmidligum papp- írsveldi — kanska krydd- að við einum dismi av ill- vilja frá embætismonnum, sum hava áhugamál hjá ávísum londum at rekja, og tí brúka pappírsveldið at leggja okkum fótonglar í vegin. Ikki ein spurningur um prís Tað er ikki av tilvild, at ell megulig lond hava tilsam- ans túsundtals av tí fólka- slagi, sum tey rópa »lobbyistar«, i Brússel. Tað eru fólk, sum ganga skrivstovu av skrivstovu og greiða embætismonn- um og politikarum frá ser- ligum áhugamálum hjá sínum landi, sum greiða teimum frá rætta saman- hanginum í einum máli, tá misskiljingar taka seg upp, sum ávirka teir alla staðni har hevið býðst — til arbeiðis ella í frítíðini, sum njósnast og fregnast, um reringar í EF, sum teir kunnu boða frá í heim- landinum, so politikarar heima fáa fyrireikað seg til tað, sum væntandi fer at henda. Tá spurningurin um fer- oyskan umboðsmann kemur upp á tal, er tað al- tíð kostnaðurin, sum fær fólk at ivast. Vit vita ikki, hvat ein feroyskur umboðsmaður fer at kosta. Men vit vita, at ein danskur lobbyistur kostar 700-800.000 um ári, harav uml. helvtin er len og hin helvtin ymisk ískoyti fyri at flyta til Brússel. Higartil hava atsókn- irnar frá EF ímóti okkum kostað okkum nógvar, nógvar milliónir og hvat tær fara at kosta í framtíð- ini, ber bert til at gita um. So ein feroyskur lobbyist- ur hevði skjótt tænt fyri sítt breyð. Umráðandi ikki at velja ta »biligu« loysnina Men eitt er sera umráð- andi, og tað er, at vit ikki taka ta »biligu« loysnina, og biðja onkran danskan embætismann i Brissel røkja okkara åhugamål. Hann verður aldrin meira enn hálvur okkara maður, og sum EF maður hevur hann eisini fyrst og fremst teirra áhugamál at rekja. Hinvegin hevur tað stersta týdning, at ein fer- oyskur umboðsmaður Framhald á síðu 16