leygardagur 21. mars 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
LL
Nr. 57 — 21. mars 1992
Frå Film sfelagn um
…
TT
'
« i Par ar
tíðindablaðið
# øn
Leygarkvold við Tarkovskij
Leygarkveldið hin 21. mars verður høvi at síggja aðal-
verk Tarkovskijs »Andrej Rubljov«. Filmurin er gjørdur
1966—1969 og varar 185 min. Syningin byrjar kl. 21 og
verður í Sjónleikarhúsinum.
Filmsfelagið sýnir nú
leygarkveld burturav.
Sýningarnar eru í Sjón-
leikarhúsinum í Havn.
Høvi er at tekna seg sum
lim í sambandi við sýning-
arnar.
Russiskur
ikonmålari
Í flestu londum hevur al-
tjóða virðing og viður-
kenning nógv at týða -
eisini í Russlandi. Tá liðin
vóru fimti ár síðani russ-
iska kollveltingin tók seg
upp, skuldi hetta hátíðar-
haldast. Í vón um at vinna
altjóða virðislen, lótu
russiskir = myndugleikar
teir báðar leikstjórarnar
Andrej Tarkovskij (1932-
86) og Andrej Mihajlov-
Konchalovskij (f. 1937)
gera film yvir seguna um
ikonmálaran Andrej Rubl-
jov, sum livdi í Russlandi í
seinnu miðeld.
Stórfilmurin um ikon-
málaran, tikin í Cinema-
scope, varð liðugur í 1967.
Eins og aðrir filmar eftir
Tarkovskij, metti hesin
mótsteðu í heimlandinum.
Myndugleikarnir = legdu
hald á filmin, tí teir mettu
hann vera alt ov dapran
og hartil ósemiligan. Í
filminum verður sýnt eitt
grimt miðaldarrussland —
og mett varð ikki, at hetta
framdi hátíðardámin á
fimti ára haldinum fyri ok-
tober-kollveltingina!
Hinvegin var tað vónin
um viðurkenning í films-
heiminum, sum í 1969
fekk russiskar myndug-
leikar at skipa fyri einari
afturlatnari sýning á film-
stevnu í Cannes. Ummæl-
arar úr øllum heiminum
heiðraðu straks Tarkov-
skij við „international
critics award<. Tó skuldu
ganga 3 ár innan myndug-
leikarnir loyvdu russisk
um biografgangarum at
siggja »Andrej Rubljov« å
heimavølli.
Filmur i 8 pørtum
Filmurin um Andrej
Rubljov byggir å 8 hend-
ingar, sum vid for- og
eftirmæli, verða saman-
tvunnar í eina frí episka
heild, har vit fáa innlit í
eitt flokjasligt, mangan ó-
mentað og ræðuligt tíðar-
skeið í russisku seguni —
seinra miðeldin.
Harðrendir lensharrar
liggja í stríði hver við ann-
an og tartarar loypa
ræðslu á fólkið. Sams-
tundis verður borin fram
segan um djúpt hugsandi
listarmannin Andrej
Rubljov og steðu hansara
mótvegis teim ráðandi.
Hyggja vit í altjóða
pressuna, man hesin film-
ur vera millum teir bestu,
tá filmsummeælarar fara í
biograf. Danski ummælar-
in Henning Jergensen,
segði eitt nú tá filmurin
varð frumsýndur í Dan-
mark: >Samtidig er dette
en skildring af en stor
individuel kunstners
tvivlrádigt grublende,
desperat rugende udvikl-
ingsfærd gennem sit land
og sin tid mod en menn-
eskelig erkendelse og en
skabende forløsning, der
fejres i filmens vidunder-
lige epilog«.
Svart-hviti filmurin um
Andrej Rubljov endar i
himmalskum litum. I film-
inum ýður av kåmum lit-
brigdum og bjertum mót
setningum. Landslegini
depur, tokut og gruggut
so langt eygað sær
skifta, og vit síggja nú
kirkjurnar og stranga
russiska kleysturarkitek-
turin. Drigið verður á
bæði og mótsetningar
metast; alt meðan russ-
iska blóðbaðið verður trá-
greint, dregur Tarkovskij
okkum inn í langar, inni-
ligar samreður.
Filmurin er í allari sínari
longd — 185 minuttir —
merktur av hákirkjuliga
og skaldsliga lyndi Tar-
kovskijs og ikki minst av
framúr sjónnæma hug-
flogi hansara. Filmurin er
bygdur stein fyri stein,
sum dómkirkjan — ella
stoyptur eins og kirkju-
klokkan, sum júst er eitt
av máttmiklastu brotun-
um í øllum filminum.
Leikstjorin
Russiski leikstjórin
Andrej Tarkovskij verður
mettur sum ein hin týdn-
ingarmesti nýskaparin
altjóða filmslist
seinastu mongu árini. 54
innan
áa gamal doyði hann á
sjúkrahúsi í París 28. de-
sember 1986. Seinastu
árini livdi Tarkovskij í út
legd og gjerdi filmar
Ítalia og Sveríki
Fleiri altjóða leikstjórar
eru týðuliga merktir av
Tarkovskij og filmslist
hansara. Um okkara leiðir
kunnu nevnast leikstjór-
arnir Lars von Trier úr
Danmark (Europa, 1991)
og Friðrik Tór Friðriksson
úr Íslandi (Bern náttur-
unnar, 1991), sum í brot-
um hava greiðar tilvísing-
ar til Tarkovskij.
Andrej Tarkovskij fekk
sjey leikfilmar og ein
stuttfilm frá hondini. Av
teimum sjey leikfilmunum
hevur Filmsfelagid synt
teir fyra: »Barnaår Ivans«
(1962), »Speglid« (1974),
»Stalker« (1979) og »Offr-
ið< (1986). Allir hesir
verða mettir sum varðar í
filmsseguni.
Tarkovskij er egin leik-
stjóri; bæði gátuferur og
djúpt eksistentiellur. Tí er
hann ein sonn avbjóðing.
fordómum
ok:ara av til harðan dyst.
Okkum manglar hugflog,
Hann bjóðar
sigur hann, og kastar
legnar sjónir í høvd og
hjarta áskoðarans. Tar-
kovskij hugsar nevniliga
ikki bert við hevdinum!
At síggja ein Tarkovskij
-film er at ferðast inn í eitt
undarligt land. Kanska
eitt Tarkovskij-land. Men
ferðin er eisini ein sjálvs-
rannsóknarferð. Ein ferð
inn í sjálvan teg.
Tað er júst av hesi or-
sek, at filmar hansara
hevja seg upp um ta »sub-
jektivismu«, sum Sovjett
åkærdi hann fyri at dyrka.
Ti gerast filmar Tarkov-
skijs list. Stór list i stór-
um myndum. Men sum øll
sonn list, setir list Tarkov-
skijs krøv. Krøv, at tora
at meta listini við opnum
sinni.
— Torir tú?
Í Sjónleikarhúsinum
21. mars 1992 kl. 21.00
ANDREJ RUBLJOY
Andrej Tarkovskij USSR
1966-69
Anatolij Solonitsin, Ivan
Lapikov, Nikolaj Grinko
185 min