Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fíggjarlógin TAÐ leikar hart á í samfelagnum í løtuni. Hetta síggja vit á tí vaksandi arbeiðsloysinum, vit síggja og hoyra um hús, virki og skip, sum fara á tvang. Fólk fáa rætt og slætt ikki endarnar at røkka saman í hesi torføru tíð. Trupulleikarnir stava frá lutvist egnum åvum vid skeivum politikki, frå skeivum metingum og iløgum í privata vinnulivinum, frå tørvandi fiski og sidani frå uttanifrå virkandi orsøkum, sum vit lutvist ikki hava åvirkan å. MEN tad eru so ikki bert hesi nevndu, sum ikki fåa endarnar at røkka saman. Heldur ikki tad al- menna, landskassin, tykist at fåa endarnar at røkka saman. Í verandi fíggjarlóg er kalkulerað vid einum halli uppá 90 mill. kr. Landsstýrið og samgongan hava alla tíðina sagt, at hetta undirskot má ikki fara upp um umrøddu 90 mill. kr. Og endamålid er at fáa fíggjarlógina fyri 1993 at javnviga. VIT vita tó av royndum, at torført er at halda eina fíggjarlóg. og vit fáa tí eykafíggjarlógir og nú helst eisini eina kreppufíggjarlóg. Tað vísir seg nevniliga, at metingarnar, sum vórðu gjørdar í fjør og brúktar sum grundarlag fyri verandi figgjarlåg, neyvan koma at halda. Ein av limun- um í Búskaparráðnum segði við Sosialin í farnu viku, at neyðugt er at endurskoða fíggjarlógina beinan- vegin, skulu vit klára at stavnhaldid Ábyrgdðarbjaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Fødingardagstilbod! I samband vid, at i dag eru tiggju år sidani Tíðindablaðið Sosialurin flutti í egin blaðhús á Argjum, og varð prentaður á egnari bladpressu, vilja vit bjóða fólki at halda blaðið ókeypis til 1. apríl. Tess skjótari tygun senda okkum lepan, tess skjótari fáa tygum blaðið. Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P4 Pressan 1981 Telefon: Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax: 14720 hjá samgonguni, nevniliga ikki at hava meira enn 90 mill. kr í undir- skoti á fíggjarlógini. Nú sær út til, at minni fer at koma inn í skatti og tolli. Hann heitti tí á politikararnar um at gjógnumganga verandi fíggj- arlóg við tí fyri eyga at skerja út- reiðslurnar ella at finna nýggjar inn- tøkur, sum hann tó metti sera óreal- istiskt. SÍÐANI hesi kollveltandi úttalilsi vóru kunngjørd í Sosialinum, hevur fíggjarmálaráðharrin úttalað seg til Útvarpið. Har viðgekk hann, at stødan er so mikið ålvarslig at vit innanfyri fjúrtan dagar mugu finna sparingar uppá einar 200 mill. kr. á verandi fíggjarlóg. Hetta kemst av minni inntgkum hjá landskassanum og av tí at enn eru fleiri almenn veð- hald fara at verða effektiv. Eisini eru tær 60 mill. kr., sum tað al- menna mátti lata til Menningar- grunnin herfyri fyri at nøkta akutta tørvin hjá grunninum. TAÐ verður tí sera spennandi at síggja, hverjar sparingar landsstýrið er ført fyri at finna á verandi figgjar- lóg. Fíggjarmálaráðharrin hevur sagt, at ein treyt fyri at fáa lánið uppá 500 mill. kr., vit fingu herfyri, og fyri at fáa møguliga nýggj fram- tíðar lán, er tann, at vit ikki fara upp um tær 90 mill. kr. á fíggjarlógini, sum stavnhaldið er. Hann hevur eis- ini sagt, at tað verður neyðugt at fara út til skattaborgaran fyri at rinda tær 60 mill. kr. til Menningar- grunnin. Nú koma so helst nógv JA! Eg vil fegin hava Tíðindablaðið Ókeypis Sosialin ókeypis til 1. april "92. Tá salur; j fái eg rokningina fyri apríl ársfjórð- SU ing — 205 krónur fyri haldarar í Føroyum og 240 krónur fyri stgjaldid haldarar niðri — og gjaldi hana, vil eg framvegis hava blaðið. prag 64 Navn. Bustadur: Tíðindablaðið Byrt/bjur: Sosialurin, Postboks 76, FR-110 Tórshavn fleiri almenn veðhald, sum skulu gjaldast og helst verða eisini onnur viðurskifti, sum vit ikki kenna i løt- uni, nú árið jú er ungt. EINGIN ivi er um at okkurt skal ger- ast. Spurningur er bara hvat. Hetta er sjálvandi ein politisk uppgáva, men vit meta hana at vera so álvarsliga og týdningarmikla, at her mugu bæði andstøda og samgonga royna at virka saman fyri at finna tær bestu loysnirnar. Tað er ikki nógv at heinta hjá vanliga løntakar- anum, um hetta er ætlanin. Fiski- vinnustuðulin er longu nógv skerd- ur og skal skerjast enn meira kom- andi ár vita vit. Tað er ivasamt, hvat her er at heinta eftir fáum døgum. Spurningurin er so hvat annað kann skerjast og sparast burtur á fíggjar- lógini. Tær lógarbundnu útreiðslur- nar kann einki gerast við, so hvat er tá eftir. Á sjúkrahúsgkinum eru longu framdar so nógvar sparingar, at har verður neyvan nógv at heinta, og soleiðis kundi verðið hildið fram. Men onkustaðni skal sparast, tað vita vit, nú tað ljóðar, at landsstýrið skal hava latið seg binda á hond og fót mótvegis teim- um útlendsku lánveitarunum. VIT hava so ongar patentloysnir uppá trupulleikarnar, men kunnu bert vóna, at landsins myndugleikar spæla við opnum kortum og ikki bráddliga koma við kreppuloysn- um, sum kollrenna samfelagið. Men neyðugt verður nú at leita eftir møguligum sparingum á fíggjarlóg- Maskinmeistarafelagið: ini. Hetta er eingin løtt uppgåva, men her ræður kanska meira um enn nakrantíð at allir tingmenn standa saman og fáa tað frægasta burtur úr. Nú fáa vit at síggja, um sambandsmenn og aðrir i andstød- uni tora og hava dirvi saman við samgonguni at finna neyðugar sparingar. EIN vegur at finna sparingar uppá longri sikt er kanska við stórri sam- felagsplanlegging á mongum økj- um, t.d. við samanlegging av yms- um stovnum og tænastuveitingum. Ein av orsøkunum til verandi støðu er helst tann, at ov lítið samspæl hevur verið millum bygdamenning- arpolitikkin og samfelagsorkuna. Rætt og slætt: tørvandi landsplan- legging, har stórar iløgur í infra- struktur, t.v.s. vegir, havnir og berg- hol ikki hava verið tengdar saman við gðrum iløgum í samfelagnum, og at veitt flakavirki á hvørjum tanga-syndromid« er vorðið gene- relt fyri næstan alla útbygging í samfelagnum. Øll pláss hava skul- að havt sín skúla, sítt bygdarhús, sína ítróttarhell, sín fótbóltsvell osfr. Samstundis sum samferðslan er so nógv útbygd, at tað hevði einki verið til hindurs fyri at havt færri av hvgrjum og brúkt buss, bil ella skip at koma fram. TAÐ er lætt at vera eftirklókur, men vit eiga at læra av gjørdum mistøk- um. Politikarar og onnur eiga tí at seta seg niður og gera eina lands- planlegging fyri alt samfelagið, og sum røkkur langt inn í næstu øld. — Byggið sum avtalað maskinskúla í Marknagili VALUTAKURSIR Á aðalfundi í Maskin- meistarafelagnum tann 21. mars 1992 varð gjerd henda fundarsamtykt: »Visandi til ta ótolandi Ultimo stødu, sum Maskinskúlin 23.3. síðsta mén. framvegis virkar undir, og USA Dollari .. 650,40 639,50 sum ferð eftir ferð hevur Bretland Pund ...1111,34 1115,42 verið víst á, bæði í skrift V-Týskland Markur . 388,07 387,51 og talu, heitir aðalfundur- Svøriki Króna 106,98 106,91 in å Føroya Landsstyri og Noreg Kréna 98,88 98,88 Long fremja ta Frakland = Frankur . 114,42 113,97 Maskinskúla í Mere ng: Belgja Frankur . 18,851 18,8 i Havn, sum áður er sam- Sveits Frankur . 427,47 426.45 tykt av Føroya Lands. | Holland Gyllin... 344,71 344,43 stýri og sum eisini er av- Italia Liri ..... 0,5165 0,5163 um millum Javnaðar- Ísland Króna .. 10,82 10,84 flokkin og Félkafiokkin.« Eysturríki — Skillingur 55,142 55,072 Henda varð undirskriv- Spania Pesetas . 6,150 6,173 að av 48 monnum. Portugal Escudos 4,505 4,505 Kanada Dollari .. 54359 538,75 Japan Yen .... 4,85% 4,9428 Írland Pund ... 1034,98 1033,69 Grikkaland Drakmur — 3,351 3,362 Kelda: Føroya Sparikassi Ét ERE ET ER FÉ TIN DP EEN ERE AE