týsdagur 24. mars 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tað verður biligari at liva í Føroyum:
Sundstein, fíggjarmálaráðharri
Skatturin minkar
-og vanligu nytsluvørurnar verða bíligari. Hinvegin verða aðrar
vørur dýrari, og á hendan hátt fara fólk í stóran mun sjálvi at
gera av hvussu mikið tey lata í landskassan, sigur Jógvan
Skaturin verður minni
og vanligu
húsarhaldsvórurnar
verða bíligari. Tá fer
betri at bera til at spara
hjá hvørjum einstøkum
húsa; haldi, sigur
fíggjarmálaráðharrin.
Mynd: Kalmar
Sambært Jógvan Sunds-
tein, fíggjarmálaráðharra
Skulu vit heldur gleða
okkum til at fáa MOMSIN
heldur enn at Óttast hann.
Við Momsskipanini fáa
vit eina heilt nýggja skatta-
og avgjaldsloysn, sum
fíggjarmálaráðharrin mál-
ber seg. So at siga allir
frádráttir verða avtiknir, og
ein fastur botnfrádráttur
kemur ístaðin. Fólk skulu
gjalda minni í vanligum
skatti, og vanligu nýtslu-
Nr. 58 — 24. mars 1992
vørurnar verða eisini
bíligart.
Jógvan Sundstein heldur
kortini ikki, at landskassin
fær færri inntøkur, tí aðrar
vørur og tænastur verða
dýrari. Samanumtikið fáa
fólk stórri møguleikar enn
nú sjålvi at gera av hvussu
nógv tey lata landskassan-
um.
Hesi nýggju skatta- og
avgjaldsuppskotini eru um
at vera liðug, og verða
løgd fyri samgonguung-
menn í hesi vikuni.
Jógvan Sundstein sigur,
at partafelagsskatturin
verður eisini minni. So-
leiðis fáa partafeløg tå
stórri møguleika til at seta
stórri virksemi í gongd.
Hann heldur, at hesar bøttu
treytirnar fyri partafeløg
fara at gera, at møguliga
eisini útlendsk partafeløg
verða stovnsett í Føroyum.
Maður og kona skulu í
fullan mun skatta hvor
sær. Arbeiða tey í sama
virki skal møguliga yvir-
skotið býtast teirra millum
ul hvørt av teimum at
skatta av.
tór.-
-um landskassin skal rinda helvtina
Tingmenn taka ikki undir
við uppskotinum hjá
Kristiliga Fólkaflokkinum
um at gávur kunnu dragast
frá í skatti. Flokkurin skeyt
upp, at broyta skattalógina
soleiðis, at gávur ul væl-
gerandi endamál, kunnu
dragast frá skattinum.
Eingin tingmaður, sum
hevði orðið tá hetta mál
var umrøtt í tinginum í
síðstu viku, tók undir við
uppskotunum.
Vilhelm Johannesen
segði, at tað tiltaladi ikki
seg at tvinna gávur saman
við skatti.
-Gud elskar ein gledan
gevara, men kunnu vit ikki
geva uttan at fáa skatta-
fyrimun, eru vit ikki glaðir
gevarar, segði Vilhelm
Johannesen.
Olaf Olsen helt uppskot-
ið hjá Kristiliga Fólka-
flokkinum heldur ikki vera
ov snilt. Hann segði, at
sum oftast vil gevarin vera
Onevndur. At geva eina
gávu fyri at vísa hvor ein
sjálvur er, er Óvanligt,
segði hann. Olaf Olsen
helt tó fyri, at møguliga
var skilagott at broyta
Skattalógina í samband við
innsavningar.
-Tað kemur meira enn so
fyri at savnað verður inn til
fólk, sum á ein ella annan
hátt eru komin illa fyri,
men sambært skattalógina
skulu hesi gjalda skatt av
gávuni. Tað kann vera
aman í at geva gávur
óhappi, helt hann fyri.
Partamaður hansara, Jóg-
van Sundstein, fíggjar-
málaráðharri tók heldur
ikki udnir við uppskot-
inum. Hann segði, at vil
ein geva eina gáva, má tað
vera ein gáva frá einum
sjálvum, og ikki partvíst úr
landskassanum. Eisini
Jógvan A. Johannesen og
Heini O. Heinesen søgdu
sína hugsan um gávu-
mildni Kristiliga Fólka-
floksins. Teir vóru samdir
um, at gávur skulu ikki
gevast upp á nakkan av
landskassanum.
Sverri Midjord segði seg
ivast í kristiliga hugsjónar
grundarlagnum hjá ting-
manninum hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum, Niels
Paula Danielsen, tá hann
kundi koma við einum
tílíkum uppskotið. Sverri
Midjord segði seg væl
skilja, at fáa komu í kirkju
tá Niels Pauli prædikar.
tór.-
Mynd: Kalmar