Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 25. mars 1992 Síða 3 SOSIALURIN SPURDI ÁTTA TILVILDARLIGA VALD FOLK: gl móti undirsjoartunli undir Vestmannasundi Um tað er gjøgnumgangandi meiningin hjá føroyingum, vita vit ikki, ti til tess krevst stórri kanning. Men øll tey, Sosialurin spurdi seinnapartin mánadagin, vóru á einum máli: Ikki ber til at fara undir gerð av undirsjóartunli undir Vestmannasundi nú, tí vit hava ikki ráð. Vit spurdur tilsamans eini 30 fólk, harav hesi átta niðanfyri vóru tey einastu, ið tordu at standa fram og siga sína meining. Men heldur ikki av teimum 30 var nakar fyri tunlinum. | SUNNVÁ JACOBSEN, sjúkrasystranæmingur, Fuglafirði: >Sjálvt um sagt verður, at tað loysir seg fyri samfelagið bú- skaparliga um nøkur ár, at fara undir tunnilin nú, so haldi eg at vit eiga at bíða. Vit hava ikki ráð til heua nú.< SOFUS KLEIN JOEN- SEN, útróðrarmaður, Oyndarfirdi: »Høvdu vit fingið hann fyri einki, so var í lagi. Men hvar skulu vit fáa pengar frá til ein tílíkan? Annars undrar tað meg, at fólk siga, at tey ikki tora at koyra igjøgn- um ein undirsjóartunnil. Burtursæð frá vágafólki, so skulu tey flestu, sum fara vestur, við flogfari. Tora tey at flúgva, so tora tey eisini at fara undir Vestmannasund.« PER PETERSEN, spari- kassamadur, Tørshavn: »Nei, vit skulu ongan und- irsjóartunnil hava í hesum tíðum. Tað hava vit stutt sagt ikki ráð til.« ASBJØRG POULSEN, krambarkvinna, Argj- um: >Tað er ongin onnur oygg), sum í løtuni hevur so gott samband sum Vágoyggin. Tí haldi eg at tað er als ikki neyðugt at fara undir ein undirsjóar- tunnil. Og fara teir undir ein tílíkan, so verður hann tíggju ferðir dýrari enn teir siga í dag.< NOOMI JUUL, antikvi- tetskeypmaður, Tórs- havn: >Ég minnist hvussu trupult tað var at ferðast vestur i Vågar, tå eg sum smågenta fór við pápa í Tindhólm. Tó klagadi ongin. Eg haldi at vit kunnu bíða í mong ár afturat áðrenn vit fáa ein undirsjóartunnil. Og hvat við trygdini. Eg hevði ikki vilja verið stødd niðri í tunnlinum, tá streymveit- ingin hjá SEV fór. Myrkt og ongin útlufting.< g" OLAVUR PETERSEN, bilmekanikari, Saltnesi: »Ongin logikkur er i at fara undir ein undirsjóar- tunnil. Og grundarlagið er ov líuð við teimum fáu menniskjunum har vest- uri.« HANS JACOB DEBES, doktari, Tórshavn: >Tað eru so nógv onnur ting, ið eiga at verða gjørd fyrst, áðrenn vit fara undir ein tunnil undir Vestmanna- sund. So eg haldi, at vit eiga at steðga.< EYÐUN ELLENDER- SEN, maskinmaður, Tórshavn: »Eg haldi ikki at vit skulu fara undir ein undirsjóartunnil nú. Tað hava vit ikki ráð ul í løtuni.« Lesid meira um undir- Sjóartunnilin á síðu 4 Ring til dit rejsebureau og hør mere om Danairs Lavpriser til Oznmark. Men vent ikke for læ 14-dages-reglen er nu ophævet. Hvis du skal "lavpris" til København eller en provinslufthavn i Danmark, skal billetten nu kun bestilles og betales 7 dage før. Prisen er excl. færøsk udrejseafgift, og du skal være bortrejst natten mellem en lørdag og en søndag. Børn får ekstra rabat. Prisen er stadig 2-600,- t/r. DANIR nge. Antallet af lavpris-billetter på hvert fly er Begrænset