mikudagur 25. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ED
US
GENE
Nr. 59 — 25. mars 1992
rætta góðskan til rætta prisin
IBM PS/1 — teldan til eitthvert endamál,
bæði sum heimatelda, til tað lítla virkið ella
sum ein telda íbundin eitt størri netkerv -
IBM PS/1 er loysnin.
Vælkomin inn á gólvið og royn IBM PS/1
telduna.
IBM PS/1 Model 282
386SX 16Mhz geril, BOMb harddisk,
2Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastoð,
mús, 2 eyka portur, litskerm VGA 12
DOS 4.01, MS Works
2.0, MS Windows 3.0,
PS/1 valmynd.
IBM PS/1 Model 242
386SX 16Mhz geril, 40Mb harddisk,
2Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastod,
mús, 2 eyka portur, litskerm VGA 12",
DOS 4.01, MS Works
2.0, MS Windows 3.0,
PS/1 valmynd.
H
,
+
16.990,00
14.500,00
IBM PS/1 Model 342
386SX 16Mhz geril, 40Mb harddisk,
2Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastoð,
mus, litskerm VGA 12", DOS 4.01, MS-
Works 2.0, PS/1
valmynd.
12.990,00
IBM PS/1 Model 234
286 10Mhz geril, 30Mb harddisk,
1Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastoð,
8 mus, litskerm VGA 12",
8 DOS 4.01, PS/1
10.900,00
valmynd.
IBM PS/1 Model 134
286 10Mhz geril, 30Mb harðdisk,
1Mb ritminni (RAM),
1.44Mb disklastoð,
mús, S/H skerm VGA
12", DOS 4.01, PS/1
valmynd.
7.950,00
XEROX 4010 Postscript
2.5Mb ritminni (RAM)
Xscript/2, 35 skriftum,
4 sidur pr. min.
13.900,00
XEROX 4010 Laser Prentari
1,5 Mb ritminni (RAM),
4 sidur pr. min.
8.900,00
IBM 4212 Matrix Prentari
24 nåla matrix prentari
vid 12 skriftum.
formula
fØROYAR
|
|
————I"ii ii
3.990,00
tidjagøta 11, tlf. 1.7220, fax 1.8154 |
Síða 7
Trygdarhjálmurin
hentur —
ella óneyðugur
og til ampa
20 av 50 virkjum halda ikki reglurnar um
at nýta trygdarhjálm, har tað kreust, vísir
kanning,
gjørt.
Nógv sjónarmið komu
fram, tá Arbeiðseftirlitið
eftir einari viku vitjaði
virki og arbeiðspláss, har
trygdarhjálmur er kravd
persónlig verndarútgerð.
Í flestu forum hevði
leiðslan útvegað trygdar-
hjálmar og vildi hava fólk
at nýta teir. Á einum
virki, har 80 fólk arbeiða,
varð úrslitið av kanning-
ini, at leiðsian bað eftir-
litsfólkið hjá Arbeiðs-
eftirlitinum koma á kunn-
andi fund við arbeiðsfólk-
unum, har Arbeiðseftirlit-
ið og leiðslan staðfesti, at
nú skuldi fólkið nýta
hjálm.
Á smærri virkjum vóru
fólk á ymsum máli. Onkur
virkisleiðari visti als ikki,
at hjálmurin skuldi nýt-
ast, annar helt tað vera
»fjas«. Ein arbeiðsmaður
segði, at trygdarhjálmur-
in var til ampa, og ein
leiðari ivaðist í, um tað
var neyðugt at nýta
hjálm, hóast tað er lógar-
kravt.
Kanningin vísti, at
hóast øll virki høvdu út-
vegað arbeiðsfólkunum
trygdarhjálm, so vóru hes-
ir ikki nýttir, eins og ar-
beiðsgevarar ikki við
skeltum hevdu staðfest,
hverji eki vóru á arbeiðs-
plássinum, har hjálmur
var kravdur.
sum Arbeiðseftirlitið hevur
Av teimum 50 arbeiðs-
plássunum, sum kanning-
in fevndi um, varð stað-
fest, at 20 virki hevdu
framt brot á arbeiðara-
verndarlógina og Kunn-
gerð nr. 74 frá 25. okt.
1985 um persónliga
verndarútgerð. Frágreið-
ingar eru nú skrivaðar og
latnar fútanum at taka
steðu til.
— Hetta er bert ein
ábending um, hvussu
stendur til við persónligu
verndarútgerðini á fer-
oyskum arbeiðsplássum,
sigur Eli Davidsen, stjóri
á Arbeiðseftirlitinum.
— Úrslitið varð ikki ødr-
vísi enn vit høvdu vænt-
að, men orsakað av at
einki arbeiði er t.d. á flaka-
virkjum og aðrastaðni í
løtuni, kann væntast, at
virki fåa vitjan av eftir-
litsfólkum seinni, hóast
úrslitið av hesi kanning
nú er av
Kanningin um trygdar-
útgerð heldur fram á Ar-
beiðseftirlitinum. Hetta er
bert ein byrjan í royndini
at gera vart við persónligu
trygdarútgerðina. Seinni
verður farið at kanna,
hvussu stendur til við
trygdini, tá tað snýr seg
um at nýta trygdarskógv-
ar, trygdarhandskar,
hoyrivernd og annað.
Tíðindi frá Radioeftirlitinum/T. FL.
Frekvensbroytingar
Sambært altjóða við-
tøku verða maritimu
arbeidsfrekvensirnir i
MF-bandinum i ITU-
eki 1, te. Europa,
Afrika og fyrrv. Sov-
jetsamveldið, broyttir
1. april 1992 kl. 00.01
UTC (áður GMT).
Radiotelefoni-sam-
skiftið við Tórshavn
Radio, sum í dag fer
fram á 1778/2069 kHz
ella 1708/2097 kHz
verður soleiðis aftan á
1. april 1992 at fara
fram ávikavist á
1641/2066 kHz elia
1758/2102 kHz.
Radiotelegrafi-sam-
skiftið, sum í dag fer
fram á 447 kHz, verður
1. apríl 1992 broytt til
512,5 kHz.
Tað er vert at hava
sær hesar tilstundandi
broytingar fyri eyga.
Teir bátar og tey
skip, sum ikki hava
broytt arbeiðsfre-
kvensirnar, fáa aftan á
1. apr. 1992 ikki sam-
skift við Tórshavnar
Radio ella nakra aðra
landsteð í áðurnevnda
ITU-øki 1.
Neyð og kallifre-
kvensurin 2182 kHz
verður tó óbroyttur.
Um spurningar eru
hesum viðvíkjandi ber
til at venda sær til
Radiceftirlitið telefon
18335 ella 12965 lok.
35.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og fríggjadag ki. 11—16. Tlf. 15816.
Hilmar Jan
Hansen
skrivar
FRIÐUR Á JØRD hevur ikki akkurát verið vøru-
merki hjá sokallaða kristiliga fólkaflokkinum, sum
øll hesi síðstu árini hevur verið eitt klandurshol av
teimum heilt stóru. Friður hevur onga tíð verið.
Hevur ikki eitt verið at klandrast um, so hevur tað
verið okkurt annað, og ikki so fá munnu hava verið
ørg um, at júst hesin flokkur av øllum skuldi
brúka/misbrúka tilnavnid “kristiligur" í sínum polit-
iska spæli. Nú eru tó so mikið greið viðurskifti, at
bæði núverandi og fyrrverandi formaðurin hava
roykt fridarpipuna og grivið stríðsgksina niður
Endin var so, at heilir tveir flokkar komu burturúr,
harav annar hevur *forkastað" kristiliga heitið. Tað
átti hin eisini at gjørt fyri ordans skyld, skuldi
stridsøksin eina aðra ferð komið undan aftur. Hasir
klandurspolitikarnir eru ikki so stuttligir at skriva
um eftirhondini.
ABYRGDARLOYSI ER EITT sera sterkt orð
Vónandi koma vit ongantíð hartil, at hetta eisini so
keðiliga orð verður yvirskrift yvir okkara ráðandi
monnum og kvinnum. Tann altíð so smílandi fíggj-
armálaráðharrin hevur kunngjørt, at sparast skulu
200 milliónir krónur á fíggjarlógini, samstundis sum
hann hevur lovað, at talan ikki verð
inntøkulégir. Hvat tað hevur vid sær
eingin enn, men samstundis sum hesi risastóru
sparibodini koma
holt við undirsjóartunnil. Her skurrar í um,
mongum man hetta prátið tykjast ørvitisligt, n
sparing annars er lyklaorðið í einum og øllum her á
landi. Onkur víðgongdur vildi kanska enntá farið so
vítt sum at spurt, um politikaranna umsiting av
skattaborgaranna pengum við at oyðsla teir ti! eitt
ganga menn kykir fyri at fara í
hol undir Vestmannasund, heldur enn at fáa okkurt
skilagott burturúr, ikki er á markinum til tað, fólk
fyrr kallaðu åbyrgdarloysi. Og skulu vit so oma
fáa norðmenn hendanvegin at gera hendan tunnil, er
jú heldur einki vunnið í føroyskum arbeiðsplássum,
sum summir annars egna dúgliga við. Verður undir-
sjóartunnilin gjørdur nú, má tað roknast sum enda-
ligi falitturin hjá føroyskum politikki, og tá er tað
bert ein tíðarspurningur, hvussu leingi nakað
verður litið føroyingum upp í hendi í Føroyum
I FARNU VIKUNI hoyrdist eisini, at fiskivinnu
og handilsskúlarnir í Suðuroynni skuldu halda fram.
hóast umsóknirnar bert vóru 11 í tali. Ljóðaði tað
við síðuna av, tá farið varð undir hesar útbúgvingar,
10 uttan nakran iva kosta meira enn tær nakrantíð á
ævini kunnu geva av sær aftur, so ljóðar tað ikki
minni ørt, at tær skulu halda fram, nú næmingatalið
verður í botni. Hetta tykist ei heldur vera í tráð við
ta spariætlan, fólkið skal boyggja seg fyri, um tær
200 milliónirnar skulu fáast til høldar onkunstadni
NÚ RUSDREKKALÓGIN ER komin igjøgnum
sum eitt tað størsta málið á tingi i åravis (1), verður
vælsaktans tað næsta, at ølklubbarnir fara at flyta
fimmarin 12 tímar fram — ella kanska eitt lítið sind-
ur minni — So fyribrigdi "morgunvertshús' eisini fær
gjørt sína innrás her á landi. Tað hevði í hvussu er
Oivad samsvarað væl við gongdina annars á landi,
nú tilboðini til tey arbeiðsleysu gerast færri og
færri. Tí saman við vaksandi arbeidsloysistølunum
fer helst eisini "tórvurin' á rúsdrekka at vaksa. Oiv-
að nakað, okkara fólkavaldu høvdu í huganum
spruttlógin varð samtykt...
id