Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er. Jr? 9 Nýggj myndabók: Mín fyrsti å barnagarður ég SRS Mín fyrsti barnagarður Fyrst komu >100 tey fyrstu orðini<, síðan kom »Min fyrsta djórabók< og nú kemur so fyrst henda nýggja bókin >Mín fyrsti barnagarður< — og seinni í vár kemur »Mitt fyrsta heim«. Tað er enska listakonan Edwina Riddell, sum hev- ur teknað og skrivað hesar fittu myndabekurnar. Eins og allar FLEKK-bek- uranr eru hennara bekur kanska mest lisnu små- barnabekurnar hesi sein- astu árini. „Mín fyrsti barna- garður< sigur frá fyrsta leikbólkinum, sum Rúni hevur í barnagarði sínum. Hann greiðir sjálvur frá vinfólkum sínum, hann sigur mammuni og lítlu- didduni farvæjl, og Sanna tekur ímóti honum. So greiðir hann frá, hvat tey spæla við, og tey mála og tekna. So spæla tey fólk í húsi, tey spáka við dukk- unum, geva kaninini, danda og reiggja og koyra bil, sita á potti og læra seg at vaska sær um hendur- nar, so syngja og spæla tey, so lesur Sanna søgu fyri teimum, og at enda er dagurin liðugur, og mamman og lítladiddan koma eftir Rúna. Aftast og fremst í hesi fittu bók- ini síggja vit umframt Rúna sjálvan bæði Beintu og Dánjal og Maluna og Lív og Eyðun og Trónd og Sáru og bjarna og Bárð og Erlu og Signhild og Katrinu, sum eru leikfe- lagar hansara. Í bókini er mynd av ell- um teimum vanligastu leikunu,m sum øll børn kenna aftur. Minnast tey ikki, hvussu tað eitur, stendur navn á, og soleiðis kunnu tey, sum ikki eru farin í skúla, byrja at læra | seg bókstavirnar við hesi fittu bókini. Tann, sum einki veit um ein barnagarð, fær her eitt forvitnisligt innlit í tann heimin. Og nógv er at práta um, tá ið nátturðin er etin og friður er undir lonini. „Mín fyrsti barnagarð- ur< er fyrsta bókin, sum forlagið Nýlendi gevur út í ár. Men tey smáu hava nakað at gleða seg til, tí longu tá ið fara at síggjast á bønum, koma tvær aðrar små- barnabekur. Onnur er áðurnevnda »Mitt fyrsta heim«, og hin er framhald av bókini, sum eitur »Drylurin hjá Viggo«. Tann nýggja bókin eitur >Viggo sigur nei! Og Viggo sigur KORTANEI! Seinni í ár koma tvær myndabekur og teimum á baki koma so tvær virðis- lenar ungdómsbekur og tvær hátt hevjaðar skald- segur. „Mín fyrsti barnagarð- ur< kostar 48 krónur og fæst í ellum bókabúðum. smálombini | Í Í Viðurkenning fyri „Nr. 59 — 25. mars 1992, Drunnsvarta Sjóvarfornfreðingurin Catharina Ingelman, sum m.a. hevur teknað myndir- nar í bókini um æðuungan »Drunnsvarta«, sum kom út á føroyskum fyri hålv- um ári síðan, hevur fingið játtað eitt stórt stipend- ium frá Anders Franzéns Stiftelse í Stokkhólmi til havseguliga gransking. Stovnurin fegnast serliga um evni hennara »att skriva om sitt ámne pá ett populårt och vederhåftigt sått«, skrivar Dagens Ny- heter. »Drunnsvarti« er inn- bundin myndabók og fæst í bókabúðunum fyri 75,00 krónur. Meðan vit bíða eftir smálombum... Heimalagtið »Heimalambid« og »Smålombini« Nu eru aftur tvær nyggjar barnabøkur komnar frå Ungu Feroyum. Sigurð Joensen hevur skrivað og tær eita >Heimalambið< og >Smálombini<. Astrid Andreasen hevur gjert myndir til báðar bekur- nar. >Heimalambið< er fram- hald av »Lambamænum«, ið kom út i fjør. Smálamb- ið, sum var hálvdeytt og kom til lívs í bakarovnin- um hjá ommu við Sjógv, hevur fingið navnið Skallahvíta. Tað er heima- lambið hjá lítla Sjúrði, men nú skal tað í hagan, so tað skal mennast og ikki gerast ein búkutur píningur. Hin bókin, »Smålom- bini«, er um at litli Sjúrður og Sanna og Karin fara at hyggja eftir smålombum Tey síggja nógv lomb, men serliga trý — eitt hvítt við knavum, eitt svart við knavum og eitt morreytt við ongum knav- um — sum tey spæla við og kanna sær. Húsi til allar sjey Tær eru vorðnar sjey, bek- urnar um lítla Sjúrð, allar við myndum, og forlagið hevur nú latið gera ein sneggan húsa, sum tær standa væl í. Húsin kann keypast fyri seg, men tey sum keypa allar bekurnar fáa avsláttur. Tey fáa sjey bekur og húsan fyri tað sum seks bekur kosta: 6X60 kr. = 360 kr. Bok Siggerts um Sibiriu Seinni i år geva Ungu Før- oyar út ta stóru ferðafrá- ein sunnudag í lembingini. segnina hjá Siggert Ami. pa str þr" EG irer 4 * EG son er le Mori AG 0 SE en BUBBA AG Ar + " Smålom! Patursson um Sibiriu. Bókin kom upprunaliga út 1901 og er skrivað á donskum. Nú kemur hon út í 2. útgávu á føroysk- um. Sigrið av Skarði Joen- sen, sum doyði í 1975, hevur týtt. Siggert ferðaðist í fleiri ár um Sibiriu og greiðir gjølla og livandi frá øllum, sum honum berst fyri; bókin er stuttlig at lesa og nú er hon harafturat vorð- in so tíðarbær sum nakrantíð. Sibiria — Frásagnir um mentanarsegu og tilburðir á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pertunum av Vestursibiriu og eisini við Kariska havið verður um- leið 400 síður við land- korti, ið vísir leið Sigg- erts, og tekningum úr 1. útgávuni. ” Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og annað. Tif. 13961 £ 3 Á á F i Í