fríggjadagur 27. mars 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vágafólk vilja
hava tunnilin
- Næstan øll í Vágum eru fyri at fáa tunnilin, sigur Jógvan á Ørg,
formaður i Felagskommununi í Vágum, sum heitir á landsmynd-
NO
Nr. 61 — 27. mars 1992
ugleikarnar um at avgreiða-málið
Mikukvøldid var fundur í
Miðvági millum nevndina í
Felagskommununa í Vág-
um og ídnaðarfólk í oynni.
Fundarevnið var sjálv-
sagt fast samband um Vest-
mannasund.
Jógvan á Ørg, formaður í
nevndin fyri Felagskomm-
ununa, sigur, at millum 90
og 100% av øllum eru fyri
at gera undirsjoartunnilin.
Á fundinum vístu um-
boðini fyri ídnaðin í oynni á
fyrimunirnar. Tey søgdu, at
bíðitíðin við ferjuna kostar
vinnulívinum dyrt. Meir-
kostnaðurin fyri at flyta
feskan fisk av oynni er
mettur til 20-30 oyru kilo,
sigur Jógvan á Ørg.
Í Vágum eru fleiri virki,
sum høvdu fingið fyrimunir
av føstum sambandi. Flaka-
virkini og alivinna, vind-
eygavirkið, smiðjan, sum
m.a. ger spøl og onnur virki.
- Vit ætla ikki at vera
ósaklig, men nú eru ngkur
tøl komin á borðið at
arbeiða við. Íløgan er ikki
so stór, og hon hevur stóran
týdning, ikki bara fyri
vágafólk men eisini fyri
sambandið við útheimin,
sigur Jógvan á Ørg.
Kostar at bíða
Fundurin gjørdi hesa nið-
urstødu:
"Umboð fyri øll bygd-
arráðið og vinnulivid í Våg-
um vidgjørdu málið um
fasta samband um Vest-
mannasund.
Semja var um, at fast
samband er livsneydugt fyri
verandi framburð í Vágum.
Heitt verður á landsmynd-
ugleikarnar at taka undir við
eini skjótari loysn av mál-
inum.
Eisini var semja um at
útvega nágreiniligar út-
rokningar yvir búskapar-
ligu fyrimunimar, ið fast
samband gevur.
Ferjusambandið um
Vestmannasund kostar
fólki og serliga vinnulív-
inum dýrt.
Heitt verður á felags-
kommunurnar saman við
landsmyndugleikunum at
fá eina skjóta loysn á máli-
num."
Felagskommunan — ar-
beidir nú víðari við måli-
num. Í gjár skuldi nevndin
hava fund við landsstýrim-
annin og løgtingsmenninar
úr Vágum, og í næstu viku
er ætlanin at kalla gll
bygdaráðini til fundar.
Misnegdir við
idnadarfelagid
Jógvan á Ørg sigur, at
ídnaðarmenninir í Vágum
eru sera misnggdir við, at
ídnaðarfelagið so harðliga
hevur úttalað seg ímóti at
gera tunnilin. Summir ídn-
aðarmenn eru so illir, at teir
ætla at taka seg úr Idnadar-
felagnum, sigur Jógvan á
Ørg.
Kommunurnar i Vågum
vilja nå hava landspolit-
ikaramar til at avgreida
málið. Kommunurnar hava
einki ímóti at taka málið
aftur og arbeiða víðari við
tí. Kommunurnar hava
íognafelagið saman við
Kvivikar kommunu at
standa fyri arbeiðinum.
Kommunumar klára sjálv-
ar at gjalda tunnilin við
ávísum landsstudningi, t.d.
hevði verið hóskandi at
fingið ein part um ikki allar
pengarnar, sum læntir
vórðu til tunnilin, heldur
Jógvan á Ørg.
randi
Síða 3
Ídnaðrmenn i Vágum
halda, at bíðitíðin við
ferjuna kostar ídnað-
inum dýrt
altid undir hjålmi
tå id tit sukla
i
Spil
em——»>—&—————>——88>[
lir
okkara
umdemi
- Eg beri ótta fyri, at okk-
ara kredittviriði
minkar
uppaftur meira av, at polit-
ikararnir loyva sær at
reisa spurningin um undir-
heldur
sjóartunnilin,
Andreas Lava Olsen
Stjórin á Havsbrún, An-
dreas Olsen, hevur
mangan sagt sína hugsan
um ymisk samfelags-
viðurskifti. Hann hevur
sjálvandi eisini sína
meining um ætlanina at
gera undirsjóartunnil.
- Tad er ørskapur í ver-
andi stóðu. Uttan mun
til, hvussu roknskapurin
sær út, ber ikki til at gera
íløgu í framtíðina. Øll,
sum halda hús, vita, at tú
kanst ikki keypa, hevur
tú ikki pengarnar, sigur
Andreas Lava Olsen.
- Eg beri ótta fyri, at
tað oyðileggur okkara
kredittvirði í útheim-
mum minkar uppaftur
meira, nú tað kemur
fram, at vit hava eitt so
ábyrgdarleyst stýri, sum
loyvir sær at reisa eitt
mál um at gera fleiri
iløgur, sigur hann.
Andreas Lava Olsen
vil ikki leggjast undir at
vera ímóti vágamonn-
um, men grundgevingin
um at hjálpa ídnaðinum í
Vágum við at gera
tunnilin, vigar ikki nóg
tungt til at gera tunnilin,
heldur hann. Tað má
bíða í nøkur ár, og um
tað er neyðugt, hevði
verið frægari at stuðlað
vágafólki við onkrum
stuðningi sum eina fyri-
bils loysn, heldur hann.
- Eg eri ikki nakar vís-
maður, men vit Óttast øll
fyri framtíðini, hvørjar
byrðar aftrat verða
lagdar á fólk. Uttan mun
til hvat politikaramir
siga, so eru vit greið
yvir, at vit ikki eru
komin á bitn enn - so
langt burturfrá, sigur
Andreas Lava Olsen.
randi
- Øl, sum halda hús,
vita, at pengar skulu til
fyri at kunna keypa. Vit
kunnu ikki gera slíka
iløgu, tá vit ikki hava
ráð, heldur Andreas
Lava Olsen