fríggjadagur 27. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 27. mars 1992
Tað eru kanska ikki so
nógvar føroyskar fyritøk-
ur, sum uttan slit hava
rikið somu vinnu í heili
níti ár.
Undantøk eru tó.
Í gjár kundi bakaríið hjá
Frants Restorff í Havn
hátíðarhalda nítiára dag
sín.
Hjá Frants siga teir, at
teir enn, sum so leingi
nakar minnist, lata bak-
araverur til at kalla hvenn
krók í landinum.
Sjálvandi hava teir eis-
ini merkt, at minni pen-
ingur er millum fólk júst
nú. Men tað, sum verður
keypt minni av tí seta,
verður keypt so mikið
meira sum vanligt breyð.
Og slegini eru mong, men
eftir seluni at dema ber
vælkenda rugbreyðið enn
gott og væl prísin.
Fyritøkan flutti í snotu-
lig nýggj framleidsluhøli á
Hálsi í 86. Samstundis
varð onnur seludeildin í
miðbýnum nidurløgd og
flutt í nýggju húsini á
Hálsi.
Til ber at siga, at fyri-
tekan hjá Frants leingi
hevur verið partur av
havnarmyndini og tey 60
arbeiðsplássini, hon
tryggjar, týðandi partur
av vinnuni í Havn.
Væl má sigast, at tað
hevur verið arbeitt. Ratio-
naliserað er, nýggjasta út-
gerðin nýtt, men hóast tað
Bakað í 90 ár
arbeiði fyri so nógvar
hendur.
Framleiðslan er nú
breyð og aftur breyðum-
framt hóp av setara slag-
num. Men Frants hevur
gjøgnum árini gjørt annað
- eitt nú vælkendu
marmulátuna, Per ísin og
nekarakossarnar. Henda
framleiðsla var so líðandi
slept igjøgnum seksti- og
sjeytiárini, so frá 86, tá
flutt varð niðan á Háls,
hevur verið bakað og
framleitt kondittaraverur
burturav.
Stóri dagurin varð hild-
in við veitslu seinasta
vikuskifti fyri fráfarnum
sum verandi starvsfólkum
við maka.
Nøkur av starvsfólkunum avmyndad í pakkirúminum á bakarínum á Hálsi 90-åra
dagin.
-
8
Blid snyd sum altíð í Sverrisgøtu. Frá vinstru Brynhild Hovgaard, Marita Thorsvig og
Jógvan Skýlindal.
FM-bridge í 15 tímar
Leygardagin byrjar føroyameistarakappingin í
bridge fyri per. 60 per verða við í kappingini um
FM-heitið fyri per. 21 tey bestu sleppa víðari til
finaluna, sum verður 4. apríl. 3 per — har ímillum
verandi feroyameistararnir — Helgi Joensen og
Dánjal P. Mohr, fara beinleiðis til finaluna. Í final-
uni verða íalt 24 per.
Kappingin verður herð um at sleppa í finaluna.
Spælast skulu 116 spel. Vanliga verður roknað
við minuttum til hvert spælið — sostatt er talan
um konsentrerað bridge í 15 tímar. Kappingin
byrjar á Handilsskúlanum leygardagin kl. 13.30 |
og heldur fram sunnudagin kl. 13.30. Tann fyrra
dagin verða 76 spel og væntandi verður spælt til
midnátt. Sunnudagin verður spælt til umleið
klokkan níggju.
Seinastu árini hevur FM-kappingini fyri per
verið spæld eitt vikuskift — semifinala leygardag
og finalan sunnudag. Tá hava vanliga verið 51
spel hvenn dagin. Kappingin hetta vikuskiftið er
helst stersta kapping, sum hevur verið í Feroy-
um. Umframt at spæla kortini sum frægast,
verður hetta eisini ein kapping um, hver orkar
best at spæla og halda hevdið klárt.
Spælt verður í tveimum reðum við 15 borðum í
hverjum. Sum vanligt hevur kort-blandimaskin-
an hjá Brigdesambandinum verið í sving, so øll
spæla somu kort. Úrslitið verður gjørt upp fyri
bæði reðini undir einum.
Trý tey bestu perini fáa steyp, og feroya-
meistararnir fáa stuðul til luttøku í kapping
uttanlands.
i Sendið okkum brúðarmyndina
; og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
tykkum í blaðið, har
tit eisini fáa
meguleika til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brúdleypsdegnum.
Sosialurin GV
ynskir
På
tykkum
hjartaliga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr Í
Sendið myndina til:
postrúm 76
110 Tórshavn
Vit senda myndina
aftur beinanvegin.
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst pers6nlig
+ É eg Tiltikni bakarin Alf Kristoffersen, sum uttan slit hevur
ráðgeving og serligir spurningar verða svar- ] É
ir g F bakað hjá Frants síðan 1950, her í ferð við okkurt for-
kunnugt.