fríggjadagur 27. mars 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
Nr. 61 — 27. mars 1992
-
tíðindablaðið
——— —
..
Arbeiði heldur enn almannahjálp
Kommunur fáa
hjalp at seta
arheiði í gongd
Millum annað hetta fer Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður at tingast við donsku stjórn-
Ina um
Eitt uppskot frá Kristiliga
Fólkaflokkinum at broyta
forsorgarlógina fekk sum
heild góða undirtøku á
tingi mikudagin.
Flokkurin vísir á royndir,
sum nakrar danskar
kommunur eru farnar
undir, sum i høvudsheitum
snúgva seg um, at fólk fáa
ymisk tilboð um arbeiði,
heldur enn forsorgarhjálp.
Anfinn Kalsberg helt
uppskotið vera sera forvit-
nisligt og helt fyri, at hetta
uppskotið átti ikki at fara
aftur við borðinum sum
andstøduuppskot ofta fara.
Hann helt, at uppskotið
hevði møguleikar í sær
soleiðis, at nøkur fólk
kundu fáa arbeiði, heldur
enn pengar fyri einki at
gera.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í al
mannamálum ávarðaði tó
ímóti at renna eftir panikk-
loysnum, men hann kundi
upplýsa, at hann hevði ar-
beitt við ávísum broyting-
um í forsorgarlógini.
Broytingarnar, hann
kundi hugsa sær vóru, at
tað skal bera til hjá einum
arbeiðsleysum, at fara t.d.
á eitt háskúlaskeið, uttan at
missa forsorgarhjálpina.
Eru maður og kona ar-
beiðsleys, og bæði fáa for-
sorgarhjálp, missir t.d.
konan hjálpina um mað-
urin fer í skúla eila ein-
hvørja læru. Hetta helt han
eisini vera Orættvist og vil
broyta
Broytingin, sum tóktisk
at hava størstan åhuga var,
at landið kundi lata komm-
unum fáa ein part
um pengum
verða nýttir ul forsorgar-
hjálp, at seta arbeiði í
av term-
sum annars
gongd vid. Hetta skal | -0g
gerast í samråd við vinnu-
feløgini. Jóannes Eides-
gaard segði, at hann fer
fyrsta dagin at hava sam-
ráðingar við danska al-
mannaráðharran um hesar
broytingar.
Arbeiðsloysispengar
til kommunur
Nakrir tingmenn hildu
Í
tað vera beint, at lata
kommunurnar beinleiðis
umsita ein part av teimum
pengum, sum annars eru
roknaðir at lata arbeiðs-
leysum. Somuleiðis ar-
beiðsloysisgrunnin, men
tað vildi Jóannes Dals-
gaard ikki hoyra talan um.
Hann ávarðaði ímóti
longu nú at fara at eksper-
mentera við arbeiðsloysis-
grunninum, sum hann tók
til. Hann segði, at fáa
kommunurnar fyrst ar-
beiðsloysispengar at lóna
fólki við, verður hetta
skjótt vanlig siðvenja,
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
almannamálum er
sinnaður, sum eina
roynd, at lata
kommunum ávísa
upphædd úr
landskassanum sum eina
hjálp at seta arbeiði í
gongd.
Tilvildarlig mynd: Kalmar
soleiðis at tær valla fáast at
taka fólk aftur í arbeiði á
vanligan hátt. Jóannes
Dalsgaard helt fyri, at
tílíkar loysnir kanska vóru
freistandi, men vanda-
miklar vóru tær í øllum
fórum.
tór.-
Mangan er tómligt í tingsalinum. Mynd: Kalmar
Varaløgmadur
talar at
uppmøtingini
Mangan er tómligt í tingsalinum tå hann annars átti
at verið fullsettur.
Tá seinasta freist var at leggja uppskot fyri tingið
á hesum sinni, hevði tingid eini 60 uppskot
nidurfyri, so skráin er á temur hvønn dag
Tingformaðurin hevur roynt at skipa so fyri, at
flestallar fyrstu viðgerðirnar skuldu gerast lidnar í
hesi vikuni, soleiðis at nevndirnar kundu hava næstu
viku at gera sítt arbeiði í. Hetta fyri at fáa avgreidd
flestu mál áðrenn flaggdagin, ta tingið fer í sumarfrí.
Tingfundurin hevur verið hvgnn dag hesa vikuna,
og fyri at fáa so nógv burtur úr degnum sum
gjørligt, er byrjað klokkan hålvgun tíggju.
Men hetta hevur bert verið eftir skránni. Í
veruleikanum hevur ikki borið til at seta tingfundin
fyrr enn klokkan hevur verið tætt í tíggju, tí í minsta
lagi seytjan tingmenn skulu vera í salinum áðrenn
fundurin verður settur.
Hetta fekk Jógvan Sundstein, varaløgmann at tala
at á seinasta fundi. Hann vendi sær til tingformannin
og bað hann taka óskilið við uppmøtingini til við-
gerðar í formansskapinum í tinginum. Annaðhvort
má tingskipanin broytast so tingfundurin kann verða
settur uttan mun til hvussu nógvir eru móttir, ella
má tingformadurin stramma disiplinina upp, sum
Sundstein tók til.
Anfinn Kalsberg, løgtingsformadur tók åheitanina
frå varaløgmanni ul eftirtektar og heitti á tíingmenn
um at meta til tíðina.
tór.-
Framtíð í samstarvinum við baltisku londini
Skinaumvælingar
fyri svartkjaft
Líkt er til, at tann rammu-
avtala, sum gjørd er við
baltisku londini, hevur
annað og meira í sær enn
fiskabyti.
Ein sokallað rammuav-
tala er gjørt millum Før-
oyar ødrumegin og Est-
land, Letland og Litavia
hinumegin. Avtalan skal
endaliga samtykkjast i
tinginum, og hesum er litil
ivi um. Tingmenn eru sum
heild væl nøgdir við
avtaluna.
Atli Dam, løgmaður,
segði undir orðaskiftinum,
at avtalan við Letland er
kanska hin mest áhuga-
verda. Umframt fiskabyti
gevur hon eisini møguleika
fyri ødOrum samstarvi.
móguliga meira tosk í Eystursjónum
Løgmadur segði, at let-
lendingar royna seg við
svartkjaftaveiðu og surimi-
framleiðslu, sum teir sjálv-
ir eru nøgdir við, og vilja
útbyggja. Teir vilja um-
leggja ein part av fiskiflota
sínum til hesa veiðu og
framleiðslu, og møguleiki
skuldi verið fyri, at før-
oyingar fáa nakað av hes-
um skipaarbeidi.
kvotu undir Føroyum, móti
Atli Dam helt, at tað at vit fáa eina størri
kundi helst koma upp á tal, toskakvotu í Eystursjó-
at teir fáa stórri svartkjafta- num. tór.-