leygardagur 28. mars 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
óði ÞROT 4
Avaring:
EF-arnir koma!
Kreppan verður brúkt at reka foroyingar inn í EF,
skrivar Bergur Dam, limur í Fylkingini móti EF
Tað gerst alt meira
greitt, at ein miðvís her-
ferð er sett í verk. Ein
herferð, ið hevur til
endamáls at hótta og
ræða feroyingar í fevn-
ingin á EF-stórveldin-
um
Í rúma tíð hovrdust
neyvan reddir, ið við-
mæltu feroyskum EF-
limaskapi. Ja, illa nokk
Dimmalætting hættaði
sær at skriva beinleiðis
fyri limaskapi. Bert ein
einsamallur fiskaselu-
stjóri og onkur hissini
rækjuútflytari mølmadu
um, at bjarging var í
yvirgeving.
Men i krókunum var
slagið lagt til rættis.
Fyrrverandi fiskasølu-
stjórin hevði (og hevur)
ræðið á einum heilum
banka. Og hesin banki
var spentur fyri vognin
og skipaði fyri hoyring
og fíggjaði seruppgávur
um EF-spurningar —
heilt sakliga, forstás. Nú
var slóðin ruddað fyri
teimum meira harðrendu
tiltøkunum. Nýggi sam-
bandsformaðurin dró all-
an sambandsflokkin við
sær — og fyri rættuliga
at seta trumf á, stongdi
hann virki sítt. Ur sjálv-
um EF kom ein hóttan-
in fyri og onnur eftir:
Kanningarnevndir, til
vildarlig handilstek, so
sum minstaprismark,
revsitollur osfr.
Og so rapaðu veikir
múrar: Ryggurin helt
ikki hjá nýggja fiska-
sølustjøranum — tað
bleiv kunngjert við ikki
sert av dramatikki
Honum á baki komu so
aðrir vinnulívsmenn
(bara kallmenn) og eisini
vinnulívsfelagsskapir
Sama dag sum fiska-
selustjórin kunngjørdi
umvending sína og dag-
in eftir, var ein veljara-
kanning gjerd, ið bendi
á, at ein vaksandi partur
av veljarafjøldini heldur,
at Feroyar eiga at
gerast limur í EF.
Hóast kanningin vísti
ein greiðan meiriluta
|
|
imoti EF-limaskapi,
bleiv hon borðreidd fyri
hyggjarunum, eins og
vísti hon tað evugta.
Hetta hevur kanska
givið EF viðhaldsfólki
meiri dirvi, tí síðan
hevur EF-propaganda-
trumlan koyrt uttan
íhald.
Vantandi
argument
Próvferslan hjá EF-for-
sprákarunum hevur í
hevuðsheitum verið
eins
Tað tykist sum teir
halda, at teirra steða í
samfelagnum ger tað ó-
neyðugt at grunda sjón-
armiðini, eins og er tað
nóg mikið at teir siga,
at soleiðis er tað nú
einaferð. Soleiðis helt
fiskaselustjórin at tað
var nóg mikið at vísa
til, at nú hevði hann
sitið í starvinum eitt ár
ella so og hann hevði
sæð, at soleiðis mátti
tað blíva.
Formaður sambands-
floksins er líka einfaldur
í síni próvferslu, og
kanska tann minst
troystarríki EF-vinurin.
Hansara hevuðssjónar-
mið er, at tað ikki kann
blíva verri innanfyri enn
uttanfyri.
Tó, fyrst og fremst
halda teir, at hálvt
slagið er vunnið, tí onn-
ur norðurlond hava biðið
um limaskap í EF, ella
umhugsað at gera tað.
Tann steðan skal av sær
sjálvari gera bróður-
partin av arbeiðinum við
at sannfera okkum um
tann alneyðuga lima-
skapin. Hetta verður
brúkt, uttan at gera
mun á umsteðunum í
einsteku londunum. EF-
forsprákararnir tiga
burtur, at t.d. Sveríki
fyrst av ellum er eitt
ídnaðarland og at stór-
ídnaðurin í Sveríki
kappast beinleiðis við
stórídnaðin í Týsklandi,
Fraklandi, Onglandi og
Ítalia — alt lond har tað
er lívstreyt hjá ídnaðin-
um alsamt at økja
marknaðir. EF hevur
meira enn nóg mikið av
ídnaðarframleiðslu til
egnan terv. Sama er
galdandi tá talan er um
landbúnað: kjøt-, korn-
og smørfjøll eru ger-
andistrupulleikar hjá
EF-myndugleikum. Tá
sviar umhugsa at gerast
limir í EF, er tað fyrst
og fremst fyri at sleppa
framat EF-marknaðin-
um við ídnaðarfram-
leiðsluni.
Men í Feroyum er
steðan ein heilt onnur.
Tað er neyvan nakar, ið
heldur, at stórídnaður
ella landbúnaður fara at
blíva grundarlagið undir
okkara útflutningi tey
fyrstu mongu árini.
Eisini framyvir verður
útflutningur okkara
grundaður á fiskivinnu
— fiskaverur og tað, ið
er tengt at fiskiskapi og
fiskavirking. Og fiskur
Nr. 62 — 28. mars 1992
På ,
sjónarmið
er trotvera á heims-
marknaðinum. Sjálvt í
stórum fiskivinnutjóð-
um sum Japan er tervur
á at innflyta fisk. Fiska-
trotið í heiminum fer
ikki at verða minni,
tverturímóti fer tað at
vaksa — eisini í EF.
Ongin ivi er um, at tað
fer at bera til hjá feroy-
ingum at útflyta dygd-
arúrdráttir úr fiski,
sjálvt um vit verða utt-
anfyri EF-samveldið.
Tað er so ofta víst á,
at gerast Feroyar limir í
EF, tá verður alt til-
feingi í føroyskum sjó-
eki EF-tilfeingi og eisini
fiskivinnupolitikkurin
fer at verða stýrdur úr
EF. Úr EF, har fleiri
stór limalond hava fiski-
flotar, sum í ólukkumát
terva nýggjar leiðir at
troyta. Feroyskur EF-
limaskapur merkir, at
føroyskt sjåøki verður
heimasjógvur hjá hesum
flotum. Tá verður toll-
frælsi stokkutur hiti hjá
foroyskari fiskivinnu.
Men um hetta reða EF-
forsprákararnir helst
ikki.
Stríðið er ójavnt
Herferðin hjá EF og við-
haldsfólki tess í Fer-
oyum er ógvuslig. Bank-
ar, storfyritøkur og
pressa eru farin at reka
foroyingar inn í EF - við
g%åum ella illum.
indsteðan ímóti EF-
limaskapi hevur ikki eitt
tílíkt ávirkingarapparat.
Hon má grundast á okk-
ara felags vilja at verja
føroyskt fólkaræði, á
okkara vilja at verja og
varðveita umhvervi og
tilfeingi, á okkara vilja
at vera opin fyri javn-
bjóðis samstarvi við all-
an heimin. Hesin vilji
hevur fyrr sameint eitt
stórt tal av føroyingum
í einum fólksligum stríði
ímóti EF limaskapi. Og
hevur tað verið neyðugt
við fólksligum stríði fyrr
er tað uppaftur meira
neyðugt nú. Tí er tað
rætt at endurreisa Fylk-
ingina ímóti EF nú. At
endurreisa eina fylking,
ið kann savna og bera
víðari tilfar og upplýs-
ingar um EF og avleið-
ingarnar av limaskapi í
EF. Í ellum norðurlond-
um eru nú fylkingar
ímóti yvirstatsliga EF-
veldinum og hesar fylk-
ingar fáa alsamt sterri
undirtoku — andsteðan
styrkist. Tað fer hon
eisini aftur at gera í
Feroyum.
Eitt gott hevi at
koma upp í — ella
stuðla — gevst nú
mánakveldið 30. mars,
tá fundur verður á
Landsbókasavninum
kl. 20.
Bergur Dam,
limur í Fylkingini
ímóti EF
3
EN