Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 62 — 28. mars 1992 Runavíkar kommuna 25 ár lólkatalið tvífaldað eftir bara 25 árum -Vit miða eftir at skapa fyritreytir til trivna í øllum teimum átta bygdunum í kommununi sigur bygdaráðsformaðurin, Hans Tausen Olsen Neyvan nekur kommuna í landinum hevur upp á seg havt slíkan fólkavekstur seinastu 25 árini, sum tann í Runavíkar komm- unu. Har er fólkatalið tví- faldað til at vera umleið 2500. Rettu fyritreytirnar Hans Tausen Olsen, bý- ráðsformaður, hevur sínar áskoðanir um, hví menn- ing n í hesum ekinum hev- ur erið so stór í mun til nóg a aðra staðni: Vit liggja miðskeiðis í landinum og hava eina góða náttúrhavn, har hverki er havalda ella flóð og fjøra. Men eru tað ikki menn og virki, sum skapa fyritreytir, sum bera í sær. at fólk hava vinnu- meguleikar, so verður eingin fólkavekstur og inntøkuvøkstur. D. P. Højgaard bygdi sitt virk- semi nógv út her i komm- ununi frá fimtiárunum og frameftir, og síðani eru fleiri komnir afturat. Tá ungdómurin í alt sterri mun fór at ganga í skúla vóru meguleikarnir her á staðnum millum teir frægastu. At meguleik- arnir bæði bæði forsyrgj- ara og bernum vóru til staðar á sama stað, og at Havnin í Runavík he ríkiligt hevur verið av byggilendi, hevur gjert sítt til, at fólk aðra staðni frá fluttu henda vegin. Smábygdirnar styrkjast Býráðsformaðurin vísir á, at meðan tað fyrru árini serliga var í Runavík, Sal- tangará og á Glyvrum, at fólkið sett seg niður - eisini ungdómar úr hinum bygdunum í kommununi, sum settu føtur undir egið borð — so tykist tað nú, sum hinar bygdirnar aftur hava fótað sær. — Í býráðnum hava vit miðvíst arbeitt við at somu umsteðurnar skulu vera alla staðni. Tað ber ikki til at flyta vinnulív, handilslív og skúlar út á smærru bygdirnar, og tað er heldur ikki neyðugt, tí samferðslan er so góð. Men vit hava lagt dent á, at ment mest sjálvsagdu íbúðarfyritreytirnar i sama mun alla staðni. Her verður hugsað um út- stykkingar, vatn, kloakk og t.d. eisini meguleikar- nar at hava bát. Eg eri ættaður úr Ritu- vík, og eg haldi tað vera gott fyri okkara komm- unu, at fólkið trívist í hinum Rituvík og vur havt stóran týdning fyri menningina á plássinum bygdunum, og ikki tráðar eftir at búseta seg, har mesta fólkið í kommununi býr. Trivnaðurin er m.a. tengdur at, um fólkið kennir, at talan er um lokalsamfelag, sum á yms- um ekjum er á hædd við tey av sama slag aðra staðni. Hjá summum verður tað mett sum luksus, men mín meting er, at fyri trivnaðin er gott, at báta- dráttur er í bygdunum, og tað skuldi einki verið, sum hindraði, at æðuvíkingar fingu sama ágóða sum aðrir av studningskrónun- um til dráttir og báta- hyljar frá løgtinginum. Ikki meira kostnaðarmikið Býráðsformaðurin heldur ikki, at tað samanlagt í rakstrinum ber serligan meirkostna í sær, at kommunan er samansett av so nógvum bygdum, sum Runavíkar kommuna er: Skipanes, Seldarfjorð- ur, Lamba, Glyvrar, Sal- tangarå, Runavik, Ritu- vik og Æduvik. — Å summum økjum verður kostnaðurin størri. T.d. nýta vit nógvar pengar til skúlabarna- koyring. Vit hava umleið 24,5 kilometrar av komm- unuveg, og hesir saman við nógvu kloakk- og vatnleiðingunum kosta meira enn aðra staðni. Men samlaðu ftelini sammett við aðrar komm- unur eru ikki hægri. Okk- ara býráð verður ikki, sum í fleiri av hinum sterru kommununum, valt polit- iskt, men lokalt. Tað vil siga, at ymsu bygdirnar hava sín lista. Hetta ber í sær, at lokalu áhuga- málini halda hvert annað í skák, og tískil noyðast vit at umhugsa og heildar- meta uppaftur meira enn aðrir um gagnið av iløgum og rakstrarútreiðslum. Eg haldi, at mistekini gerast færri og harvið minni kostnaðarmikil. Vit hava skúlar á Glyvr- um, í Seldarfirði, í Runa- vík og í Rituvík. Hetta átti kanska at gjørt skúla- raksturin dýrari enn aðra- staðni, men veruleikin er tann mótsatti. Okkara rakstrarútreiðslur eru lægri fyri hvenn næming enn nógva aðra staðni, og tað eru tað mong, sum undrast á og fregnast um. Eg haldi, at starvsfólkini kenna ábyrgd fyri og seta æru í ikki at vera dýrari í brúki enn hinir skúlarnir. Hans Inusen Olsen, bygdarráðsformaður Mest lagt í havnina Hesi seinastu fimtan árini er nógvur peningur lagdur í útstykkingar, útbygging av vatnverkinum og ikki minst til skiping av kloakkviðurskiftunum. Men nógv sterstu upp- hæddirnar eru nýttar til havnaútbygging. — Teir, sum hava lagt lunnar undir Runavíkar havn hava arbeitt við stórum skynsemi. Her hugsi eg ikki minst um teir, sum við stórum ídni og innliti hava staðið á odda i havnanevndunum, t.d. O.C. Danielsen, Simun Mittun og Réland Jacob- sen. Býráðini hava dugað at sæð týdningin av at gera stórar ílegur í havn- ina. Í dag hava vit eina frálíka havn, sum bæði beinleiðis og ikki minst ó- beinleiðis ber í sær inntek- ur til fólkið og harvið kommunukassan. Á havnaætlanini hjá løgtinginum, sum er gald- andi fram til 1996, hevur Runavíkar kommuna nýtt stersta partin av teimum 65 prosentunum av 25 milliónunum, sum gjerd- ist teirra partur. Seinasta 10 ára skeiðið eru nýttar 47 milliónir í Runavík, 7 á Glyvrum og 4 í Seldar- firði. Men so smæðist havnin heldur ikki burtur millum aðrar, bæði tá tað ræður um longd, dýpd og arbeiðsviðurskifti á landi. Komin av sær sjálvum Merkisvert er hvussu nógvir stovnar hesi árini kommuna hevur verið til, hava bygt og leigað seg inn í heli í Runavík. T.d. peningastovnarnir, trygg- ing, legregla, líkningar- ráð, arbeiðseftirlit og fleiri sosialir stovnar. — Sum kommuna hava vit neyvan gjert meira við at draga henda vegin enn aðrar kommunur. Vit hava havt hegligt byggi- lendi tókt, og hava fegnir selt, tá fyrispurningarnir eru komnir. Vit eru ikki blindir fyri, hvenn týdn- ing stovnarnir hava. Teir draga fólk henda vegin, og saman við nógva fyritaks- seminum á havnagkinum er hetta við til at leggja lunnar undir sjáldsama ríka handilslívið, sum er í okkara kommunu, heldur Hans Tausen Olsen. Kommunan eigur holl og vøll Tað er Runavíkar komm- una, sum eigur og rekur ítróttarhellina í Runavík. Umleið helmingurin av rakstrarútreiðsluinum koma inn aftur í leigu- inntøkum, meðan hinar 350 túsund verða goldnar úr kommunukassanum. Hann hevur eisini goldið graslíkisvell. Til og við í ár hevur Málingahandilin í Havn, sum seldi vellin, ábyrgdina av at halda hann við líka, men so fellur ábyrgdin á komm- ununa. NSÍ fótbólturin eigur eingi felagsheli at nýta í sambandi við uttandura- venjing. Á býráðsfundi seinasta hóskveld varð samtykt, at nú skal kjall- arin í ítróttarhellini inn- rættast til hetta endamál. Umframt umklæðingar- rúm er talan um 2 wc, fýra hondvesk og átta brúsur. Arbeiðið verður fyrsta dagin boðið út millum handverksmeistarar í Runavíkar kommunu. Lagt til rættis: Hansen Jóannes sad,