týsdagur 31. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
» Fyritaksstjåri
Ljósmyndari
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller
Krisjan Dahl
Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari P4 Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent Pif Pressan 1981 Telefon
Í
|
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmogae 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teletax 14720
Røkka ikki til
TÆR 200 mill. kr., sum figgjarmåla
ráðharrin metir mugu sparast á ver
andi fíggjarlóg. fara eftir øllum at
døma als ikki at røkka til. Skulu vit
ganga eftir úttalilsunum hjá fíggjar-
stjóranum í Tinganesi, sum leygar
dagin úttalar seg til Dimmalætting.
Hann sigur nevniliga, at undirskotið
á fíggjarlógini í ár fer ikki at verða
tær 300 mill. sum Jógvan Sund-
stein hevur nevnt, men heldur nærri
teimum 400 mill. Og næsta ár skal
so sparast frá 400 mill. kr. niður á
null, sigur fíggjarstjórin í landsstýr-
inum.
NÚ er tað sum so einki legið í, at
ymsir persónar hava ymsar meting-
ar um framtíðina. Men í hesum før-
inum, tá talan er um búskaparligu
gongdina í samfelagnum í hesum
árinum vit eru í — og tá talan er um
tveir av mest framstandandi fíggjar-
frødingunum í landsstýrinum,
nevniliga sjálvan fíggjarmálaráð-
harran og fíggjarstjóran, so er tað
ikki at skilja, at teir skulu hava so
ymiskar metingar um útlitið restina
av árinum.
NÚ kann ein siga, at 100 mill. kr. á
muni er ikki so nógv. Men tað er
tað í veruleikanu, tá vit tosa um ant-
in 300 ella 400 mill. kr. Úttalilsi fíggj-
arstjórans í Dimmalætting leygar-
dagin munnu hava lopið hvøkk á
mong, sum fyri bert góðari viku síð-
ani hoyrdu ein eitt sindur døpurhug-
aðan fíggjarmálaráðharra boða frá,
at fíggjarlógin fór ikki at halda, men
fór at hava eitt hall uppá 200 mill.
kr. umframt budgetteraða undir-
skotið uppá 90 mill. kr.
SOLEIÐIS sum stødan sær út í løt-
uni bendir nógv á, at tað verður
heldur fíggjarstjórin í Tinganesi,
sum fær rætt, tá hetta árið er farið
at líða. Og ikki fíggjarmálaráðharr-
in. Ella hvor veit, kanska hvørgin
teirra. Skelkandi tíðindini í útvarpin-
um nú um dagarnar, at minimalt av
fiski er komið upp á land henda
fyrsta ársfjórðingin og at partrolar-
arnir nú eru lagstir á toskin, kundu
bent á, at vit fram móti ársloki
kanska fara at hava eitt hall, sum er
bæði stórri enn tær 300 mill. hjá
Sundstein og tær 400 hjá Kára Pet-
ersen.
NÚ veit hvert mansbarn her á landi,
at vit eiga ein sera bjartskygdan
figgjarmålarådharra, sum altíð vil
øllum væl og altíð endar við orðun-
um: »Tad man fara at ganga kortini,
tað trúgvi eg uppå«. Sjálvandi er
tað gott, at okkara hægstu menn
ikki taka alt mót frá fólki, men
royna at ugga og slætta sjógvin.
Men harfyri má tað eisini vera eitt
krav til slíkar menn, at teir siga sum
er og einki dylja, tí tá vanlukkan er
hend, gerast tíðindini bara so mikið
verri. Fyri tí at kunna byrgja upp fyri
teimum ringastu avleiðingunum
mugu vit vera realistisk og lata fólk
vita, hvussu stødan veruliga sær út.
TAÐ skal tí vera vón okkara, at
fíggjarmálaráðharrin næstu ferð
hann úttalar seg til pressuna um bú-
skaparligu støðuna og hallið á fíggj-
arlógini í år, at hann leggur øll kort á
borðið. Landsins hægsti maður á tí
búskaparliga økinum hevur stóra å-
byrgd at rgkja mótvegis Feroya
fólki. Ein hin fremsta skylda hans-
ara er at kunna fólk um støduna í
landinum so hvert, og í hesum før-
inum er kanska vert at nevna upp-
skot sambandsfloksins um at land-
sins myndugleikar javnan og oftari
enn nú skulu upplýsa almenningin
um fíggjarligu støðuna. Ikki við tí
endamáli, at sambandsmenn harvið
skulu hava møguleika einvist og
uttan ábyrgd at »hongja« landsstyr-
ið út fyri eitt ella annað, men heldur
at koma við nýggjum og itøkiligum
uppskotum til loysnir av teinum og
ødrum slag. Hetta hava vit tíanverri
sæð alt ov lítið til frá tí størsta and-
støduflokkinum á tingi.
TAÐ einasta, vit hoyra frá hesum
flokki, er tann aftur vendandi júkan-
in: "Góða mamma, tað var ikki eg,
dreingirnir teir fýrdu mega. Tað eru
bara javnaðarmenn, sum eru upp-
havið til allar teir trupulleikar, sum
samfelagið hevur at dragast við í
dag. Pauli Ellefsen og hansara
landsstýri eru friðað í klassa A.
Hetta er sanni sambandsandin í dag
og ivast nakar, so lesið málgagnið
hjá flokkinum, Dimmalættingina.
Vendið um og vísið heldur, at eisini
tit hava samfelagsábyrgd sum and-
støduflokkur.
ålvalmennar
fyritøkur eru
av ti onda
-Vit hava fleiri dómi um tílíkar, sum spæla
privatar, og hava slanguna í landskassan.
Annaðhvort skal ein fyritóka vera privat ella
almenn, skrivar Thomas Arabo, landsstýris-
maður
Nú um dagarnar var aftur
eitt privatiseringsupp-
skot í tinginum, og hesa
ferð var tað landsverk-
freðingsstovnurin, sum
stóð fyri skotum. Henda
»privatiseringsdillan«
stingur seg upp av og å og
kanska serliga i vånalig-
um tidum.
Nakrar av uppgåvun-
um, sum skulu loysast i
samfelagnum, eiga at
verða loystar av privata
fyritaksseminum, og snýr
hetta seg um uppgávur,
har peningur skal tjenast
til samfelagið, og upp-
gávur, har tann góði part-
urin av privata virksem-
inum kann útnyttast, so
sum kappingarferi osfr.
Aðrar uppgávur í sam-
felagnum verða rektar av
tí almenna. Demi um hes-
ar eru skúlaverkið, hospi-
talsverkið, telefonverkið,
veganetið, samferðslan og
partvís tíðindatænastan.
Grundtankin aftanfyri al-
menna virksemið er, at
hesir partar av samfelags-
virkseminum fyrst og
fremst skulu tæna einum
endamáli fyri tann vanliga
borgaran. Givið er, at
hendan almenna tænast-
an, sum verður veitt
igjøgnum hesar organisa-
tiónir, sum tað almenna
eigur, má umskipast av og
á, og hon má innstilla seg
uppá tær broyttu umsteð-
urnar, ið eru í samfelag-
num. Hetta er galdandi
fyri allar organisatiónir,
eisini tær privatu.
Ein uppgáva hjá okkum
politikarum er at hava
eyga við, at almennar fyri-
tekur og organisatiónir
virka eftir ti endamåli,
sum vit hava fyriskrivað
teimum, og tí er tað ikki
Thomas Arabo,
landsstýrismaður ivast
ikki á, at
Landsverkfroðingurin
eigur at vera almennur
so lítið av peningi, sum
verður játtaður til alment
virksemi. Tað er eisini
okkara skylda at syrgja
fyri, at teir organisatións-
formar, ið hesi virksemini
arbeiða undir, hava megu-
leika fyri at vera effektivir
og yvirliva.
Ein privat organisatión
hevur ofta tann fyrimunin
fram um eina almenna, at
hon er liðiligari, hon tekur
skjótari avgerðir, og kann
vera skjót at umstilla.
Tað eru fyrimunirnir.
Vansarnir eru, at tað er
torført at fáa privatar
organisatiónir at arbeiða
undir veruligari ábyrgd,
og vísa fyrilit til samfe-
lagslig áhugamál.
Men eitt mugu vit
leggja okkum í geyma, og
tað er, at uttan mun til,
um vit ganga inn fyri pri-
vatum virksemi ella al-
mennum virksemi, so
mugu tær organisatiónir,
vit arbeiða við, antin vera
reint almennar, soleiðis at
vit hava »håls- og honds-
rætt« yvir teimum, ella
reint privatar, soleidis at
tær koyra eftir teimum
privatu, økonomisku
mekanismunum, sum eru
galdandi fyri marknadar-
økonomi.
Tad ringasta vit kunnu
gera er at hava hålval-
mennar fyritekur. Vit
hava demi uppá nakrar av
hesum, sum spæla privat-
ar og hava slanguna í
landskassan. Eg haldi
hetta er ógvuliga vanda-
mikið, tí har rindar tað
almenna pening út uttan
at hava ávirkan á, hvat
hendir.
Landsverkfrød-
ingurin almennur
Landsverkfrødingsstovn-
urin hevur havt sera stør-
an tydning i hesum sam-
felagnum, bæði á ein og
annan hátt, og tað er eing-
in ivi í mínari sál um, at
hesin stovnur framhald-
andi eigur at verða alment
rikin og hildin á einum
slíkum steði, at hann bæði
tekniskt og í aðrar mátar
er ferur fyri at rekja tær
uppgávurnar, sum politik-
ararnir nú einaferð meta
eru rættar á tí »statiska«
samskiftisøkinum. Tað er
einki, sum bendir á, at
samfelagið verður betur
farið við at lata privatar
entreprenørar yvirtaka
handan stovnin. At stovn-
urin so brúkar privatar
entreprenørar til ávísar
uppgávur er í lagi, og tað
verður gjørt í rættiliga
stóran mun — ongantíð
hevur verið hildið í alt ov
stóran mun.
Hin »dynamiska« sam-
ferðslan, sum strand-
ferðslan og postverkið
standa fyri, eigur at vera á
almennum hondum, um
hon alla tíðina dugir at til-
laga seg til samfelags-
gongdina og samfelagsbú-
skapin. Hetta hevur
gingið higartil, men greitt
er, at um tey starvsfólka-
fakfelog, sum arbeiða inn-
anfyri hesi eki, ikki vísa
handahógv, men framtúra
við krevum og skipanum,
sum gera organisatiónir-
nar so stirvnar, at tey
geva teimum, sum eru for-
talarar fyri privatum
Framhald á síðu 10