týsdagur 31. mars 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AAA
ERE TE
Nr. 63 — 31. mars 1992
——
Vaskikonur
jagstradar
Tað almenna gongur á
odda
í at jagstra vaskikonur og onnur
timalønt úr arbeiði. Tað kundi verið, at pengar vóru at spart, um
hugt var eftir, hvussu væl allir leiðararir á
rókja sítt arbeiði, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna
Arbeiðarafelag, sum hóttir við tiltókum
Nevndin í Føroya Arbeið-
arafelag samtykti fríggja-
dagin at hótta landsstýrið
vid tiltøkum, afturfyri at so
nógv timalønt verða tikin úr
almennum arbeiði.
Tað, sum fekk bikarið at
flóta yvir, var, at manningin
á Tróndi nú skal til at vaska
umborð. Vaskikonan í
Skopun missir harvið sítt
arbeiði.
Leygardagin frætti Før-
oya Arbeiðarafelag, at tær,
sum hava vaskað umborð á
Dúgvuni á Strondum, eisini
hava mist arbeiði. Mann-
ingin skal sjálv vaskað um-
borð.
- Núhalda vit tað vera nóg
mikið. Higartil eru bara tey
sjúku , tey veiku og tey
timaløntu rakt av sparing-
unum; og líkt er til, at tað al-
menna gongur á odda í at
jagstra vaskikonur og onnur
timalønt úr arbeiði, sigur
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag.
Hon heldur hetta vera
vánaligan máta at spara, tí
meira manningamar fåa at
gera, meira skulu teir hava i
yvirtíð. Sum er hava teir
longu nógva yvirtíð. Hatta
rt 7
Handilin hjá P/F
Haraldsen í Fuglafirði
var útfyri herverki
leygarkvøldid. Ein
steinur varð tveittur
gjøgnum ein stóran rút
í handlinum og rúturin
knústist sjálvandi.
Friggjakvøldid var
dansur í ítróttarhgllini
á Kambsdali har
Svend Ingvards spæl-
di. Politiið sigur, at
ongin ófriður var undir
og aftaná dansin.
jústinus
Higarul er fólk komið umborð í Skopun at vaska strandfaraskipid Trónd. Nú skal
manningin sjálv vaska skipið
er ikki mátin at bjarga
landinum búskaparliga,
sigur hon.
Felagið krevur vaskikon-
urnar aftur í arbeiði, annars
verða tiltøk set í verk.
Hvørji tiltøkini verða, vil
Ingeborg Vinther ikki siga.
Javnaðarflokkurin fær av
grovfílini frá henni.
- Hvarersokallaði arbeið-
araflokkurin í landsstýr-
inum, hann, sum segði seg
verja tey veiku og minni
mentu í samfelagnum. Tey
somu, sum hava valt flokk-
in. Vit hoyra ikki eitt orð frå
hesum flokki, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon heldur, at tað átti
borið til hjá tí almenna at
spart pengar upp á onkran
annan máta enn at tikid
arbeiði frá timaløntum.
Fee
torgið er
í blaðnum
almennu stovynunum
í Føroya
- Tað kundi verið, at tað
almenna kundi spart pengar
upp á onkran annan máta.
Ein máti kundi verið at farið
og hugt eftir, hvussu væl
allir leiðararnir og stjórarnir
åalmennu stovnunum rgkja
sitt arbeiði. Kanska eru
onkrir pengar at spara har,
heldur Ingeborg Vinther.
randi
TEKSTILPRENT
Allar við prenti
í einum líti
T-SHIRTS
100% bummull
v/ 50 stk. kr. 49,-
SWEAT-SHIRTS
100% bummull
v/ 50 stk. kr. 149,-
NÅ Ítróttaklæði
TO og nógv annað.
Metzdorff
Tlf. 19312 kl. 14-18
Tórfinn Smith,
blaðmaður,
skrivar:
Føroyskur figgjarpolitiskur logikkur er, at vænta
nakrar hundrað milliónir i landskassanum, er skila-
best at brúka nakrar av teimum, sum resta i. So
einfalt er tað.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Ivan
Johannesen varð dúgliga speiðrikin fyri at hava sagt,
at á fíggjarlógini eru tvinnar síður. Ein inntøkusida
og ein útreiðslusíða. Helst skuldi ikki vera ov stórur
munur á hesum báðum síðum.
Men hetta tykist ikki í øllum fórum at vera
galdandi longri. Samstundis sum fíggjarmálaráð-
harrin hevur gjørt øllum greit, at hann nú må út at
leita eftir 200 irestandi milliónum, sum nú eru
vornar 400, skulu vit brúka onkustaðni millum 100
og 200 milliónir til ein undirsjóvartunnil. Sagt
verður enntá, at hetta er landsbúskaparliga skilagott.
Men tað er altíð dýrt at vera fátækur.Eisini hjá
landskassanum, og tå so er, hjálpir lítið hvussu
landsbúsparliga skilagóðar loysnirnar eru, um ráð
ikki eru til at seta hesar í verk.
Løgtingid hevur verið til arbeiðs hvønn dag í
síðstu viku, og millum tey mongu mál, sum har hava
verið vidgjørd, vóru fleiri skúlamál. Broytingar í
fólkaskúlalógini, lóg um húsarhaldsskúlar, um
nýggja tekniska útbúgving, og um útbúgving av
maskinfólki.
Hóast hesi uppskot bera rættiliga stórar
broyungar, og fyri ein stóran part nýhugsan, í sær,
hevur kjakuilfarið í eitt nú blødunum verið lítið
merkt av skúlapoliukki. Væl at merkja við einum
undantaki, sum eisini hevur fingið skúlafólk og
onnur upp á gos. Ikki um framtíðina av 10
flokkaskipanini, ikki um valskúlaskipanina, ikki um
nýggj útbúgvingartilboð ul ung, men um fimleikurin
skal vera tvungin ella sjålvbodin lærugrein. Tad
sigur ikki so líuð um bæði ein og annan.
Sum sagt er eitt av uppskotunum hjá lands-
stýrinum á undirvisingarøkinum nyggjir møguleikar
fyri ung, sum vilja nema sær eina tekniska
útbúgving. Tað eigur landsstýriskvinnan í skúlamál-
um at fáa citt herðaklapp fyri. Einki ilt orð um øll
tey, sum fara í Studentaskúla, HF-skeið ella á
handilsskúla, men ikki øll fara higar, tí hugurin er so
góður. Mong høvdu ivaleyst heldur valt sær eina
handliga útbúgving, men hesar eru sum kunnugt
heilt uppsteðgaðar. Tí verið hesin nýggi møguleikin
heilsaður vælkomin.
Ein hin størsti trupulleikin í landinum er tað alt
vaksandi arbeiðsloysi. Ikki minst millum ung. Alt
gott um tær ymisku royndirnar hjá landsstýri og
nøkrum kommunum, at útvega ungfólki onkur
arbeiðsulboð í longri ella stytri tíð. Tilikar loysnir,
ella fyribilsloysnir um vit kunnu kalla tær so, eru
neyðugar, skulu vit ikki missa eitt heilt ættarlið, sum
tíverri er hent í londum beint uttan um okkum.
Tá eg nýti orðið fyribilsloysn um hesi tiltøk er tað
fyri at undirstrika, at tilikar ætlanir ikki megu gerast
koddi hjá myndugleikunum ella øðrum fyri at skapa
varandi arbeiðstilboð. Tað frættist um fleiri itøkilig-
ar ætlanir, sum á pappírinum tykjast skilagóðar, so
bert er at vóna, at tær eisini verða settar í verk.
Ætlanir, sum bæði skapa arbeiði, og geva landinum
hart ultrongt íkast.
At tosa um almennar skerjingar, og at koyra so og
so mong alment lønt til hús, er lítið hugaður hvønn-
dagskostur. Fara fólk ikki brátt at hóma ein glotta,
verður galið. Og til tess mugu bæði politisku
myndugleikarnir og privata vinulívið gera sítt besta.