Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 1. apríl 1992 Søkja um loyvi at hava forskúla í Soldarfirði Umsóknin verður nú send landsskúlafyrisitingini og landsskúlaráðnum Runavikar byråd sam- tykti á fundi seinasta hós- kveld eftir tilmæli frá mentunarnevndini at taka undir við umsókn frá skúlanevndini, skúlanum og lærararáðnum við skúl- arnar í kommununi um at fara undir forskúla í skúl- anum í Seldarfirði eftir summarfrítíðina. Mentun- arnevndin viðmælti um- sóknini, treytað av, at tal- an ikki bleiv um nakran meirkostnaða fyri komm- ununa. Arni Ludvig skúla- stjóri í Runavíkar komm- unu, sigur, at ætlanin er at forskúlabernini skulu vera í skúla einar 20 tímar um vikuna. Umleið tveir lærarar í fulltíðarstarvi skulu knýtast at flokkin- um, sum kann hýsa eina- staðni millum 20 og 24 bernum. Nú skulu landsmyndug- leikarnir viðgera umsókn- ina. Tá vit spyrja skúla- stjóran, um hann ikki roknar við, at tað verður trupult at fáa slíka ný- skapan igjøgnum í hesum sparitíðum, so ivast hann ikki í tí. — Higartil hevur bert nunnuskúlin í Havnini havt forskúla. Við um- sóknini fáa vit skúla- myndugleikarnar at taka spurningin upp til umsit- ingarliga og politiska við- gerð. Longu í uppskotin- um til fólkaskúlalóg í 1979 var meguleiki opn- aður at seta forskúlaflokk- ar á stovn, men meguleik- in var strikaður, tá upp- skotið varð samtykt. Góðar royndir Í Runavíkar kommunu hevur nógv verið gjørt við mennandi arbeiði millum bern undir skúlaaldur, t.d. í barnagarðinum. Arbeiðið tykist at hava borið við sær, at bernini eru væl fyri, tá tey koma í 1. flokk Tað eru hesar royndirnar, sum hava skundað undir áheitanina frá skúlafólk- unum. At umsóknin kemur júst nú skal eisini síggjast í ljósinum av, at um- steðurnar at reka forskúla betrast munandi, tá skúl- in í Seldarfirði eftir út- og umbygging verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíð- ina. Í skúlanum er rúmsátt. m.a. er stórt aktivitets- holi, sum er innrættað við keksútgerð. Mett verður at hetta helið er væl nýti- ligt til forskúlaflokk. -nes Hvi koma fólk í gjaldføris- trupulleikar? Til Feroya Legting. Tað er skjótt at koma í klemmu i føroyska samfe- lagnum, um tú kemur tvert tyri. Nógv koma í gjaldføristrupulleikar, tí tey ikki fáa síni grund- lógartryggjaðu rættindi. Leiðari av Rusdrekkasølu landsins Starvid sum leiðari fyri Rusdrekkasølu landsins er leyst at søkja. Rúsdrekkasgla Landsins er almennur stovnur, og hevur hann einkarrætt til allan innflutning og sølu av rúsdrekka. Tann, ið settur verður í starvið, skal hava royndir innan leiðslu og umsiting, og hava umsøkjarar vid relevantari handilsútbúgving fyrimun. Lønin verdur åsett eftir nærri avtalu. Umsóknir skulu vera Føroya Landsstyri, Tinganes, Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 24. apríl 1992. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fá- ast við at venda sær til Jalgrim Hildu- berg, tlf. 11080. Føroya Landsstýri Legtings- og landsstýris- menn hava skyldu til at tryggja borgarunum í hes- um landinum eitt arbeiði, soleiðis at fólk kunnu greiða sínar fíggjarligu skyldur. Men í dag er steðan tí- verri hon, at mong einki arbeiði hava at fara til, og tí noyðast fleiri at fara frá húsi og heimi. Tí spyrja fólk: Hvat við teimum áður nevndu grundlógartryggjaðu rættindunum, ið øll eiga? Síðani kann eg nevna lógina um vinningssteðg. Her er tað so, at almennir stovnar, t.d. Strandferåsl- an og Bygdaleiðir, eru fyrstir at bróta hesa lóg — og nú hóttir SEV við tí sama. Vit mugu ikki gloyma, at landsins lógir eisini eru galdandi fyri lands- og kommunalar stovnar. Herfyri tosaði løgmaður eisini um tervandi kunn- leika til statsvísindi. Flott orð, má sigast. Tað má vera hart fyri »finaflokk« at vera v„útkonkurrerað- ur« av einum sonevndum arbeiðaraflokki! Í 1946 var tað ein flokkur, sum ætlaði at kvetta, men tá ið avtorn- aði, bakkaði hann. Tað er onkur flokkur, sum sigur seg vera vinnu- livsflokkur, men teir flestu i hesum flokki eru i starvi hjå ti almenna. Eisini kann eg nevna ein annan sonevndan arbeið- araflokk, har legtings- formaðurin legði uppskot fram um at hækka sína egnu len! Eg komi at hugsa um ein annan flokk, sum eis- ini er á tingi. Hesin flokk- ur fær meg at hugsa um danska sálmin, har sungið verður: »Gå da frit, hver til sit. . « Eg vil heita å løgtings- og landsstýrisfólk um at samanbera teirra inntøku vid lønina hjå einum van- ligum arbeidara. Ja, soleiðis er vorðið i hesum landi. Nær fara løgtings- og landsstýrismenn at tryggja okkum borgarum eitt arbeiði, soleiðis at vit kunnu klára okkara fíggj- arligu skyldur? Hetta skal tí fyrst og fremst vera ein áheitan til okkara fólkavaldu um at tryggja okkum borgarum tey rættindi, ið vit eiga sambært grundlógini. 23. mars 1992 Viggo Holm, Skála Sosialurin er blað lesarans, sum umframt hópin av lesarabrovum at kalla hvønn dag hýsir greinarød- um og skiftandi sjónarmiðum um dagsins mål. Tíðindi Umleið 20 síður í meðal 5 ferðir um vikuna við feskastu foroysku tíðindunum. Grópað verður eisini i ymsum, vit halda eigur at koma fram 2 Í — MM 6 or Ítróttur re KÁ 2 8, Bæði á vetri og sumri. Fótbólts- Ja kappingini og kappróðrunum taka FØ eykafólk sær av. Eingin 1. deildar- SF dystur fer framvið uttan at sf LS = Sosialurin er á staðnum. Sosialurin sigur... — er niðurlagið í hinum NE blødunum, í útvarpi, sjón ÍA Ad | varpi, á tingi, í bý- og Be 2 bygdaráðum — alla staðni I >>, | stoða skal takast til dagsins mál. Fastir teigar mæ »Skemtitekningarnar hjå Ola |= $ P«, >Vælkomið, lítla barna, vl ýsingartorgiða, »Vedrid«, »Streym-urin«, »Utvarp & ; sjónvarpx, »Andlåt«, 3 1% # = »Skriva til Marnera, »Ar- ág ”N beiåsåvisingin« o.m.m.a. …m— - > „SÆ 8 35% 272 > ss 523 s 5 x DEG os Á 8 ST m2eT-D un DP = —= ORM = AE se p Los o7 SOS SES res 5835 > 5 za oe B2EEE SS TE S35S3Z 0. SPfrRGETE sr | ar OD 2 . 52 SF #5 DEDSS Ss DØODD 52 | ; DI2L35 5 OP E W DDLELC c | E —| he É | | € we Tr NN SDS Í 5 > 8 oe 2 == 5 5.E SE „„ jo EX 250 e ST - í = = = > vo DO cr IE SS5=zo60 B 5 5 = fE