hósdagur 2. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á FRA GB ai
i Tr tí
Útgevari; PI? Sosíslurin
Uppseting: Pí Sosialurin
Prent: Pit Pressan 1381 Tølefon:
Se S
4
Bústaður: Argjevegi 28 Postsdrassa: Postsmagu 76
Argjum
11820
118 Térstuven
Telefax: — 14728
Ein íløga og
onnur
RÆTTILIGT orðaskifti — og avgjørt
neyðugt eisini men tíanverri kanska
ov seint í mongum førum — hevur
tikið seg upp um tær iløgur, sum
hava verið gjørdar, verða gjørdar og
skulu gerast í samfelagnum. Her er
so bæði talan um heilalmennar og
hålvalmennar iløgur. Lítið hoyra vit
um tær privatu iløgurnar, sum helst
orsakað av vånaligu støduni í land-
inum eru rættiliga fáar og smáar.
UNDIRSJÓVARTUNNILIN hevur
verið ein tann mest umrødda iløga
her á landi í nógv ár. Tær sera vána-
ligu tíðirnar og vánaliga útlitið í
landinum hava fingið flestu fólk at
mæla móti hesi iløguni. Sjålvt bú-
skaparfrødingarnir, sum gjørt hava
eina meting av iløguni og eru komn-
ir til, at hon samfelagsliga er skila-
góð, mæla frá, at hon verður gjørd
nú, soleiðis sum stødan er í landin-
um.
LÍTA vit aftur um bak — men tá
vóru betri tíðir og tí varð tíanverri
kanska ikki hugsað so langt tá — so
eru nógvar stórar iløgur gjørdar,
sum mong í dag helst sóu, ongantíð
gjørdust veruleiki. Ein er risailøgan í
Gomlurætt. Ein onnur er enn størri
risaílggan hjá SEV í vatnorkuút-
byggingina í Eysturoynni.
|.
TÁ SEV saman við Højgaard 8
Schultz legði fram ætlanina um
vatnorkuútbygging í Eysturoynni
tók seg upp rættiligt orðaskifti. SEV
metti samlaðu iløguna uppá kanska
eina hálva milliard kr. at vera skila-
góða, tí betri var at gera iløgu í vatn-
orku heldur enn oljuriknar motorar
fyri at nøkta ti TÅ metta vøkstrin-
um i streymnytsluni. Nå kann tad
vera so lætt at vera eftirklókur og
siga, at har bleiv als eingin vøkstur.
Tverturímóti er streymnýtslan bara
minkað. Oljuprísirnir eru so heldur
ikki hækkaðir nakað munandi.
ONNUR mettu ætlaðu útbygging-
ina at vera ørvitisskip bæði av um-
hvørvisligum og búskaparligum or-
søkum. Víst var nettup á, at tað var
burturvið at gera eina slíka iløgu
uppá ein mettan vøkstur i streym-
nytsluni, sum kanska slettis ikki fór
at halda, tá avtornaði. Heldur áttu
vit at satsa uppá sparing, soleiðis at
óneyðugt var at fara í gongd við
eina so stóra iløgu, tá allur samfe-
lagsbúskapurin frammanundan
varð alt ov nógv upphitaður.
EISINI var víst á, at fór ein undir ein
part av slíkari stórari íløgu, fór at
verða neyðugt at fullfiggja hana
fyri at fáa nakað burtur úr henni.
T.v.s. at ein útbygging neyvan fór at
løna seg uttan at bygt varð fyri mill-
um hálva og eina milliard kr. Afturat
hesum kemur so óvæntaður meir-
kostnaður, soleiðis at veruligi
kostnaðurin av vatnorkuútbygging-
ini í Eysturoynni, um hann varð full-
førdur ella nærum tað, hevði
kanska í dag ligið oman fyri milli-
ardina. Og taka vit so hesa iløguna
og sammeta við ein undirsjóvar-
tunnil fyri millum 100 og 200 mili.
kr., so er ikki torført at innsíggja, at
henda vatnorkuiløgan var og verður
burturvið, tá hugsað verður um,
hvussu nógv okkara samfelag hev-
ur tørv á av orku og hvat vit hava
ráð til at gera av iløgum í eitt ávíst
endamál.
NÚ standa fólk eftir sum kánus og
spyrja, hví henda iløgan partú
skuldi trumfast igjøgnum tá! Just
tá hon var dýrast at fremja og við
táverandi oljuprísum gott hevði
kunnað bíðað og verið endurskoð-
að. Men teir klóku heilarnir í SEV og
eisini í landsstýrinum við samband-
inum á odda vildu ikki boyggja seg.
Henda sokallaða risaílggan skuldi
gjøgnumførast, kosta hvat tað vildi.
Hvat munnu sambandsmenn halda
í dag. Vóru teir teir skilamenn og
afturhaldsmenn, sum teir vilja gera
seg til, tá talan er um at vísa aftur-
hald í eitt nú almennum iløgum, hví
dugdu teir ikki at innsíggja ør-
skapin í vatnorkuílgguna tå. Nú
standa teir allir samlir og rópa sum
grir inn á javnaðarflokkin og geva
honum alla skyldina fyri alla ólukku.
MEN hvørjir stýrdu landinum, tå
vatnorkuútbyggingin hjá SEV fór í
gongd. Og forrestin, hvør var løg
maður fyrst í 80-unum, tá grundar-
lagið varð lagt til ikki bara hesa
men til allar aðrar ólukkur eisini.
Eingin minni enn ein sambands-
maður. Orkumálaráðharrin var eis-
ini sambandsmaður og formaðurin í
SEV-stýrinum var somuleiðis sam-
bandsmaður. Tví vorðið teir fyri í
dag at tváa sínar hendur og brúka
undanstøkkingina: »G6da mamma,
tað var ikki eg«.
GÓÐU sambandsmenn, var tað at
vísa skilagott búskaparligt aftur-
hald, at tit fingu tvingað risaílgguna
hjá SEV — og nú óbrúkiligu —
igjøgnum! Tit eru svar skyldugir, nú
tit aftur og aftur lasta øllum gðrum
fyri allan dárskap í hesum landi. Nú
skal SEV út eftir pengum frá borgar-
unum, ti streymnytslan er minkandi
og tí teir hava brúk fyri at fíggja
iløguna í Eysturoynni uppá eina
hálva milliard kr. Hesum sluppu vit
undan, høvdu sambandsmenn ikki
verið so altráir at fremja hesa risa-
stóru iløguna.
Frank Davidsen, tingmaður
semi
A
—
Ímóti at privatisera
Landsverkfrødingin
Javnaðarflokkurin tekur ikki undir vid uppskotinum um at
privatisera landsverkfrødingsstovnin. Vit hava nógv greflig
dómi um ta sokalladu fríu vinnuna her á landi, seinasta
dømid var eitt sokallad privat reidari, sum fór á húsagang,
har landskassin misti 40 mill. kr. segði javnaðartingmaðurin
Frank Davidsen m.a. undir viðgerðini av uppskoti
sambandsfloksins. Hann segði:
Tá ið tað verður tosað um
privatisering, so fær ein
líkasum kensluna av, at
bara tú gjøgnumførir eina
privatisering, so verður
tað bíligari eins og tæn-
astan verður betri.
Nú skal eg sum so ikki
bera í betuflaka fyri lands-
verkfreðingin, men tá tað
í uppskotinum frá hátt-
virda tingmanni Finnboga
Arge, beinleiðis verður
mælt til at bjóða asfalt-
verk, grótbrot o.a. út til
tann privata marknaðin,
so seti eg eitt stórt spurn-
artekin við hetta uppskot.
Vit hava nógv greflig
demi um ta sokallaðu fríu
vinnuna her á landi, sein-
asta demið var eitt sokall-
að priat reidari, sum fór á
húsagang, har landskass-
in misti 40 mill. kr.
Annars hevur tað verið
soleiðis, at tá ið tað hevur
verið upp á tal at privati-
sera á samferðslugkinum,
so hevur tað snúð seg um
tær rutur, sum hava givið
yvirskot. Tí væntaði eg
sjálvandi, tá ið eitt sokall-
að privatiseringsuppskot
varð lagt fram her á log-
tingi, at telefonverkið var
tað fyrsta, sum stóð fyri
skotum, heilt einfalt tí
hesin stovnur hevur havt
góð rakstrarurslit sein-
astu árini. Helst hevur
uppskotsstillarin verið
Frank Davidsen. ungmadur
greiðir yvir tað 6hepna at
privatisera henda stovn,
sum hóast alt kann verða
rikin við góðum úrsliti,
hóast hesin stovnur er ein
landsstovnur.
Hinvegin hevur upp-
skotsstillarin mett, at
landsverkfreðingsstovn-
urin var tað mest takk-
sama offrið í letuni við tí
minkandi virksemi, vit
hava í hesum døgum.
At umsitingin og virk-
landsverkfreðing-
sins skal minkast í mun til
fallandi virksemi er givið,
men at fara og selja ognir-
nar hjá hesum stovni, eins
og ta experticu, sum hesin
stovnur hevur upparbeitt
upp i gjøgnum árini, sigur
mær so mikið, at tað verða
ikki útjaðaragkini, sum
koma at nýta gott av hes-
um, um tað gerst veru-
leiki.
Vit vita, at hesin stovn-
ur hevur givið arbeiði til
nógvar hendur úti um
landið. Um ein privatiser-
ing fer fram á hesum eki,
verður helst ein miðsavn-
an at fara fram.
Nú stendur í einum
blaði, at um Skotlandsrut-
an gevur yvirskot, skal
Smyril privatiserast.
Hetta er júst tann mál-
setningur, sum teir sokall-
aðu privatu hava, at tær
rutur, sum geva yvirskot,
sum geva avkast av sær,
tað skal privatiserast,
meðan undirskotsrutur-
nar skulu verða verandi í
landskassanum. Eg haldi,
at tað hevði hóskað seg
betur, um teir ístaðin fyri
tóku allar rutur — eisini
undirskotsruturnar — so
kundu vit út frá hesum
sæð í hvenn mun teir vóru
førir fyri at reka hesar rut-
ur á einum privatum
grundarlagi, sum gjørdi,
at tað bleiv bíligari fyri
skattgjaldaran.
Eg haldi ikki tað er nak-
að forgjert í, at tá lands-
kassin fíggjar undirskots-
ruturnar, at sami lands-
kassi eisini í mestan mun
rekur tær rutur, sum
fíggjarliga bera seg.
Eg veit ikki hverja
nevnd, hetta mál fer í,
kanska samferåslunevnd-
ina, eg hldi eg kann siga,
at javnaðarflokkurin tek-
ur ikki undir við hesum
uppskoti.
Frank Davidsen
RN