Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 - - Nr. 65 — 2. april 1992 Málsviðgerðin av undirsjóvartunnli óreiðilig og oprofessionell Bjarni Olsen og Kári Petersen eru sum persónar reiðiligir og professio- nellir. Men framda málsviðgerðin av undirsjóvartunnli í fjølmiðlum og politiskum umhvervi hevur verið óreiðilig og óprofessionel, skrivar Olavur Christiansen, búskaparfreðing- ur. Í seinastu grein lovaði eg at útgreina meira við- víkjandi roknistykkinum um undirsjóvartunnil. Hetta verður hervið fyri- bils gjert. Og málið er sera einfalt. Onki galið við monn- unum, sum gjørt hava Artimetiskt er onki gal- ið við uppsetta rokni- stykkinum. Soleiðis vera roknistykki av slíkum slagi sett upp í Dan- mark og Onglandi m.a., og verður hetta á hægri lærustovnum har roknad fyri professionelt. Ein må altid hava loyvi at ivast i, um tad er orsøk til at taka tidarmiss hjå t.d. lastvognsførara hjå Vatnsoyra Snikkaravirki inn i roknistykkið. Hetta er altíð nakað, ein kan debattera. Ofta vísir tað seg, at tey arbeiðs- pláss, har fólk ongantíð hava tíð at taka sær av lettum viðhvert, eru tey mest óeffektivu. Og at tey arbeiðspláss, har fólk kunnu loyva sær at strekkja beinini inn í- millum, eru tey mest effektivu. Oprofessionell viðgerð av einum vælmeintum arbeiði Eg trúgvi ikki, at Bjarni Olsen og Kári Petersen halda, at tað er nóg mik- ið bert við hesum rokni- stykki sum grundarlagi at siga, um beint er at fara undir at gera undir- Sjóvartunnil ella ikki. Men soleiðis hava ávísir pelitikarar og fjølmidla- folk lagt hetta ut. Sjålv- andi må hetta vera skeivt. Slikt roknistykki kann aldrin vera annað enn ein partur av einum virksemi fyri at finna lønandi iløgu fyri t.d. 150 ella 300 mill. kr. Og slikt roknistykki kann ikki vera einasta loyvda mannagongd fyri at finna fram til lenandi ílegur. Fyrsta stigið fyri at finna fram til lenandi iløgur, må vera at loyva fleiri uppskotum at koma fram. Og hetta stigið er lopið um. Og at gera slíkt, er grovliga at manipulera við slíkum roknistykki við tí enda- máli at fáa ávísa loysn igjøgnum. Endamálið er ikki at finna fram til tær mest lenandi og gagn- ligu ílegurnar fyri land og fólk. Slíkt er vill- leiðing og í mínum hugaheimi óheiðurligt. Tað er serliga lætt í Fer- oyum at reka slíkt vill- leiðandi virksemi, av tí at vit ikki hava fjøl- miðlafólk, ið eru fer fyri at geva slíkum málum professionella viðgerð. Tey duga ikki at seta spurningar. Men her eru Kári Petersen og Bjarni Olsen ósekir. Teir hava fingið eina bundna upp- gávu at kalla. Tær stóru ólukkurnar í áttatiárunum hendu við slíkum villleiðandi virksemi. mr Adrir måtar at rokna uppå finnast Tå vit tosa um manna- gongdina i roknimåtan- um hjå Bjarna Olsen og Kára Petersen, so rokna aðrir, t.d. nógvir japan- arar, hesa mannagongd óprofessioneila (ófull- fíggjaða) og skeiva. T.v.s. teir rokna slíka mannagongd fyri at geva ov stórt sannlíki fyri skeivum og ófull- komnum niðursteðum. Ein grundgeving teirra er, at tel ikki kunnu set- ast á nógv viðurskifti av avgerandi týdningi fyri lønsemid. Eitt dømi um viðurskifti, sum álítandi tel ikki kunnu setast á, er áðurnevndi týdning- urin av tíðarmissi hjá lastvognsførarum. Ann- ad dømi kundi t.d. verið viðurskiftini hjá teim- um, sum rekja uppgávur í sambandi við ferjusam- bandið. Annað demi eru broytingar í fortreytum og viðurskiftum, sum liggja til grund fyri i Tørshavn, 30. mars 1992 | Ólavur Christiansen framskrivingunum. Men demini eru so nógv, nógv fleiri, og skulu ikki útgreinast her. Tveir møguleikar er ikki å nakran hått nóg mikið | Tá kanning verður gjørd av iløgu í tunnil mót- vegis ferjusambandi, hevur tað ongan týdn- ing fyri nakra avgerð her cg nú, um iløgan í tunnil kann gjalda seg aftur um 30 ár ella kanska meira sannlikt (sum onnur halda) um 50—80 ár. Spurningurin er, hvussu vit investera 1 mill., 10 mill., 20 mill, 50 mill., ella t.d. 135 ella 150 ella 300—400 mill. tilsamans til sterst meguligum gagni fyri land og fólk. Og tá er onki meira fullkomiliga burturvið enn bara at hyggja at 2 meguleik- um: tunnil ella verandi ferjusamband. Neyðugt verður at spyrja, um tað finnist ein 3., 4, 5. 6. 7. o.s.fr. meguleiki fyri ílegu, ið kundi goldið seg aftur eftir nekrum fáum árum. Eg trúgvi ikki, at vit í fyrstu atlegu eiga at seta buskaparfrødingar til at | gera utrokningar av øll- um hesum møguleikum. Eg trugvi, at spurning- urin er nógv lættari enn so at greiða. Hetta kundi verið gjørt við, at fólk sjálvi, uttan sjálv- sekni og milliónerings- dreymar fyri seg sjálvi, og uttan hóttandi og noktandi peikifingrarnar frå sjålvsøktum politikarum, fingu loyvi til at komid fram vid uppskotum um uppaftur meira lønandi iløgur, sum kanska vóru, nógv, nógv bíligari einsæris ella samanlagt enn 150 mill. kr. Vit sóu jú baltisku skipini í Nóls- oyarfirði í summar. hetta var ein meguleiki. Men meguleikarnir eru so nógv fleiri. Latið fólk- ið sjálvt koma fram við teimum. Hesum fólkum kundu buskaparfrøding- arnir verið til hjálpar til at komið so nær sann- leikanum sum gjerligt, við at nýta skilabestu mannagongdir. Útrokningin kann ikki vera nakað grundarlag fyri stødutakan til nakra iløgu yvirhøvur Tað er tessvegna givið, at ein nidurstøda, sum sigur, »at gera tunnil undir Vestmannasundi loysir seg vid stórari vissu samfelagsliga, um prísurin verður um 130— 135 mill. kr. excl. avgjøld og byggirentur« skeiv, av ti at slik iløga tekur pening frå eðrum lønandi iløgum, sum kunnu og mugu vera meira lønandi. Skulu Føroyar og landskassin hava nakra framtíð, sigur tað seg sjálvt, at tað ikki ber til at bíða eftir iløgum, sum hava vunnið seg inn aft- ur um 30—80 ár. Hetta er ikki neyðugt at vera búskaparfreðingur fyri at skilja. Neyðugt verður at heinta inn ennur upp- skot um at nýta pening skilagott, innan hitt al- menna ella hitt privata. Hetta er ikki gjørt enn. Ti eg ivist í, um politik- ararnir geva loyvi til hetta. Neydugt verdur ti at biðja fólk koma vid fleiri uppskotum til okk- um. Tað er til fánýtis at fara til hinar politisku flokkarnar við hesum. Bara ein hugsjónarflokk- ur kann hjálpa fólki við slíkum. Framhald av síðu 11 Rusk frá alivinnuni Ein annar ruskspurning- ur, sum enn er óloystur er ruskið frå alivinnuni. Sum er hevur nakað verður brent i Leirvik, men iva- samt er, um hetta fer at halda fram Tå ein eftirlitsmadur var frå Vølund verksmidjuni var og vitjadi stødina, gjørdi hann greitt, at hetta ruskid fer illa vid ovnin- um, og at tað mátti undir ongum umstødum takast í Ov stórum negdum. Kanska fer brennistødin heilt at gevast við at taka móti hesum ruskinum. Annars arbeiða brenni- staðin hjá IRF saman við KOB við eini ætlan at beina fyri aliruskinum men enn er lítið itøkiligt | komið burturúr. | | | tór.- Grundstykki á Ovaru getu nr. 26, Hoyvík, til solu. Sera gott útsýni. TIf. 22368 So gott sum nýggjur komfýrur biliga til solu. Tlf. 14656 aftur. ÅRSBINGO verður i Pálsstovu - Mykinesargøtu 7 friggjakvøldid 3. april, kl. 19.30 Nógvir góðir vinningar — eitt nú flog- ferð. Siduvinningar til hverja fulla plátu. Sjúkrahjálparar Amnesty international Skrivstovan i Vågsbotni er opin månadag, miku- dag og friggjadag kl. 11—16. Tif. 15816. Eftir bingo kunnu fólk fáa flutning heim — um ongin kennir veru ella tænastu tygara, hver skal so njóta hana? i i $ Í i