Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 sosíalurin SM Runavíkar Kommuna 25 ár: Nr. 65 — 2. apríl 1992 Dreymurin er at seta skipið á land Arbeitt verður framvegis við at seta Hoganes í stand Hvert mánakveld eru nakrir av limunum í fe- lagnum Heganes umborð í Skipinum, sum síðani 1984 hevur havt sítt fasta pláss í havnini í Runavík — niðanfyri har Runavík- ar býráð heldur til. Her verður skipið ligg)- andi nakað afturat, men tá vit vitjaðu umborð í kaffisteðginum mána- kveldið, varð sagt, at eina ferð verður neyðugt at taka skipið á land og kanska leggja tað í eina dokk. Nær hetta verður, er ikki greitt, men kanska um eini 10 ár. Øki at seta skipið á er ikki funnið enn, men tá tað verður aktuelt, verða samráðingar við kommununa um tað Kommunan hevur altíð víst skipinum og felag- num stóran áhuga. Tað verður áhaldandi arbeitt við at seta skipið í stand og at halda tað við líka. Brúgvin og kahúttin eru eftir at seta í stand. Nær farið verður undir hetta arbeiði velst um fíggjarligu orkuna. Alt verður fíggjað við lima- gjaldi og inntekum frá til- tekum, sum felagið skipar fyri. Nýggja nevnd Í februar mánaða hevði felagið aðalfund. Tað var fyrsti aðalfundurin í fleiri ár. Tað kemst av, at nevndarlimirnir veittu trygd fyri láni upp á eini 300 túsund, tá teir skiftu dekk og garnering. Nú er lánið burtur Í nýggju nevndini sita Páll Rasmussen, formað- ur, Jeffri Lamhauge, næstformaður, Símun Mittún, kassameistari, Dånjal Petur Højgaard, skrivari og Martin Olsen, varaskrivari. Agnar Poul- sen umbodar kommununa og Andrass Mortensen umboðar forminnissavnið. Varalimir eru Julius Steingrund, Hans P. Weihe og Kåri Lamhauge. Hilmar Nielsen sat í gomlu nevndini, men hann ynskti ikki afturval. Nógv tiltøk Høganes hevur ikki tiltøk á skránni í sambandi við mentunarvikuna í Runa- vík. Heldur hava teir valt at skipa fyri tiltøkum seinni i mánaðanum. Limakvold verður 23. apríl. Hóraldur Joensen fer at spæla harmoniku og Tekstviðgerðin Føroya DataSkúli fer í vikunum 16 og 17 at hava tvey grund- skeið í tekstviðgerðini WordPerfect. Forkunn- Tað verður ikki kravdur nakar serligur forkunn- leiki: leiki fyri at kunna luttaka á skeiðnum. Nær: Skeiðini eru i 2 dagar, og verða í døgunum: mánadagin 13. apr. og týsdagin 14. apr., mánadagin 21. apr. og týsdagin 22. apr. Vit byrja kl. 9, og vit gevast kl. 16. Innihald: Grundleggjandi hugtøkini í tekstviðgerðini verða gjøgnumgingin so sum at skriva, rætta, goyma, heinta og prenta. Vit læra síðan um funktiónir sum tabulator, breddar — høgri og vinstra, ovast og niðast, orðabýti og meiri framkomnar funktiónir so sum at raða (sortera) og at flætta. Eisini verður knappaborðið gjøgn- umgingið, disklar og avrit. Tekning: Tekning og upplýsing fer fram á tlf. 16173. FØROYA DATASKÚLI Brekkutún 1 Hoyvík - Tlf. 16173 Hans Jákup Kollslíð fer við ljósmyndum at greiða frá ferð í Thailandi. Ungdómar hava í sam- andi við felagið Heganes stovnað tað, teir kalla Tónasjón, sum skipar fyri mentanartiltøkum um- bord. Higartil hava teir havt 14 tiltøk, og i april skipa tey fyri tveimum. 11. april fara Kristian Blak og onnur at spæla indianaratónleik og 27. apríl fara tveir danskir sjónleikarar at framfera stykkið Parfymeret sild. Annar av sjónleikarunum er Chili Turell, sum vit kenna frá Bygdini, ið sjón- varpið sýndi fyrr í ár. -nes Skeið í rokniarkinum | PlanPerfect] Føroya DataSkúli fer í viku 17 at hava eitt skeið í rokniarkin- um PlanPerfect. A hesum skeiðnum verður serligur dentur lagdur á tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í fiskiidnadin- um. Forkunn- Tað verður ikki kravdur nakar serligur kunnleiki leiki: til PlanPerfect, men ein fyrimunur er at hava grundleggjandi kunnleika til telduarbeiði. Nær: Skeiðið er í tveir dagar, og verður í døgunum: hósdagin 23. apr. og fríggjadagin 24. apr. Vit byrja kl. 9, og vit gevast kl. 16. Innihald: Grundleggjandi hugtøkini i PlanPerfect verða gjøgnumgingin, og uppgávur verða loystar, t.d.: figgjar- og rakstrarætlan, prísútrokningar, dagroknskapir, skrásetingararbeiði (leita og sortera) og goymslustýring. Tekning: Tekning og upplýsing fer fram á tlf. 16173. AAA FØROYA DATASKULI Brekkutun 1 Hoyvik - Tlf. 16173