Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 »Framligt, óskyldugt og frekt,» soleiðis metir Bergtóra Poulsen úr Klaksvík tað at ganga modell í SMS. Hon gekk týsdagin saman við seks ødrum kvinnum modell í tidindabladid SMS og visti fram tann seinasta mótan innan undirklæðir Hóast vánaligar tíðir og fólk hava minni pening um hendur, so cru tað til- wk í SMS, sum kunnu fáa fólk at savnast. Týsdagin var vármótaframsýning við ti seinasta innan kvinnuundirklædir og torgið í SMS var stúgv- andi fult av fólki. Og her vórðu umboð fyri allar aldursbólkar, all- ar klassar, her var cilt breitt úrval av fólki, frá 0- 90 ára aldur. Og hvat er tað so sum dregur fólk til cina tilika framsyning. Er tað undir- klæðini ella tekkiligu kvinnurnar sum hálvnak- nar sýna hest fram? Nr. 66 — 3. april 1992 Hjå mannfélkunum vit tosadu við var ongin ivi. Tað livgar upp at síggja vøkur konulólk, líuð ílatin, í hesum annars so gráa og vælinnpakkaða vetrardegnum. Og mannfólkið var væl umbodad. Vid tråandi cygum fylgdu vit modell- unum, meðan tær vagg- andi, elegant, fluttu seg fram eftir pallinum. Hetta var cins professionelt og tað vit síggja í útløndum Ein andans stríðsmaður stóð tætt við pallin, hvørja ferð ein hålvnakin kvinna kom framvið, so foldaði hann hendurnar og varr- arnar gingu tittar. Um hann bað um ikki at falla í freistingar ella hann bað fyri kvinnunum, tað er ósvarað enn. Bíligar diddur Onkur hevði hug at argast. Hetta vóru nakrar bíligar gentur, sum so- leiðis ganga og vísa seg fram á cin ónærisligan hátt. Tú kundi síggja á and- litunum á fólki sum arg- aðist. Men eg legði- ikki merki til nakran, sum fór av framsýningini av hes- um ávum. Fólk vórðu verandi til tann bitra enda, rr Nr. 66 — 3. apríl 1992 | tíðindablaðið Men fleiri viðmerkingar um kvinnurnar hoyrdust, ett nu: Eg hevði so ongantíð gingið við ul at mín genta gekk nakin á einum palli.«, segði ein ljós- hærdur unglingi. „Kann nakar ríða so lágt, at vísa seg fram á handan hátt.<, segði ein eldri kvinna og snerku við. >Tær munnu verða full- komiliga tómar í ovastu hædd.>, segði cin onnur pelsklødd. Og so hoyrdust cisini positivar, eitt nú: »Handan sær gott út, sjarmerandi og dugir at føra seg fram.« segði ein stoltur ungur sunnanmað- ur. „Okkara kvinnur standa onki aftanfyri útlendskar á mótaframsýningum.< hoyrdist frá einum kend- um lærara í Havn »Fantastiskt, og so djarvar tær eru, at tær tora,« segði ein riði. Íkki kroppurin men klæðir Aftaná framsýningina hittu vit tær seks ungu kvinnurnar sum gingu modell. Vit prátaðu saman í Perluni. Nú vóru tær ílatnar og vit sótu róliga og pråtadu um tað at ganga modell. Hvussu kenna tit tað at ganga hálvnaknar framm- anfyri einari rúgvu av fólki? >Vit hyggja omanfyri fólkið, vit síggja ikki tey einstøku, bert eina rúgvu av fólki, tað vil siga, at vit hava ikki so nógv sam- band við áskoðaran,< siga Skal ein ikki verða sera væl nogdur við seg sjálv- an, áðrenn ein fer hálv- nakin á pall? --Nei, tað er ikki so nógv kroppurin tað kemur ann uppá. Vit vísa ikki kropp- in, men klæðir, sigur Súsanna Højgård, modell. Er tað verri at ganga 1,7 Lt x modeli í UNGUFKLÆOUM Ja, kroppurin er nakað persónligt, so tað er lættari at ganga í vanligum klæðum, sigur Bergtóra Poulsen, modell. Tå ongin annar torir, so meldar ein seg ul, og so fáa vit pengar fyri tað, sigur Súsanna Højgård. Hvat siga sjeikarnir? Hvat siga so sjeikarnir hjá gentunum ul at tær visa fram undirklæðir? --Drongurin hjá mær er stoltur av av. Hann hevur einki ímóti at eg gangi modell, sigur Jutta Han- --Og mín sigur, at tað er nakað sum eg sjálv má avgera. Tað blandar hann seg ikki uppí, sigur ein onnur. Droyma ikki um karrieru Kundu tit hugsa tykkum at arbeitt sum modell utanlands? --Nei, tað er ikki nakað vit droyma um svara allar við cin munn. —Vit verða uppfordraðar til at ganga modell og vit fáa pening fyri tað, men at havt hetta sum arbeiði, tað er ikki nakað vit droyma um, siga tær Og hetta kundi cisini givið eitt sindur meir av peningi, eg haldi ikki åt vil Vinna mogvy SIÐUf Súsanna Højgård Vit hava tørv á eimum modellburcau í Fóroyum. og har kundi cin eisini lært, hvussu cin gongur modell, sigur Brynja Jac- obsen. Klaksvíksingar meira fríbornir Bergtóra Poulsen úr Klaksvík hevur fleiri ferðir gingið modell har. —Eg haldi tað er lættari at ganga modell i Klaks- vík. Serliga tå ein vísir undirklæðir fram. Har verður tað accepterað og aftaná fær ein herðaklapp fyri at hava sýnt seg fram, sigur Bergtóra Poulsen. —Eg haldi, at tey flestu dåma væl at hyggja eftir okkum, hóast tey ikki tora at viðganga tað fyri ød- rum, sigur Jóngerð Lunds- bjerg. Ikki toppleysar Høvdu tit tora at gingi toppleysar, bert í trussum Her eru allar samdar, tað høvdu tær ikki gingið við ul Tá tú gongur topplcys, so hevur tað ikki nakað við ema mótalramsyning at gera, undirklæðir hoyra saman, siga tær Hvat er eitt gou pub IK UM Tað er gou um vil hoyra lógvabrestir. Eitt nú í dag, tað varð ikki klappað fyrr enn vit vóru lidnar. Stuttligari hevdi verið um áskoðararnir høvdu verið meir við, siga Lær. Tá vit høvdu fyrstu mótafuramsýningina av undirklæðum 10. mars vóru mest mannfólk sum áskoðarar. Í dag var ørvisi, nú vóru eisini nógv konufólk og hugdu. --Hví skulu vit ikki vísa okkum fram. Eg haldi tað er framligt, óskyldugt og frekt. Tað er ikki líka mikid hvørjum undir- klæðum cin er í. Vidhvørt eru vit ílatnar ul at vera úrlatnar, sigur Bergtóra Poulsen Undirklæðir burturav Flykran í SMS er einasu handil á Føroyum, sum sclur kvinnuundirklæðir burturav. -Eg haldi, at tað er rímuligt, at vil sýna fram, hvussu klæðini síggja út á Tad er ikki lætt at ímynda sær hvussu klæðini eru, um eim bert kvinnunum tekur tey av hyllunum, sigur Leila Petersen, sum skipaði fyri framsýningim av undirklæðum Tað eru nógv mann- fólk, sum keypa konum ella gentuni undirklæðir sum gávu. og tað er lættari hjá teimu at vita hvat ten skulu keypa, um teir hava sæ cina mólalramsyning, sigur Leila Petersen. Og bådar framsyning arnar hjå okkum hava prógvað at áhugin er stórur. Vit merkja tað e1s- ini á søluni. Vit selja nógv meir aftaná eina móta- framsyning, sigur Leila Petersen Semastu árini hava tað verið tær somu genturnar, sum hava gongið modell. Men hesuferð hava vit valt heilt nýggjar. Tað hevði verið ein fyrimunur, um vit høvdu havt eitt modellburcau i Føroyum, sigur Leila Petersen. Og at enda ummæli av vårframsyningini av und- irklædum i SMS: »Hon var framlig, óskyldug og frek.« > Meir av hasum slagnum, FLOTT, ELE- GANT og føroyskt.«