Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 3. apríl 1992 Í Scansat/TV 3 Fríggjadagin kl. 18.35: Captive Hearts i tiímur í 1987 við Chris Makepi ce g Noriynki »Pat« Mortis (læraranum i Karat høvudsleiklutunum. Eit amerikanskt bumbuflogfar verður i bardaga sk tið niður 1 Japan, meðan seinni heimsbardagi herjar. Báðir flog- sleppa lívinum, verða tiknir til fanga og koyrdir til ein skipararnir við men fjarskotnan bý í fjøllunum. Fukushima, fyrrverandi herovasti, ansar eftir at teir ikki rýma. Har kavar illa, og at enda er býurin Japanska avskorin frá umheiminum. fólkinum dámar einki, at amerikumenn eru har. Og líka ónegduúr er McManus, sum einki ger fyri at krógva hatrið móti fíggindanum. Eftir stutta tíð ætlar hann at rýma, men verður skotin og deyr. Robert dugir so við og við at síggja, hvussu japanararnir eru og at kenna mentan teirra. Og hann fær eisini eyguni upp fyri hvussu vekur Miyoki, einkjan eftir son Fukushima, er Fríggjadagin kl. 22.55: Kojak Kojak verður órógvaður í eini morðsak, tá ið hann fyrst noyðist at yvirtala eina unga kvinnu at vitna, og síðani at verja hana móti fíggindanum. Leygardgin kl. 13.15: Beverly Hills Madam Faye Dunaway Am. filmur frá 1986 við Faye Dunaway í hevuðsleiklutinum. Lil Hutton er >karri- eru-kvinna« burturav. Hon er rík og fín og rekur callgirl virksemi í Beverly Hills. Og hagar koma bert teir ríkastu og týdningarmestu menninir. „Bert tað besta er nóg gott< er motto hennara, og hon fer harðliga fram. Hon stýrir gentun- um við harðari hond, og um ein genta ikki ger, sum hon er biðin, má hon fara. Tá ið Claudia, ein av gentunum, sigur at hon ætlar sær at fara, tí hon skal giftast við einum av »kundunum«, verður Lil skelkað Leygardagin kl. 19.30: You Only Live Twice Bretskur filmur frá 1967 eftir myndaritið hjá Roald Dahl. James Bond roynir at steðga eini heimsvanlukku. Fíggindi hansara, Blo- Sean Connery og Mie Hama feld, ætlar at byrja ein triðja heimsbar- daga. Tá ið bæði stórveldini senda raket- ir, fangar Blofeld tær við sínum taktikki, so at Sovjet og Amerika ákæra hvert annað fyri at órógva. Bretska trygdar- tænastan fer upp í og ger alt fyri at um- gangast atomkriggj. Teir senda Bond eystur eftir, har teir hald Blofeld heldur til Sunnudagin kl. 15.05: Kranes Konditori Norskur filmur frá 1951. Segan fer fram í einum lítlum norskum býi. Segan er um eina kvinnu, einsemi hennara og longsul- in eftir kærleika. Einasti maðurin, hen var góð við, rýmdi og segði ikki farvæl. Hon reynir at fáa alt at ganga sum fræg- ast fyri bernini. Men ein dagin hittir hoin ein svenskan sjómann á Kranes Kon- ditori Sunnudagin kl. 19.30: Broadcast News Albert Brooks, Holly Hunter og William Hurt Am. filmur frå 1987 við William Hurt, Alberta Brooks og Holly Hunter. Vit eru stødd í einari sjónvarpssteð i Washing- ton. Jane Craig arbeiðir sum tíðinda- kvinna, og hon stríðist fyri at fáa tey rettu tíðindini fram. Arbeiðið er tað týdningarmesta í lívi hennara, til Tom Grunick kemur. Hann fær arbeiði at lesa upp tíðindi. Hann hevur onga útbúgving og hann skilir neyvan tað, hann sjálvur lesur. Hann verður skotin í Jane, men tað er hin klókari Aaron Altman eisini. Og kappingin innan sjónvarpsarbeiðið er herð, og hverjar eginleikar velur leiðsl- an? Jack The Ripper Enskur filmur í tveimum pertum frá 1988. Tann 31. august 1988 varð ein skekja myrd tíðliga um morgunin í býar- partinum Whitechapel í East End í London. Tað var byrjanin til ræðuleikan Jack The Ripper. Fleiri hundrað løg- reglumenn arbeiddu vid sakini og mong túsund vórðu hoyrd, eisini drotning Victoria kom uppí. Seinasta offrið hjá Jack The Ripper var dripið í november Lewis Collins, Michael Caine og Gerald Sim 1988, men sakin varð legd burtur, og eingin sekur funnin. Men spurningarnir vóru nógvir, hvussu kundi Jack The Ripper drepa og rýma blóðdálkaður í East End, har nógv fólk altíð vóru? Hundrað ár seinni, í 1988, fekk David Wickes atgongd til loyniligu skjølini í arkivinum hjá løgregluni i London. Eftir at hava granskað í níggju mánaðar, helt Wickes seg hava leyst gátuna. Sendi- reðin um Jack The Ripper er innspæld partvís í Pinewood Studios og partvis í East End. Leikarar: Frederick Abberline — Michael Caine, Emma Prentice — Jane Seymour, Richard Mansfield — Armund Assante, Sir William Withey Gull — Ray McAnaly Cathrine Eddows — George, Mary Jane Kelly Anthony 0.o. Susan Lysette Mánadagin kl. 22.25: Rockford Files Rockford hevur lovað at verið forlovari fyri Angel, men uppdagar beint aftan á brúdleypið, at hetta bert var fyri at Angel kundi fáa fatur í jørd frá einari amerikanskari familju Týsdagin ki. 22.00: | Married with Children Eftir at hava verið til handils, heldur Peggy at familjan krevur meira enn eina innteku at liva av. Hon biður Al fáa sær eitt arbeiði afturat. Peggy finnur eitt gott arbeiði til hansara, hann skal fara at selja smyrsl. Men so heldur hon, at hetta arbeiðið er júst nakað fyri hana Mikudagin kl. 19.05: Mel kennir seg illa og Susan biður Vinnie koma við henni í veitslu á fronsku sendi- stovuni. Komin hagar, sigur Susan, at tey skulu metast í ovaru hæddini nakað seinni, samstundis sum hon stingur eitt fjarrit í lumman hjá Vinnie. Stutt eftir handtaka vaktarmenninir hann. Fjarritið er um ólógliga vápnaselu við Suður- Amerika. Vinnie krevur at Susan kemur, men hon heldur fast við at hon ongantíð hevur sæð Vinnie Terranova. Miami Vice Crocket og Tubbs halda eyga við einum manni, sum er illtonktur fyri at smugla narkotika, fyri at útvega próvtilfar. Endiliga tykist tað, sum okkurt hendir, men tá spreingist báturin hjá manninum, og oll familjan deyr. Crocket og Tubbs illtonkja onkran hjá løgregluni Hósdagin kl. 19.05: 21 Jump Street Løgreglan kemur uppí, meðan vigslan fer fram millum tvey blaðung. Unga brúður- in, Corey, verður handtikin, meðan Dean, brúðgómurin, rýmir. Hóast Dean er eftir- lýstur fyri morðið á pápa Corey, skulu Hoffs og Penhall fylgja Corey heim, og tað er til ein annan by. Corey er sannførd um, at drongur hennara fer at koma henni til hjálpar, hóast hon er i hondjørn- um Hósdagin ki. 22.00: Golf U.S. Masters 1992 — bein- sending TV3 sendir beinleidis frå fyrsta degnum i U.S. Masters kappingini i Augusta, Gorgia. U.S. Masters er ein av teimum fyra størstu kappingunum, hinar triggj- ar eru U.S. Open, British Open og U.S. PGA, og er tann einasta kappingin, sum á hverjum ári fer fram á sama stað, Augustu National Golf Club, har náttúr- an er sera vekur. Nick Faldo vann ikki sín triðja sigur í U.S. Masters í fjør — ístaðin varð tað Ian Woosman frá Wales, sum vann. Nógvir kendir spælarar verða við: Nick Faldo, Ian Woosman, Jack Nicklaus, Seve Ballesteros, Payne Ste- wart, Craig Stadler o.a.