Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Ábyrgdarbísðstjóri: Jan Muller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Dtgevari: Fyritaksstjóri; Krisjen Dakt Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Júsúnus Eldasgasrd PH Sosiskarin Uppseting: Pit Sosielerin Prent: Pit Prossan 1981 Bústaður: Argjavegi 28 Postsdressa: Argjum Yølefon: 1182 Tøletax: | Tad skal ikki skorta upp å vilja | NU um dagarnar var Listafólkating i Vestmanna. Her vóru nógv ymisk áhugaverd tiltøk. Eitt nú var ein pall- borðsfundur um viðurskiftini hjá listini | og listafólki í Føroyum. Í hesum sam- bandi varð eisini nomið við leiklutin hjá fjølmidlunum. Víst varð á, at eingi blød vóru umboðað á tinginum, og er hetta ikki rætt. Sosialurin hevði ikki færri enn tveir myndamenn á staðnum fyri at skaffa myndir, sum vera grundarlag undir komandi greinum frá tinginum. TAÐ kemst ikki uttan um, at tað er av- markað, hvat bæði sjónvarp. útvarp og blød kunnu brúka av tíð, orku og pen- ingi til hetta so sera stóra gkið, sum okkar mentan er. Hóast tað í nógvum førum er ein prioriteringsspurningur, hvat tå velur at gera meira og minni burtur år, so er tad ein sannroynd, at mentanarøkid i mongum hevur verið við sviðið sod í fjølmidlunum. Hetta ikki tí at talan er um illvilja móti teimum félkum, sum virka á tí mentanarliga øk- inum á ein ella annan hátt. Men meira tí at hetta er eitt so stórt og so orku- og tíðarkrevjandi eki, at tú fært ikki gjørt tað so fullfiggjad, sum ein kundi ynskt. Á listafólkatinginum stóðu fjølmiðlarnir tí eisini fyri skotum og serliga blødini. Onkur helt, at blødini sum heild gera alt ov lítið við mentanartilfarið. Og hetta er rætt. Men tá tað er sagt, so eigur eisini at verða víst á, at júst blødini hava sera avmarkaðar møguleikar at »dekka« øll øki i samfelagnum nóg væl. Blødini fáa meira og minni studul frå politisku flokkunum, men ger tú ikki eina sølu verduga og kappingarføra vøru, sum eitt stórt tal av fólki vil keypa, so kanst tú pakka saman. SOSIALURIN hevur eftir okkara tykki víst stóran ans fyri mentanini við mong- um greinum og tilfari á hesum gki. Men hetta hevur so verið svingandi- Nú blað- ið gjørdi av at koma út fimm ferðir um vikuna, rætt og slætt fyri at kunna skaffa blaðnum fleiri inntøkur, so er greitt, at tað verður ikki nógv avlops- orka hjá fólki, tá talan er um at „dekkar stór mentanartiltøk. Hesi krevja veru- liga nógv av tí einstaka blaðfólkinum bæði hvat tíð og orku viðvíkur. Bara hetta at skula ummæla sjónleikir, kon- sertir, bøkur o.l. krevur sítt fólk ella bæði tvey og tað krevur so eisini, at tú hevur tey réttu fólkini at gera hetta ar- beiði. AT koma út fimm ferðir um vikuna krevur fyrst og fremst — fyri at fáa blaðið selt hvørja ferð og harvið skapa blaðnum liviumsteður — at tú brúkar nógva tíð og orku uppá tey vanligu tíð- indini. Tíðindi úr Havn, men so sanniliga eisini tíðindi og tilfar av bygd. Hetta við bygdunum vita vit hevur ligið á láni hjá øllum fjølmidlunum, og tí hava vit sett okkum sum mál at fara meira út á bygd- irnar og har viðgera evni, sum eru frammi í gerandisdegnum. Hetta halda vit hevur eydnast so hampuliga, tí inni- haldið i blaðnum er nú úr øllum heraðs hornum av landinum og ikki bara úr Havnini TAÐ var fyrrverandi útvarpsstjórin Niels Juel Arge, sum einaferð segði í samrødu við Sosialin, at føroyingar voru tidindanarkomanar. Og her hevur hann so rætt so rætt. T.v.s. at blødini fyri at kunna yvirliva mugu skriva tidindi og aftur tidindi. Men harvid er ikki sagt, at hesi tidindi bara er kediligt og eingangstilfar. Nógv av tidindatilfar inum er tvørturiméti tann katalysator- urin, sum er neydugur fyri at halda liv i ti almenna orðaskiftinum. Tíðindi eru ikki bara um hvussu nógvur fiskur er komin upp á land hesa vikuna, hvussu mong fólk eru tikin fyri at koyra við kenning, ella hvussu mong hava svom- ið henda fyrsta ársfjórðingin sammett við í fjør. Tíðindi fara eisini nógv djúpri og eru veruliga grundarlagið undir víð- ari kjaki millum lesarar og ikki minst okkara stýrandi fólk. UMFRAMT at vera tíðindanarkomanar, so vil eitt stórt tal av lesarunum hava ítrótt. So kunnu tey, sum ikki orka fyri ítrótti, halda hvat tey vilja. Stórur partur av lesarunum keypir blaðið, tí ítróttur er í, og serliga tá blaðið fylgir við í lands- kappingini í fótbólti. Hetta sæst so týðuliga á inntøkunum hjá blaðnum. OG so koma vit aftur til mentanartil- farið. Hetta selir sjálvandi eisini, men ikki nær námind tað, sum tíðindini og í- trótturin gera. Hetta er bara ein sann- roynd, sum vit, ið geva blød út, síggja á sølutølunum. Men harfyri er ikki sagt, at mentanartilfarið eigur at skúgvast til | viks. Spurningurin er bara, hvussu kann hetta verða skipað betur uttan at gl! tíð og orka hjá teimum fáu blaðfólkunum, sum eru tek, skal fara til tað aleina. Her kann so hugsast, at fólk uttan fyri blað- húsið hjálpa til við hesum tilfarinum, at fólk, sum hava evni og egna seg til at ummæla tónleik, sjónleik og bøkur kunnu setast til ávísar uppgávur. Hetta hava vit so eisini gjørt í ein ávísan mun, men her kemur so aftur spurningurin, hverjir pengar eru at taka av. HÓAST atfinningarnar móti fjølmidlun- um, at kundi meira verið gjørt við mentanartilfarið eru rættar, so eigur at verða sagt, at Sosialurin roynir at taka alt tað upp, sum verður sent okkum av slíkum tilfari, og tað er ikki so lítið. Og rætt skal vera rætt. Vit royna at finna fólk at ummæla eitt nú konsertir, sum kanska hevur verið tað gkið, ið hevur ligið mest á láni. Vit hava so eisini sent myndafólk á staðið og hetta samanlagt hevur kravt nógv av okkum bæði í tíð, orku og pengum. Men vit gera tað heldur enn gjarna, eru møguleikar til tess. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk í Føroyum at ummæla tónleik, sjónleik og lutvíst eisini bøkur. MEN vit vilja fegnir taka atfinningarnar á Listafólkatinginum til eftirtektar og royna at bóta um, har hetta kann ger- ast. Eisini vit, sum skriva og geva út blød, hava brúk fyri uppbyggjandi at- finningum. Tað skal so ikki skorta uppá vilja frá okkara síðu. Latið okkum tosa um tað, latið okkum saman fáa nakað gott burtur úr teimum møguleikum, sum nú einaferð eru. Háðan og niður- gerðing av idn- aðinum í Vagum Málsetningurin hjá Jákup Mørkøre, Andrias á Lava Olsen, og formanni Idnadarfelagsins er púra greiður. Ídnaðurin í teirra øki skal hava tær allar bestu umstóður, bæði sjóvegis og eftir landi, meðan ídnaðurin í Vágum, hvat samferðslu sr VIð víkur, skal sigla sin egna sjógv komandi 10-15 árini skrivar Frank Davidsen, tingmaður m.a. í viðmerking til SKFIVINEING I Verkafeløg eins og umbod fyri idnadin Vågum, hava vist aftur ålopunum frå Føroya Ídnaðarfelag í stødu vidvikandi fasta sambandinum um Vestmannasund, eins og eitt av størstu idnadar- virkjunum i Vågum hevur sagt seg ur Føroya Ídnað- arfelag. Harafturat hevur lands- stýrismaðurin í sam- tess ferðslumálum á ein sera sakligan hátt væl og virði- liga svarað Føroya Idnad- arfelag, sum i eini sera ålopskendari grein tykist at hava slept øllum vinnu- livinum i Vågum upp å fjall. Men tå okkara feråslu- ráðgevi, min góði vinur Hans J. Hermansen, nú eisini kastar seg út í kjak- ið og setir spurnartekin seinastuni um sambandið um Vestmannasund við ferðslutrygdina í ein- um meguligum undir- sjóvartunnli, so kundu vit hóskandi vent spurningin- um og spurt hvussu trygdarviðurskiftini hava verið og eru hjá teimum, sum ferðast um Vest- mannasund. Sjálvt um henda ruta ikki beinleiðis hevur nak- að við okkara ferðsluráð- geva at gera, so kundi ein hóskandi spurt um hann hevur gjørt sær nakra hóming av trygdini, tå ferjan fer fullsett um sundið á hægstu summar- tíð. Ella setir hann kikar- an fyri blidna eygað, í strembanini eftir at stuðla undirskriftaherferðini hjá studentunum í Hoydøl- um. Eitt kann eg upplýsa okkara ferðslumálaráð- geva um, at við fleiri full- settum zareptabussum við børnum, flogferðafólki eins og onnur ferðandi stúgvað niðri undir, með- an bildekkið er á tremur, skuldi givið teimum, sum nú knappliga stúra fyri ferðslutrygdini í undir- sjóvartunnlinum, sterri hevuðbrýggj, men sum danir siga: »hensigten helliger midlet«. Í hesum sambandi var tað sera rámandi at síggja eystur- oyingar fara mannsterkar åt i Tinganes, har teir gjørdu vart vid at teir ikki undir nøkrum umstødum kundu ganga vid til at rutan hjå Dugvuni var skerd. Ikki minni åhugavert var tað at hoyra ein bygdaráðsformann greiða frá hvussu stóran lut Eysturoyggin átti í okkara útflutningi, kanska hann gjerdi í so nógv av, tá hann saman við Norðoyggjum segði at teir áttu 80% av útflutn- ingi Feroya Tað er sjálvsagt, at eitt eki við so framúr infra- strukturi eisini mennist í allar aðrar mátar, eisini hvat ídnaðinum viðvíkur. Men tá ein so samstund- is fær at vita frá fleiri virkisleiðarum úr sama eki, væl stuðlaðir av for- manni Idnaðarfelagsins, at Vágoyggin saktans kann klára seg við verandi rutu tey næstu 10—15 árini, so er hetta ein bein- leiðis háðan og niðurgerð- ing av vinnulívinum í Vágum. Hóskandi kundi verið at spurt, hvussu nógv er eft- ir av vinnulívinum í Vág- um við verandi sam- ferðslusteði í framtíðini. Málsetningurin hjá Ják- up Merkere, Andrias á Lava Olsen og formanni Idnadarfelagsins er púra greiður. Ídnaðurin i teirra eki skal hava tær allar bestu umsteður, bæði sjó- vegis og eftri landi, meðan ídnaðurin í Vágum hvat samferðslu viðvíkur, skal sigla sín egna sjógv kom- andi 10—15 árini. Frank Davidsen Tit ringja' tíf. 11820 — vit skriva Er