Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Pappir til allar endar og kantar Tey ellivu fólkini, sum arbeiða á Pappírsvirkinum á Viðareiði hava øll sett pening í nýggja partafelagið, sum keypti Papcon-ognirnar á tvings- ilssølu fyrr í ár Papcon á Viðareiði eitur ikkt longur Papcon, men Pappírsvirkið. Fyrr í ár keyptu 18 vidingar tað um leið 10 ára gamla virkið, ið varð selt á tvingsilssølu nertyri. Maskinurnar vórðu keyptar fyri 1,56 milliónir krónur. Bygningurin verð- ur keyptur frá BRF fyri 1,2 milliónir krónur, men figgingin er ikki avgreidd enn; bygningurin umfatar eisini tann partin, sum fyritøkan Topa hevði. Við øllum stendur virkið í minni enn trimum millión- um krónum; gamla virkið stóð í umleið seks millión- um krónum Nógv útlendskt Síðst í februar fóru mask- inurnar aftur at mala. Á virkinum starvast tveir mans fast, meðan átta konufólk arbeiða hálvan dag, fýra í senn. Umframt fólkini inni á virkinum er eitt skrivstovufólk hálva tíð. Øl arbeiddu har frammanundan, og øll hava tey sett pening i nýggja partafelagið. Stjóri er Sammy Isaksen úr Klaksvík, ið ikki er fast á virkinum, ið framleidis WC-pappir, køksrullir og pappirshandklød, sokallað hentleikapappir. Hetta síðsta er nógv minsti parturin av framleiðsluni, tí útboðið av bíligum, út- lendskum hentleikapapíri er stórt. Fyrst i Føroyum — Hinvegin klára vit væl at kappast í prisi, tá talan er um WC-pappir og køks- rullir, liggja heldur nakad nidanfyri, sigur Sammy Isaksen, ið er í holt við at kanna, hvussu stóran part av marknaðinum, føroyska pappírið hevur. Gomlu eigararnir sendu nakrar bingjur av pappiri til Íslands, men hetta steðgaði av góðum grund- um upp. Nýggju eigararnir ætla sær eisini at útflyta so nógv teir kunnu. Men hetta verður ikki tað fyrsta, vit fara í holt við, sigur pappírsstjórin. I fyrsta umfari fara vit at leggja okkum eftir at gera vøruna so góða sum gjør- ligt, at økja søluna á før- oyska marknaðinum og at halda leveringstíðirnar. Mugu vinna álit Tað er ógvuliga avger- andi at vit hava álit millum handlar og virkir, skulu vit halda og økja søluna í Før- oyum, sigur Sammy Isak- sen, ið hevur fingið betri møguleikar enn gomlu eigararnir fyri stødugari framleiðslu og harvið eis- ini levering: Frammanundan stóð råvøran oftast á goymlsu í Klaksvík, men nú vit hava keypt bygningin hjá Topa er goymsluspurningurin loystur: vit kunnu bæði liggja inni við råvøruni og við liðnari vøru á goymslu, sigur stjórin, ið ikki heldur tað vera nakað minus at virkið er á Viðareiði. Bíða vid iløgum Tað verður ikki í bræði, at Pappírsvirkið fer undir nakra munandi rationalis- ering. Hann kundi ynskt sær eina maskinu, ið skar råvøruna snøggari, men tann iløgan er alt ov stór í verandi stóðu. Nærri veruleikanum er ein maskina, ið pakkar smáu eindirnar niður í stóra posan, sum fara av húsinum, tí hetta er ein fløskuhålsur i framleiðsl- uni. — Her verður pakkað við hond, og tað ber ikki til at pakka undan eins skjótt og pappírið verður gjørt, sigur Sammy Isaksen, ið sigur, at ein slík fløga ikki hevði havt uppsagnir av fólki við sær, tí onkur skuldi kortini havt eftirlit við pakkingini. Pakkingin tarnar — Men við eini slikari maskinu kundu vit fram- leitt meiri upp á stytri tíð, og harvið bíligari, sigur Sammy Isaksen, ið roknar vid at bida vid hesi 500.000 kréna-iløguni, til buskaparvidurskiftini eru vordin meira stødug. Tå virkid hevur spent seg út á føroysak markn- aðinum, ætla viðingar sær at flyta út pappír til onnur lond. At íslendingar longu Sammy Isaksen, stjóri, vid køksrullum. Vinstru- megin pakkarnir, sum Papcon sendi til Íslands. — Tá vit hava upparbeitt føroyska marknaðin fara vit at hugsa um at flyta út, sigur hann. hava keypt vísir, at tað er ikki émøguligt at koma inn á tann marknaðin. Ísland og Skotland — Og tað er heldur ikki óhugsandi, at tað er eins bíligt at senda slíkt pappír úr Føroyum til Norður- Skotlands, heldur enn úr syðra partinum har ella úr Onglandi, sigur Sammy Isaksen, ið leggur dent á, at hetta eisini er ein spurn- ingur um ein kann líta á, at Strandferðslan ella onkur annar framhaldandi fer at sigla tann vegin. Papcon seldi fyri umleið Nr. 67 — 4. apríl 1992 Á virkinum kundu tey hugsað sær eina mask- inu, sum skar råvøruna snøggari, men iløgan er ov stór fimm milliónir krónur. Pappírsvirkið ætlar sær ikki at selja fyri minni í ár; ætlanin er, at sølan um eitt ár ella tvey skal vera komin upp á átta milliónir krónur. Tey átta konufólkini, sum arbeiða inni á virk- inum arbeiða allar hálva tíð.