leygardagur 4. apríl 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 4. apríl 1992
me DIE ———— =
| Er ætlanin at jarðleggja
| fólkaskúlan?
Nú um dagarnar kom so
tímabýtið komandi
skúlaár til allar skúlar í
landinum, og varð tað víst
ein dyggur smeitur fyri
flestu teirra. Ein, ið
arbeiðir innan skúlans
gátt dag og dagliga, verð-
ur ikki sert erkymlaður av
slíkum boðum, og nógvar
hugsanir fara gjøgnum
hevdið.
Tað fyrsta, tú hugsar er,
um landsins hægstu
skúlamyndugleikar ætla
at fáa ein skúla, sum tann,
ið var fyri 20—30 árum
síðani, har tað var hann, ið
var sterkastur, ið kláraði
seg, og tíverri vísti tað seg
í flestu førum, at størra
helvtin datt niður ímill-
um, og fór so út úr skúlan-
um við eini rangmynd av
skúlanum.
Tað er eisini legið, at
okkara myndugleikar
geva fólkaskúlanum so
hvassan knív á strúpan,
heldur áttu teir at roynt at
givið okkara næsta ættar-
liði so góða barlast sum
gjørligt — tí tað eru jú
tey, okkara samfelag skal
byggja á, og útlitini eru
alt annað enn góð.
Tá hetta landsstýrið tók
við, vóru flestu skúlafólk
ivaleyst ógvuliga fegin
um, at landsstýriskvinnan
í skúlamálum kom av
sjálvari Landsskulafyri-
sitingini, men í dag hugsi
eg, at flestu lærarar hava
aðra åskodan. Mangan
býr fals undir fríum
skinni.
Tað, sum undrar meg,
og ivaleyst onnur við, er
hví hesi fólk, sum stýra
ikki fyrst spara har tað er
meguligt at spara. Vit
hava t.d. eina Skúlafyri-
siting, við umleið hálvt-
hundrað starvsfólkum, ið
brúkar millum 11 & 12
mill. kr. í umsiting árliga.
Síðani hava vit ein veld-
ugan kveldskúla, har dag-
skúlalærarar í flestu fer-
um eisini undirvísa um
kveldarnar og fáa eina
„SVÍNSKA< timaløn, eru
ikki meguleikar at spara
nakað her, heldur enn í
fólkaskúlanum, ella sum
ein annan meguleika: latið
teir lærarar, ið gerast ar-
beiðsleysir, havt kveld-
skúlaundirvísingina um
hendi, og brúkt restina av
kveldskúlajáttanini til
fólkaskúlan.
Eg eri væl vitandi um,
at kommunurnar gjalda
sín stóra part av kveld-
skúlanum, men um tað
gerst ein spurningur fyri
kommunurnar um at varå-
veita bygdaskúlarnar á
einum hóskandi steði, so
trúgvi eg ikki, at nekur
kommuna hevði verið
ímóti hesum.
Tí mugu vit øll, sum ar-
beiða innan fólkaskúlan í
hesum álvarstíðum, royna
at vera við at menna skúl-
an, og arbeiða hart ímáti,
at skúlin verður koyrdur
aftur í ta tíðina, tá ein lær-
ari sat inni við 20—30
næmingum í øllum aldri.
Sigrun Toftheyggj
lærari og skúla-
nevndarlimur í Hvalba
Eingin hjálp við javnaðinum
Undir seinasta vali varð
nógv tosað um, at ein
kreppa fór at raka tað før-
oyska samfelagið. Sagt
varð, at um einki muna-
gott bleiv gjert fyri at
beta um búskaparligu
støduna í landinum,
endaði alt í einum stórum
ruðuleika.
Javnaðarflokkurin við
Atla P. Dam á odda rópti
um, at komu teir til valdið
einaferð enn, so skuldi skil
aftur valda í landinum.
Slagorðið var arbeiði til
allar hendur og samfelags-
hjólini skuldu aftur fáast
at mala, ella sum punkt 1.
í valskránni hjá javnaðar-
flokkinum sigur: at seta
samfelagið í gongd aftur
og grøda føroyska búskap-
in.
Øll minnast vit, tá ið
hesin sami Atli P. Dam
bað Feroya fólk um 500
dagar, ja, 500 dagar
skuldi hann brúka at
venda gongdini í ti
føroyska búskapinum. Øll
kenna vit úrslitið.
Vit minnast eisini tað,
sum javnaðarmaðurin
Thomas Arabo undan løg-
tingsvalinum í 1984 segði
um Sundalagið og bygdir-
nar við Sundalagið. Har
kom at verða arbeiði til
allar hendur langt fram í
tíðina. Sjálvur valdi eg
javnaðarflokkin tað valið,
men eg eri vorðin klókari.
Nú kann hetta tykjast
sum eitt einvíst álop á
Atla P. Dam og javnaðar-
flokkin. Partvís er tað eis-
ini so. Eg skal tó ikki geva
javnaðarflokkinum einsa-
møllum skyldina av
kreppuni, sum tann fer-
oyska tjóðin er komin í,
men eitt er heilt vist, teir
eiga sín stóra leiklut. Eg
haldi heldur ikki, at javn-
aðarflokkurin og hansara
tingmenn hava gjert tær
heilt stóru skreytirnar í
Norður-Streymi og allar-
minst í Haldórsvík, har ið
hesin sami flokkur eigur
ein veljaraskara, ið er
trúgvari enn trellini.
Sum limur í Sosialist-
iska Loysingarflokkinum
verði eg ofta spurdur um
hvussu vit skulu klára
okkum, og hverjum vit
skulu liva av, tá okkara
fiskastovnar eru niður-
fiskaðir og nærum allir
grunnar verða friðaðir.
Vit førdu fram undir
seinasta valstríði, at land-
búnaðurin átti framtíðar-
meguleikar. Víst var á at
bert i mjólkarframleiðsl-
uni eru vit sjálvbjargin,
meðan alt hitt so sum epli,
grønmetisvelting og kjøt-
framleidsla liggur å låni.
Vit føroyingar, loysing-
arfólk eins væl og sam-
bandsfólk; eru greiðir yv-
ir, at tað eru ávísar verur,
ið vit eru noyddir at flyta
inn.
Tað verður seg gass,
olja, byggitilfar og eisini
ávísar matverur so sum
mjøl, sukur, kaffi, te og
salt.
Tað er eitt ótal av veru,
ið eru heilt óneyðugar at
innflyta, og sum í dag
verða innfluttar.
Av matverum kunnu
nevnast epli, neytakjet,
grisakjøt, gæs, dunnur,
hønur, egg og øll sløg av
mjólkarúrdráttum, bert
fyri at nevna nekur demi.
Tað er heilt burturvið at
siga, at vit sum ein lítil
tjóð í Norður-Atlantshav-
inum ikki kunnu vera
sjálvbjargin á flest ollum
økjum.
Sjålvandi kunnu vit tad,
um bert vit vilja.
Men eitt er vist, og tad
geva tit mær helst rætt i.
Tad er, at longri hesir
politikarar og hesir sokall-
aðu vinnulívsmenn sita
við ræðið — verri og verri
gerst steðan hjá tí fólki, ið
roynir at lívbjarga sær á
hesum kergu klettum.
Tórshavn 30. mars 92
Ragnar Jacobsen
BEHGRA
Bókhalds- og roknskaparvirki
Á Teigi 8
FR-100 Torshavn
Tlf. 19470 Telefax 19830
Kostnaður
Fráferð Ur kr.
Norrøna Cruise
(snarferðir)
Tórsh-Lerwick-Tórsh 01.06.-15.06 1157,-
mánað. -miku (v. gisting
Tórsh-Bergen-Tórsh 01.06.-15.06 820,-
Tórsh-Seyðisfjørður-Tórsh 06.-19.06 910,-
k friggja
Bussferðir
Til Noregs 01.06.-10.06 4.925,-
Til Paris 05.06.-13.06. —3.995,-
Pakkaferðir
Danmark, íbúð í 7 ág. 5. og 12. juni 5757,
(2 vaksin, 2 børn og bilur) ialt
DANLAND (4 fólk) lágárstíð 2213,-
fyri hvønn
NORDSØ FERIELAND lågårstid 2376,-
7 dagar (4 fólk) fyri hvønn
Hetland
Summarhús í 8 dagar lágárstíð 151 1
(6 fólk) fyri hvønn
Á gistingarhúsi í 8 dagar lágárstíð 3307,-
fyri hvønn
BILPAKKAR ] 4 råx í bú
Noreg
Tórsh-Bergen-Tórsh. lágárstíð 3990,-
lait
Térsh-Bergen- Tórsh. háárstíð 4990,-
Danmark Fráf. 5.,12. ella
Tórsh-Hanstholm-Tórsh 19/6. Heimf 5490,-
13., 20., 27/6 (ialt)
Ísland
Térsh.-Seydisfjørdur-Térsh lágárstíð 4656,-
(falt)
Téorsh.-Seydisfjørdur-Térsh. háárstíð 61 92,-
(ialt)
Føroyar-Danmark-Føroyar , 1930,-
Tyskland
7 dagar á lágárstíð 4398,-
gistingarhúsi í Hamburg háárstíð 4990,-
(fyri hvønn)
SMYRIL LINE
THE NORTH ATLANTIC LINK
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.