týsdagur 7. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbíaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacabeen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hime Jan Hanson -
Jåstimas Eidesgaard
N
Uppseting: PA Sosialurin
Prent: P4 Pressan 1981
Tøleton:
Útgevari; — P/E Svsísturin Bústaður: Argjavegi 28 — Postadresse: Postsmugu 76
118 Tórshaun
1972
Argþum
182 Telefax:
Hógvurin
komin
undan aftur
Í einihvørjari samgongu, har
fólkaflokkurin tekur lut, ber
til at eygleiða eitt ávíst
mynstur. Hetta mynstur sær
nakað soleiðis út: Fyrst er
friður og toluliga góð semja
millum fólkaflokkin og sam-
gongupartnarar hansara, síð-
an byrjar Dagblaðið at skapa
sær og leggja eftir samstarvs-
flokkunum. Hesir ella hesin
verða lagdir undir líkt og ólíkt
og skuffan við ollum málsins
ókvæmisorðum verður drigin
út og stoytt niður yvir tann
ella teir, sum nú einaferð eru í
samgonguni.
HETTA er nú hent við tí Dag-
blaði, ið kom í handlarnar
sunnudagin seinnapart og
kunnu vit leggja afturat, hes-
um hava vit bert gingið og
bíðað eftir. Men hvat merkir
alt hetta? Hvat er øll hendan
óhumskan tekin um? Eiga vit
at taka alt hetta í álvara ella
skulu vit bert lata hetta fara
aftur við borðinum og siga
sum so: Hatta er bara Óli
Breckmann, sum av tilvild er
staddur í Føroyum nakrar
dagar og treingir til at sleppa
av við sínar innistongdu
agressiónir og sítt politiska
gall.
MØGULIGA er hetta bara Oli,
men hetta er ivaleyst eisini
nakað annað og meira.
Skarnbytturnar í Dagblað-
num í gjár eru fyrst og fremst
tekin um, at nervarnir á fólka-
floksmonnum eru við at
ganga fyri. Allir politikarar
eru í hesum døgum undir ein-
um ómetaligum persónligum
og politiskum trýsti. Hesum
trýsti eru fólkafloksmenn við
at hokna undir og eru teir tí
farnir at leita sær eftir einum
hóskandi høvi til at loypa frá.
Hetta hava teir gjørt fyrr og
vit hava bara bíðað eftir, at
teir skulu endurtaka seg
sjálvar. Fólkaflokkurin er
vorðin bebbaræddur fyri tí
politikki, ið nú verður rikin (at
hesin politikkur hevur síni
brek er innlýsandi, men tað
eru ikki tey, sum nerva fólka-
flokkin!)
POLITIKKUR er ikki longur at
stinga slangurnar hjá fólka-
floksins reiðarum niður í
landskassan og skrúva frá.
Politikkur er alt annað í dag,
m.a. at taka nakrar sera 6-
tespiligar og pínufullar av-
gerðir. Hetta krevur rygg.
dirvi og mansmót — alt trota-
vørur í folkaflokkinum. Hógv-
urin er komin undan aftur og
nú bíða vit bert eftir sam-
gonguslitinum.
jd
Nýggju sjúkrasystrarnar
eru hesar:
Lula Augustinussen,
Vági, Hannemiá Brúgv,
Tórshavn, Mai Dahl,
Hovi, Bettina Djurhuus,
Tórshavn, Lív Djurhuus,
Sandi, Annika Jacobsen,
Klaksvík, Poula Jacob-
sen, Leirvík, Sólrun
Jacobsen, Strondum,
Føroyar eru 16 sjúkra-
systrar ríkari. Hetta
hendi fríggjdagin, tá tær
nýggju sjúkrasystrarnar
fingu prógvini handað á
Landssjúkrahúsinum.
Marjun Joensen, Sumba,
Hergerð Debes Johanne-
sen, Gjógv, Anni Liitzen,
Tórshavn, Maria Matras,
Klaksvík, Elsba Nielsen,
Sandavági, Idun Nielsen,
Streymnesi, Krista
Nielsen, Torshavn og
Esther Matras Olsen,
Tvøroyri
re
Fyristóðukvinnan á Landssjúkrahúsinum setir nálina í
hjá Hergerð Debes Johannesen.
Myndir kalmar
Tær 16 glaðu sjúkrasystrarnar uttanfyri Landssjúkrahúsið