mikudagur 8. apríl 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 — 8. apríl 1992
Otolnast
nu eftir
tolkinum
Tey deyvu halda tað ikki ver
ameira enn rímiligt, at tað
almenna setir ein tolk, tí deyv
eru púra avskorin frá samfel-
agnum
Deyvafelag Føroya hevði
aðalfund leygardagin, og
hesin fundurin samtykt
eina yvirlýsing, ið er ein á-
heitan til landsins myndug-
leikar.
Tey deyvu vilja ikki bíða
longur eftir at fáa tolkatæn-
astu, sum tey í fleiri ár hava
arbeitt fyri. Tað skuldi ikki
verið neyðugt at bíða long-
ur, tí tørvurin bara veksur,
siga tey
Tað eru fleiri ár síðan,
fyrst Deyvafelagið og síðan
eisini Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum fór at
streingja á at fáa dey vatolk.
Brøv eru skrivað aftur og
fram, til Almannastovuna,
Landsstýrið og onnur, men
einki er hent. Landsskúla-
fyrisitingin hevur eisini
verið uppí, tí tosað hevur
verið um at fáa tolkaút-
búgving. Men heldur ikki
har er nøkur avgerð tikin
Deyvafelagið vísir á, at
grannalond okkara hava
fleir! almennar deyvatolk-
ar, og nógvir aðrir eru eis-
ini, knýttir t.d. at feløgum.
Hesi kunnu hjálpa teimum
deyvu, tá tey hava tørv á
betri samband við um-
verðina. Her er eingin.
Lærarar duga ikki alt
Alitid hjáteimum deyvu eru
skyldfólk og teir lærarar,
sum hava læri teknmál.
Men teir lærararnir siga
sjålvir, at teir ikki duga til
alla tolking. Teir hava lært
at tolka soleiðis, at
næmingamir skilja fyri at
fáa vitan. Hin tolkingin
krevur meira.
Deyv kunnu fáa vanliga
fólkaskúlaútbúgving, men
víðari sleppa tey fægstu at
útbúgva seg í Føroyum.
Onkur hendinga næmingur
sleppur í hægri útbúgving
her.
Aftrat tí kemur alt tað
dagliga. Tey kundu hugsað
sær at farið til onkran
fyrilestur ella á kvøldskúla.
Men tað ber ikki til. Og so
alt tað praktiska, tå tey
skulu til lækna, greiða frá í
rættinum ella hjá stovnum
0.3.
Tvey ára útbúgving
Í Danmark fæst ein tvey ára
tolkaútbúgving á handils-
háskúlanum. Tað krevst
HF- ella studentsprógv fyri
at koma inn. Ein føroyingur
hevur hesa útbúgving, men
viðkomandi starvast í Dan-
mark, tí her er einki starv.
Á tíðindafundi týsmorg-
unin greiddi Jan Zacharias-
sen, formaður í Deyvafelag
Føroya, frá, hvussu av-
skorin tey deyvu eru frá
restini av samfelagnum.
Tey fáa einki við, hvat
fyriferst, tí tey skilja íkki,, tå
fólk práta saman. Og tey
kunnu ikki fylgja við, hvat
sagt verður í útvarpi og
sjónvarpi.
Onnur deyv greiddu eis
ini frá, hvussu strævið tað er
hjá teimum deyvu í Før-
oyum. Utbúgving kunnu
tey ikki fáa, og lætt eri kki at
fáa arbeiði.
Deyvafelagið hugsar sær,
at deyvatænastan byrjar í tí
Síða 5
smáa við einum tolki, sum
tey deyvu kunnu venda sær
til, tá teimum tørvar hjálp.
Henda tænastan kundi so
verið bygd upp við tíðini,
mæla tey til.
randi
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6. 16, 28 og 41 steðga nærindis. '
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella
031-578999.
Edny Poulsen er lærari
og undirvisir m.a. deyv-
um. Hon hjálpti til á
tíðindafundinum
týsdagin
Jan Zachariassen, for-
maður í Deyvafelagnum,
greiddi frå yvirlýsingini ,
» at tey deyvu nú ikki
vilja bíða longur eftir
tolkatænastuni
altid undir hjálmi
tá ið tit súkla .
| pf. wenzel petersen, tlf. 13873