hósdagur 9. apríl 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SGD SO
Nr. 70 — 9. april 1992
Síða 3
Bileftirlitið hevur kannað bilin, og har var alt í lagi. Lastin kann ikki vera farin niðuraftur av sær sjálvum
Bilurin var í lagi
Tað er framvegis ógreitt, hvør orsøkin var til, at ein maður
mánadagin var fyri arbeiðsvanlukku á Argjum
Mánadagin var ein maður
funnin deyður í nýggju út-
stykkingini á Hamri á Argj-
um, har maðurin arbeiddi
við lastbili. Maðurin varð
kleimdur millum lastina og
bilin.
Bilurin er kannaður á Bil-
eftirlitinum. Har var einki
brek. Lastin kann ikki vera
farin niður av sær sjálvum.
Hetta verður neyvan
nakrantíð uppklárað. Eing-
in så tilburdin, og eingin var
í námind, tá vanlukkan
hendi. Mest sannlíkt er, at
maðurin antin av Óvart er
komin undir knøttin og ikki
hevur varnast, at lastin
spakuliga er farin niður.
Ella at hann hevur onkurs-
vegna er blivin fastur, ella
hevur sligið seg í og fingið
eitt dánilsi.
randi
10 horn telvdu
Sunnudagin skipaði Havn-
ar Telvingarfelag fyri stór-
ari talvkapping fyri børn,
og fekk hendan kapping
sera góða undirtøku.
Tilsamans 70 børn vóru
við, og varð kappast í
trimum bólkum — børn
upp til 10 ára aldur vóru í
einum bólki, børn í 11-12
ára aldri í einum og børn
13-14 ár í einum bólki.
Í bólkinum upp til 10 ár
fingu tríggir telvarar fimm
stig, og vóru teir Levi Ny-
bo, HT, Sigmundur Mikk-
elsen, HT og Hans C. Sim-
onsen, KT.
Besti telvarin í bóltinum
11-12 ár var Jákup Andre-
asen, VT, ið fekk seks
stig. Honum á baki komu
so Allan G. Simonsen, HT
og Gunnar Hansen, HT
við á vikavist hálvumfimta
og fýra stigum.
Flóvin Þór Næs, HT
vann við hálvumsætta stigi
elsta bólkin — 13-14 ár —
Vang, KTF við fimm stig-
um og Carl Eli N. Samuel-
sen, HT við hálvumfimta
stigi.
Fyrireikararnir eru sera
vælnggdir við kappingina
og ta fråliku undirtøku,
hon fekk.
hj.
-ALTID VIÐ Í KAPPINGINI
í
Mynd: Dess Thomsen
Teir bestu telvararnir í kappingini hjá Havnar Telvingarfelag sunnudagin: Frá vinstru:
Finnbjørn Vang, Carl Eli N. Samuelsen, Flóvin Þór Næs, Jåkup Andreasen, Levi Nybo,
og síðani komu Finnbjøm Sigmundur Mikkelsen, Gunnar Hansen, Hans C. Simonsen og Allan G. Simonsen.
Fegin um
at fara fra
- Eg hevdi ikki troystað mær at
verid vid longur, sigur Kristin
Ryan, sum leygardagin segði
seg frå sum forkvinna i Føroya
Heimahjålparafelag
Seinasta árið hevur Kristin
Ryan í Klaksvík verið for-
kvinna í Føroya Heima
hjálparafelag. Men á aðal-
fundinum leygardagin
segði hon seg frá eins og
allar hinar í nevndini.
Hon er ikki beisk inn á
tað, sum hendi, tá and-
stødan tók yvir, og nevndin
kom í minniluta. Tí noydd-
ist hon at boyggja seg fyri.
Men hon heldur nógv
ódámligt vera at siga um
fundin.
Fundarstjórin tulkaði
lógina gørvísi enn nevndin,
og ti bleiv nevndarval.
Nevndin hevði bara sett val
av tveimum eykalimum á
skránna. Men nevndin
segði seg frá, áðrenn fund-
urin kom so langt sum til
nevndarvalid.
Føroya Heimahjålpara-
felag er limur i Føroya Ar-
beidarafelag, 10 sendi tveir
av sínum stjórnarlimum á
fundin. Tað hevur Føroya
Arbeiðarafelag rætt til, men
sambært lógini hjá heima-
hjálparafelagnum hava
nevndarlimimir í FA ikki
talurætt.
- Vit hildu tað vera so
løgid, at teir fleiri ferðir
skuldu taka orðið og verja
Føroya Arbeiðarafelag.
Fleiri konur á fundinum
sluppu ongantíð at siga
nakað, sigur Kristin Ryan.
Riknar á fund
Ovanliga nógvir heima-
hjålparar vóru á fundi, og
Bygdasøgan
fæst nu aftur
Klakksvikar bygd i søgu
eftir Robert Joensen er
uppafturpentað
Í 1942 gav Robert Joen-
sen í Klaksvík út bygda-
sóguna "Klakksvíkar
bygd i søgu”, sum bæði
sigur frå hendingum og
fólkum, frá arbeiði,
skúla, bygdarsøgu,
landssøgu og mongum
ødrum.
Kristin heldur, at dúgliga
hevur verið ríkið, ú á
sjálvum fundinum fingu
heimahjálparar sedil
stungnan i hondina vid
nøvnunum, tær skuldu at-
kvøda fyri ul nevndina, sig-
ur hon.
Osemjan nú í heimahjálp-
arafelagnum byggir á, atein
partur vil hava felagið úr
Føroya Arbeiðarafelag.
Tær vóru í minniluta á
fundinum. Nevndin, sum nú
fór frá, hevði ætlað hetta og
sendi FA uppsegn fyri jól.
Men avgerðin var havnað
av aðalfundinum.
Kristin Ryan sigur, at
nevndin helt tað vera rætt at
fara úr Føroya Arbeiðara-
felag, tí felagið fær so líuð
afturfyri pengarnar, Føroya
Arbeiðarafelag fær frá
teimum. Tær hava roknað
seg fram ul, at Føroya Ar-
beiðarafelag fær yvir
400.000 krónur um árið frá
heimahjålparunum, alt
íroknað. Heimahjålparar-
amir vid síni nøkulunda
tryggu inntøku eru kanska
felagið, sum rindar Føroya
Arbeidarafelag mest, held-
ur Kristin Ryan.
Hon væntar ikki, at
seinasta orðið er sagt í hes-
um måli. Onnur limafeløg i
FA havaeisini ærlanir um at
fara úr. Tær, sum misnøgd-
ar eru við limaskapin, fara
nú at kanna møguleikarnar
fyri at stovna nýtt felag
uttanfyri Føroya Arbeið-
arafelag. randi
Henda áhugaverda
bók hevur í nógv ár verið
útseld. Men nú - fimti år
seinni - hevur rithøv-
undurin, sum sjálvur
gevur út, latið bókina
prentað uppaftur, og hon
verdur i hesum døgum
seld vid dyrnar.