hósdagur 9. apríl 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 9. apríl 1992
—
Síða 13
FOTBOLTSUPPTAKTIN 1992
Talvan må vaskast rein
Leikararnir mugu vera greiðir yvir, at tað verður uppaft-
ur truplari enn í fjor
Tiggju venjingar- og
dystardagar upp í slag við
knallharðari styrkis- og
skjótleikavenjing. Tað
bjóðaði Petur Mohr KÍ-
liðnum um mánaðarskift-
ið. Nú venja teir ikki so
harðliga, soleiðis at leikar-
arnir eru passaliga svang-
ir eftir at koma í dyst, tá
steypakappingin ternar
fyri skírisdag móti LÍF.
— Vit hava verið á vøll-
inum ein 30 kveld. Um-
steðurnar hava verið
syndarligar. Kanska hava
tað verið trý kveld, har vit
ikki hava verið tarnaðir av
vindi og avfalli, sigur
venjarin, sum ferdi klaks-
víkingar til FM heitið
fyrsta árið, hann var har
norðuri.
Verður truplari
Vit hava tosað um nýggja
kappingarárið. Allir eru
greiðir yvir, at tað verður
trupult. Tá vit byrjaðu í
fjør, vóru teir flestu
ókendir, men nú eru teir
meistarar. Okkara áskoð-
arar vænta meira, og mót-
steðuliðini fáa eyka íblást-
ur, tá meistararnir eru
mótsteðulið.
KÍ
Stovnað: 24.08.1904
At tann steðan er trupul
hava vit fleiri dømi um:
ÍF, TB og B71 fóru bein-
leiðis í 2 deild eftir FM
heiti, og HB fekk vánaliga
byrjan i fjør eftir FM
heitið í 1990. M.a. við
steði í omanfyri standandi
ræður um, at leikararnir
sinniliga megna at fóta
sær, um tað ikki gongur
sum man kundi ynskt
fyrstu dystirnar.
KÍ venjarin heldur ikki
talan er um lætta byrjan.
Á heimavelli móti LÍF um
legmanssteypið verður
trupult. Leirvíkingar
spæla altíð yvir evni í
grannauppgerðini, og at 2.
deildarlið kann vinna í
Klaksvík sást í fjør, tá
SÍF slerdi KÍ úr kapping-
ini um legmanssteypið.
SÍF vitjar 2. páskadag í
Klaksvík. Venjarin roknar
ikki vid løttum dysti. Teir
hava alt at vinna, so tað
verður trupult.
Nógv fólk
Uppmetingin til venjing-
ina hevur verið fyrimynd-
arlig. Men leikararnir
noyðast at leggja sær nær,
um teir skulu sleppa á
Buni: Blå troyggja og hvítar brøkur
Høvudsstudul: Statoil
Venjari: Petur Mohr
liðið, sum skal verja odda-
støduna. Higartil hevur
Petur Mohr úttikið 1.
deildarhóp upp á 18 leikar-
ar. Hesir hava allir verið
royndir í venjingardyst-
um. Fyri samanspæling-
ina av liðnum hevur tað
kenst meinbogi, at Merk-
ere breðurnir ikki hava
verið tekir seinastu tvær
vikurnar.
Jógvan Andreas Joen-
sen venur 2. deildarhópin.
Treytirnar hjá honum eru
ikki ókendar hjá 2. lið
venjara: Umframt hans-
ara menn skulu fýra ella
fimm menn úr 1. deildar-
hópinum leika við hvert
vikuskiftið. Petur Mohr
vónar og roknar við, at tað
verður 2. liði at gagni, at
hesir fáa hevi at vísa á so
høgum stødi, sum tað ber
til, at roknast kann við
teimum í 1. deild.
Nakrir í 1. deildarhóp-
inum skulu vera við til at
verja FM heitið fyri ung-
lingar triðja árið upp í
slag. Frá í fjør kenna vit
Allan Joensen, John Han-
sen, Arnhold Joensen og
Aksel Johannesen. Hegni
Kastalag er 1. árs ung
lingur, sum onkrum
venjingardystum hevur
snúsað til
bólt.
Europa Cup ikki
í tonkunum
Klaksvíkingar hava rætt
deildar fót-
at melda til europeisku
kappingina fyri meistarar,
og teir ætla at gera nýtslu
av meguleikanum, men
venjingin hevur ikki bein-
leiðis tikið hædd fyri tí
— Vit hugsa mest um
landskappingina, og eru
vit væl fyrireikaðir í tí
sambandinum, so kemur
tað til góða í heyst.
Vit seta alt inn upp á so
gott úrslit sum gjerligt í
landskappingini. Europa-
kappingina taka vit sum
eitt stórt upplivilsi, tá
tann tíð kemur, sigur Pet-
ur Mohr, sum ikki hevur
lagt til merkis, at tað hev-
ur órógvað leikararnar í
fyrireikingunum til fót-
bóltsárið, at teir hava
savnað pening til Europa
luttekuna.
LESIÐ MEIRA
A SIÐU 15
Hondbóltslandsliðið:
Til Íslan
Í gjár fóru spælararnir á
føroyska landsliðnum í
manshondbólti av land-
inum til Íslands at spæla
tveir venjingardystir móti
íslendska U19-landsliðn-
um.
Hesir báðir dystirnir eru
kærkomnir hjá báðum lið-
unum. Tí føroyska, tí
einki landslið hevur verið
síðstu árini, og hetta tí eru
fyrstu dystirnir, føroyskur
hondbóltur er við í á
fremmandari jørð, síðani
landsliðsarbeiðið fyribils
varð niðurlagt fyri trimum
árum síðani.
Dystirnir eru eisini kær-
“sunnudagin
komnir hjá íslendingum,
ið skulu vera við í einari
kapping móti baltisku
londunum nakað skjótt. Á
íslendska liðnum eru sera
góðir spælarar, og spæla
Frá venjingardystinum
millum
landsliðið og pressu-
liðið, ið ítróttarskrivar-
ar á fóroysku blødun-
um høvdu tikið út. Úr-
slitið varð, at landslið-
& ið vann dystin 28-19.
í Mynd: Hilmar Jan
teir allir vanliga við í ís-
lendsku 1. deild, ið liggur
á einum rættiliga høgum
stødi, samanborið vid før-
oyskan hondbólt.
Sum upphiting til hesa
venjingarferðina var hond-
bóltslandsliðið sunnudagin
í einum venjingardysti
mót einum pressuliðið, ið
varð útukið av ítróttar-
skrivarunum á bløðunum.
Í hesum dysti gekst lands-
liðnum væl — tað vann 28-
19, men tá skal eisini við-
merkjast, at pressuliðið
hevði fleiri avboð og ikki
hevði nógv fólk á bonk-
inum sat skifta út við.
hj.