fríggjadagur 10. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Datt
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskow
Hilmar Jan Hansen -
Jústínus Ekjasgaard
Berufsverbot
og Finnbogi
Arge
HETTA heldur óhugnaliga orðið „Be
rufsverbot« hevur sín uppruna í Tysk
landi. Tað var tann tíð, tá tað var verulig
»heksajakt« eftir fólki í almennum
størvum, tí tey antin vóru limir í sosial-
istiskum flokkum ella høvdu sjónarmið,
sum lógu tætt upp at hesum flokkum.
Tá fólk søktu størv, eitt nú sum lærarar
í fólkaskúlanum, varð fortíð teirra kann-
að sera gjølla við tí fyri eygað at finna
fram til, um umsøkjararnir høvdu sosial-
istiskar »tendensir«. Henda herferðin
varð nevnd »Berufsverbot«.
NÚ kann ein spyrja, hvat hetta hevur
við Føroyar at gera. Hví taka hetta orðið
fram her hjá okkum, tí her verður
hvorki hugt at, hverja politiska áskoð-
an, tú hevur, ella hvgrja samkomu ella
kirkju, tú hoyrir til, tá størv verða sett.
Her er alt so demokratiskt. Vit liva jú í
einum frælsum landi!
ORSØKIn til at vit kortini hava tikið
hetta málið upp er tann herferð ella um
ein vil, »heksajakt«, sum sambands-
tingmaðurin Finnbogi Arge — fyrrver-
andi fólkafloksmaður — og onkur vil
eisini vera við fyrrverandi tjóðveldis-
maður — hevur sett í gongd móti einum
buskaparfrødingi og stjóra á almennum
stovni. Nú skal hann so sanniliga fáa
svar upp á tiltalu. Vit valdu í blaðnum
herfyri ikki at vera ov nærgangandi, tá
umreddi tingmaður legði eftir einum av
okkara journalistum, men nú hann er
farin í hernað móti fólki í almennum
størvum, kann tað vera nóg mikið.
HERFYRI loyvdi Sosialurin sær at fylgja
upp orðaskiftinum um EF og vit spurdu
búskaparfreðingin Sigurd Poulsen um
hansara egnu persónligu hugsan um EF-
limaskap. Og svar hansara var púra
greitt. Hann helt, at vit eiga ikki at leypa
framav, men royna at troyta teir møgu-
leikar, sum eru við at standa uttanfyri
henda felagsskap. Hann helt ikki, at tað
er nakar fyrimunur fyri smálond sum
Føroyar at vera uppi í EF.
HESI úttalilsi hansara, sum stóðu fyri
hansara egnu persónligu rokning. og
hetta var væl og virðiliga undirstrikað í
samreðuni, hevur fingið ein av »odda-
monnum« sambandsfloksins (tó neyv-
an eftir hetta) at koma við sera álvar-
somum skuldsetingum móti mannin-
um, skuldsetingar, sum minna ikki sørt
um fyrr umrødda »Berufsverbot«. Mað-
urin starvast dagliga sum landsbanka-
stjóri. Hetta hevur fingið Finnboga
Arge nærmast at lýsa mannin í bann, tí
at hann við hesum starvi sum sítt dag-
liga livibreyð, skal ikki hava loyvi til at
siga sína persónligu hugsan um eitt
stórmái sum sambandið millum Føroyar
og EF.
HVAT bagir hesum sambandsting
manni! Eitt er tað at hann er nýggjur í
fakinum, eitt annað er tað, at hann
sjálvur hevur havt ilt við at finna seg
sjálvan, hvat bein hann skal standa á,
um hann er tjóðveldismaður, fólka-
floksmaður ella sambandsmaður. Men
hetta at lata seg stilla upp til legtingið
setir åvis krøv, og eitt av hesum krøv-
um er, at tú virðir fólkaræðið, tú virðir
tað frælsa orðið, tú virðir áskoðanir hjá
ødrum osfr. Higartil hevur Óli Breck-
mann verið so gott sum einsamallur
tingmaður at traðka umrøddu demo-
kratisku virðing undir fót. Men nú sær
ikki mætari út, enn at hann hevur fingið
ein fylgisneyta, og hesin er Finnbogi
Arge úr sambandsflokkinum. Kortini á
borðið. So einfalt er tað.
MEN íkki nóg mikið við tí, at tað skal
vera ein deyðssynd hjá manni, sum
hevur alment starv, at siga sína persón-
ligu hugsan um samfelagsviðurskifti.
At hann so harafturat loyvir sær at
svara spurningum frá Sosialinum út frá
sínum arbeiði sum landsbankastjóri fær
bikarid hjá Finnboga Arge at renna yvir.
Nú verður umreddi landsbankastjóri
brádliga skuldsettur fyri at misbrúka
sítt starv, tí nakrar av niðurstøðum
hansara um búskaparligu støðuna i
landinum og hverjar loysnireru, skulu
eitast at samsvara við javnaðarpolitikk.
Við ødrum orðum: eru nakrar av met-
ingum hjá einum almennum stjóra í tráð
við meiningar, sum eisini javnaðar-
Útgevari:
Uppseting: P/t Sosialurin
Prent: Pit Pressen 1981 Yøleton:
PI Sosisturin Bústaður: Argjavegi 28
Postsdrassz:
Telafax:
flokkurin hevur, so skal hann dukkast
Hann skal ofrast. Ja, hann skal brúkast
sum kærkomið høvi hjá einum ting-
manni við manipulatiónshegni til at
jarðleggja ein almennan stovn.
AT sami tingmaður sambandsfloksins
fer í Dimmalættingina við hesum hugs
anum sínum er so eitt. Tað hevur hann
sín fulla rætt til. Hann hevur loyvi at
halda, tað hann vil. Men tá hesin sami
tingmaður fer nidan í løgtingid og brúk-
ar somu hetz og herferð móti sama
manni í sínum (sambandsfloksins) álit-
um um framtíðina hjá landsbankanum,
tá er ovboðið. Tá er skemdargerðin full
komin. Og tað var júst hetta, sum hendi
mikudagin, tá álitini til uppskot lands-
stýrisins um broytingar í landsbanka-
lógini vórðu løgd fyri tingið.
SO óserigsur og so ósakligur fyri ikki at
siga ússaligur er Finnbogi Arge, at hann
tekur sambandsflokkin sum gíssil í hes-
um máli. Sína sera grovu og skendsku
grein í Dimmalættingini ger hann rætt
og slætt til álit sambandsfloksins í ein
um annars álvarsomum máli. Orð fyri
orð. Ikki eiti á ósmædni og dålkan i
ryggin móti sínum egna flokki, sum
annars ikki hevur borið orð fyri at brúka
slíkar metodur, men heldur fara hóvliga
fram — í hvussu er síðani flokkurin fekk
nýggjan formann.
HVØRJA meining hann og flokkurin
annars hava um landsbankan sum so,
er ein onnur sega. Tað vit vilja hava
fram við hesum viðmerkingum, er at
vísa almenninginum og eisini teimum
mongu sidiligu og høvisku og demo-
kratisku fólkunum, sum eru i sam-
bandsflokkinum, at vit her hava ein
tingmann, sum als onga virding hevur
fyri ødrum meiningum og fyri fólki, sum
loyva sær at hava aðrar meiningar. Og
vit vilja seta tær — Finnboga Arge —
spurningin: átti tú ikki at havt bíðað í
eitt valskeið afturat at stillað upp á ting,
ti tå høvdu fólkafloksdyrnar møguliga
verið gloppaðar fyri tær. Ti tú ert sum
skræddaraseymaður til tann vongin av
fólkaflokkinum, sum Óli Breckmann
hoyrir til. Tit báðir høvdu kunnað gingið
hond í hond — í hvussu er tá talan er um
vanvirðingina av fólki í almennum
størvum og fólki, sum loyva sær at
hava meiningar, sum eisini kunnu
venda tann sosialistiska vegin.
HUGSA tær, harra Finnbogi Arge,
hvussu skulu vit hava nakað livandi og
breitt orðaskifti í hesum landi, um øll
fólk við útbúgving og sum sita í einum
ella øðrum alment lentum starvi, ikki
skulu hava loyvi til at siga sína hjartans
ærligu meining.
OG nú tú ert farin í herferð — ikki móti
landsbankanum sum so — men í veru-
leikanum móti fólki í almennum størv-
um, fólki, sum privat kanska ganga inn
fyri javnaðarhugsjónum — hvat tá við at
hyggja kring teg sjálvan. Hvussu mong
sambandsfólk eru ikki á almennum
lønarlistum, hvussu mangar vinnulivs-
menn hava vit í sambandsflokkinum
við undantaki av eitt nú Edmundi Joen-
sen og J. I. Olsen og nøkrum ødrum. Og
fyri at brúka tina persónligu útspilling
av ødrum, hvat við tær sjálvum. Hvat
hevur tú avrikad á vinnulivsøkinum her
á landi! Tú skal so sanniliga vera varin
við at leggja eftir teimum, sum fáa sína
løn frá tí almenna. Hygg um teg sjálvan.
TAÐ skal sigast, at vit á hesum stað
mangan hava funnist at formanni sam-
bandsfloksins eitt nú fyri úttalilsi hans-
ara eftir síðsta val, um at tað var eitt
krav fyri at fara út í Tinganes, at tað
bleiv rikin borgarligur sambandspoli-
tikkur. Vit kunnu eisini vera ósamdir við
honum í EF-spurninginum. Men rætt
skal vera rætt. Vit hava annars stóra
virðing fyri sambandsflok-
hann kennir tær óskrivaður
spælireglur, sum eru galdandi í poli-
tikki, og ein tann fyrsta og mest týð-
andi er at hava virðing fyri ødrum fólk-
um við gðrum meiningum.
formanni
sins, tí
SPELL at slíkir hampamenn sum Ed-
mund Joensen høvdu bind fyri eyguni,
tá hesin trojanski fólkaflokshesturin
smoygdi sær inn um sambandsgáttina
við síðsta val, hesin tingmaður, sum í
letuni er við at Breckmanisera tann
annars sidiliga sambandsflokkin við
sínum ótespiligu og vanvirðisligu
álopum á almennar stjórar, journalistar
o.l.
VIL sami Finnbogi Arge vita meira um
virksemi hjå landsbankanum, um sjén-
armiðini hjá stjóranum um bæði fortid
og framtíð stovnsins, so skal hann — nú
hann so trúliga keypir Sosialin hvønn
dag — keypa blaðið leygardagin. Tá
hava vit eina samrødu við landsbanka-
stjóran. Henda samrøda var gjørd um
somu tíð sum vit prátaðu vit hann um
búskaparligu støduna í landinum og
hevur tí ligið í meira enn góða viku.
Men nú kemur hon. Og so hevur Finn-
bogi Arge aftur nakað at triva í, tá hann
skal skriva greinar á — ikki síðu 3 —
men á síðu 4 í Dimmalættingini fyri síð-
ani seinni aftur at brúka tær sum sítt
mest týðandi keldutilfar í arbeiði sínum
í tinginum.