fríggjadagur 10. apríl 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 10. apríl 1992
Fríggjadagin kl. 18.35:
High School U.S.A.
Michael J. Fox og Nancy McKeon
Am. filmur frá 1983 við Michael J. Fox í
høvudsleiklutinum. Ein leikur um ein
»typiskan« High School og um reglurnar,
har eru galdandi. Næmingarnir eru, sum
vera man, ymiskir, og hetta elvir til
trupulleikar. Hevuðsmótsteðu-
Middleton,
leiðari hjá yvirklassanum, og so Jay Jay
heldur tað sína
imum, sum ikki sleppa
onkrar
menninir eru Beau sum er
Manners vera
skyldu at hjál
upp í part hjá teimum finu
hann fær
ftir sum hann, takkað verið
ipplýsingar frá Maus, megnar at hand-
brotsmenn. Men Kojak hevur
Coluc konstabul heldur at
betri starv
taka tie!
alt ikki er sum tað eigur.
y na r t
una um, at
Leygardagin kl. 14.15:
If it's Tuesday, it
still must be Belgium
Claude Akins og »drotning Elizabeth«
Am. filmur frå 1987 og ein onnur útgáva
av filminum vid næstan sama heiti frå
1969. Ein leikur um nakrar ameriku-
menn, sum fara til Europa at ferðast, og
teir skulu vitja London, Paris og Rom —
og nåa alt i eina viku. Við i ferðini er
Marty, ein ungur maður, sum i veruleik-
anum arbeidir hjå bussfelagnum, men
sum er vid fyri at fåa ein møguleika at
uppsiga bilføraran. Aftan á ferðina skal
Marty giftast við dóttir stjóran. Í Paris
frættir bussførarin Mo, at dóttir hans-
ara, sum leingi hevur verið horvin, situr
fangi hjá einum knívakastara í einum
sirkus. Og hann vendir bussinum móti
Belgia at bjarga dóttrini.
Leygardagin kl. 20.00:
Euro Disney
Opening Galla
— Beinleiðis sending
Leygarkvledið kl. 20.00 fær meginpart-
urin av Europa meguleika at síggja, tá ið
Euro Disney letur upp í París. Knut
Bjørnsen verður frásegumaður.
Sendingin varar í tveir tímar og verður
stórsligin, síggjarin fær meguleika at
síggja hvat Euro Disney hevur at bjóða
vitjandi, bæði stórum og smáum, dagin
eftir. Av artistunum kunnu nevnast:
Cher, Jose Carreras, Gipsy Kings, Gloria
Estafan og The Miami Sound Machine,
The Temptations.
Sendingin byrjar við at vísa ævintýr-
slottið í parkini, Le Chateu de la Belle au
Bois Dormant. Síðani lata øll fimm
»londini« upp á hver sín sermerkta hátt,
og sjálvandi verður góður tónleikur
afturvið, og ikki at gloyma fýrverkið.
Disney All American Marching Band,
við meira enn 800 luttakarum setir eisini
sín dám á kveldið.
Leygardagin kl. 23.00:
Wise Guy
Hevnd
Tå id Vinnie at enda møtir Mel Profit,
skilir hann at nýggi stjóri hansara er ein
maður við fleiri mótsigandi eginleikum.
Ta einu letuna er hann róligur, gávumild-
ur og blíður, og í næstu letu er hann púra
óður í hevdinum. Men Susan, haraftur-
ímóti, er altíð líka, og hon vil fegin vera
væl við Vinnie. Hóast starv sítt tervar
Mel systir sína, m.a. orsakað av narkot-
ika. Tá ið Mel í einum brúdleypi fer illa
við einum, hevnir Paco seg og rænir
Susan.
Pálma sunnudag kl. 15.25:
Konur
Norskur filmur frá 1985. Hvussu hevði
verið vorðið, um gentur knappliga fóru at
skikka sær sum mannfólk? Hvat nú, um
tær fóru á barr í staðin fyri at fara beint
heim úr arbeiði? Og um tær góvust at
keypa mat, ansa bernum, vaska klæði
0.a. og lótu menninar taka ábyrgdina av
øllum tí húsliga?
Pálma sunnudag kl. 19.30:
Black Widow
Theresa Russell og Dennis Hopper |
Am. filmur frå 1986 vid Theresu Russell
og Debru Winger i høvudsleiklutunum.
Filmurin er um ein kvinnuligan detektiv,
sum fæst við fleiri morðsakir. Av tilvild
uppdagar Alexandra Barnes, meðan hon
er í arbeiði, at tveir eldri, ríkir menn, sum
eru knýttir at mafiuni, eru deyðir av
onkrari ókendari sjúku, og at tær ungu,
vekru einkjurnar eru horvnar, so skjótt
sum arvurin varð útgoldin. Hon gransk-
ar málini gjellari og uppdagar, at fleiri
líknandi mál eru, og einkjurnar líkjast
allar
Nicol Willamson og Debra Winter
Mánadagin kl. 18.35:
A Murder of Quality
Enskur filmur frá 1991, bygdur á skald-
segu við sama heiti eftir John le Carré.
Eitt morð órógvar gerandisdagin í einum
skúla og George Smiley kemur og hann
uppdagar, at har er nógv flekjasligt og
eitt nýtt morð verður eisini framt.
John le Carré hevur sjálvur skrivað
leikritið.
Mánadagin kl. 20.30:
In the Heat of
the Night
Christa Millings, sum júst er vorðin
einkja, vendir aftur til Sparta at gera upp
øll skjol eftir ríka mann sin. Bubba og
Christa uppdaga, at kenslurnar, tey eina-
ferð hevdu, vakna aftur. Bubba gevur
henni eitt vakurt gullhjarta, men tann,
sum hevur testamentið um hendur, er
eisini skotin í henni, og hann gevur henni
blómur, men skjótt vendist kærleikin til
hóttanir.
Týsdagin kl. 19.35:
Fool's Parade
James Stewart
Am. filmur frá 1971. Ein seinnapart
verða Mattie Appleyard (James
Stewart), hin ungi Johnny Jones og Billy
Jo Cottrill settir av á toksteðini í býnum
Glory West Virginia. Fangaverðurin
Uncle Doc Council (George Kennedy)
hevur givið teimum síni seinastu boð.
Hesir tríggir ætla at byrja ein handil við
teimum 25000 dollarunum, Appleyard
hevur vunnið í 40 long ár. Komnir upp í
tokið, uppdaga teir, at Doc og ein kor-
ruptur bankamaður ætla at ræna pengar-
nar. Teir mugu sum skjótst sleppa úr
tokinum aftur fyri at verða fyrst í
bankanum í Glory, einasta staðið, har
kekkurin kann innloysast...
-HEVUR FLESTAR OG
BESTAR VINNINGAR !