Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. apríl 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET tø Kv . Nr. 71 — 10. april 1992 betri javnvåg í búskapar- ligu menningina í Føroy- um. At vera landsstýrinum til hjálpar í fíggjarspur- ningum, og at samstarvið millum peningastovnarnar og landsins myndugleikar og privat vinnurekandi verður hitt best møguliga. Landsbankin kann ikki reka bankavirksemi í kapp- ing við hinar peninga- stovnarnar, men hevur skyldu til at skipa so fyri, at kappingarføri og kon- solideringin bert kann gerast betri, mett út frá einum altjóða stødi, sum tikið verður til. Avmarkad2i uppgåvur Hóast stovnurin eitur landsbanki, hevur hann avmark2ðar møguleikar í mun til aðrar landsbankar - ella tjóðbankar. Vanligu uppgávurnar hjá tjóðbankum eru at fram- leiða peningaseðlar, fram- leiða myntir, at vera bankanna banki, og vera bankasamband hjá tí al- menna. NS Sigurd Poulsen, lands- bankastjøri loyvdi sær at siga sina hugsan sum buskaparfrødingur, men hesum vil Sambands- flokkurin ikki finna seg i. Mynd: Kalmar At framleiða peninga- sedlar og myntir kemur ikki upp å tal,- enn i hvussu er. Tad er danski tjóðbankin, sum eisini er banki bankanna. Eisini í Føroyum. Men hann hevur sínar uppgávur at vera banki hjá tí almenna. At umsita landsins peninga- ognir, at umsita landsins útlán og trygd, at hava ábyrgd av øllum almenn- um låntøkum, at samsipa lán til grunnar, kommunur v.m. og at vera ráðgevi landsins í búskaparligum spurningum. tór.- | Landsverkfróðingurin um privatisering: Vit fáa bert eitt nýtt monopol -Býta vit tað sundur millum fleiri, sum Lands- verkfróðingsstovnurin hevur í dag, verður lítil dugur í nókrum teirra. Hugsa vit okkum hin- vegin til, at ein einstakur privatur yvirtekur stovnin, fáa vit bert eitt nytt monopol, og tá er lítið vunnið Í løtuni eru tvey berghol í gerð. Tað í Sumba og Kaldbaksbotni. Henning Jacobsen, landsverkfrødingur heldur lítið um, at býta tær tungu uppgávurnar hjá Landsverkfroð- inginum út til fleiri smærri fyritókur Henning Jacobsen, lands- verkfrødingur heldur lítið skilagott vera í at privat- isera stovnin enn meira enn hann er. Privat feløg hava nærum í øllum fórum gjørt havnir og lendingar. Hinvegin hevur stovnurin tíkið sær av teimum meira tungu uppgávunum við grótbroti, asfaltverki og umsitingini av landsvega- kervinum. Hesi arbeiði krevja sera stórar iløgur, og valla er hugsandi, at nakar er førur fyri at yvirtaka hetta fyri ein rímiligan prís. Verða hesar uppgávur býttar út á fleiri ymiskar privatar fyritøkur, er vandi fyri, at eingin teirra verdur førur fyri at røkja uppgåvuna. Hugsa vit okkum hinvegin til, at ein einstakur privatur yvirtekur meginpartin av virkseminum, fåa vit bert eitt nytt monopol, og tå er lítið vunnið, sigur Henning Jacobssen. Landsverkfrødingurin heldur, at nú so líuð er av arbeiði í samband vid nýgerð, er so lítið at privat- isera. Hinvegin verður altíð nakað av vidlika- haldsarbeiði. Haraftrat er umráðandi, at ein ávísur ekniskur kunnleiki verður í landinum. Sindra vit hendan sundur, koma vit helst aftur í ta stóðu, vit vóru í beint eftir kríggið, tå tekniski kunnleikin var sera avmarkaður, og út- lendingar máttu gera arbeiðini í Føroyum, sigur Henning Jacobsen tór.- Lidugt í november Nú líður so mikið væl við arbeiðinum við bergholinum millum Kaldbaksbotn og Signabø, at landsverk- frødinguri kann siga fyri vist, at koyrandi verður i november. Ikki er tó heilt vist, um | asfaltarbeiði verður heilt liðutgt tá, men so mikið kortini, at eingin trupulleiki verður fyri tey koyrandi. tór.- Slaka millión kostar brandvenjingarstødin við Air at reka, og hesa upphædd halda løgtingsgrannskobar- arnir, at tryggingin skal gjalda Tryggingin eigur at gjalda Brandvenjingarstødin við Áir kostar slaka millión um árið at reka, og hesa upphædd halda løgtings- grannskoðararnir, at tryggingin eigur at rinda. Løgtingsgrannskodararnir hava vidgjørt roknskap- in hjá brandvenjingarstødini og ásanna, at landsstýr- ið, tey seinastu fýra árini, hevur latið stødini 1,9 million í studningi. Síðani 1988 hevur tryggingin latið stødini 1,7 millión. Studningurin er vaksandi ár undan ári, og minni løgtingsgrannskodararnir á fyrr gjørda samtykt, at stovnurin skal hvíla fíggjarliga í sær sjálvum. Hetta vil siga, at tryggingin skal gjalda. SEV-húsið í andglettin einaferð enn Sambandsumboðið í Landssiyrismålanevndini, Flemming Mikkelsen, vil fegin hava at vita nærri um SEV-húsakeypið áðrenn løgungið fer at atkvgðu um gerðabókina hjá landsstýrinum. Nevndin hevur vidgjørt gerdabøkur landsstýrisins frå 1. august 1989 til 26. juli 1991, og fevnir tíðar- skeiðið sostatt um ikki færri enn try, ym:sk lands- stýri, har allir flokkar hava verið umboðaðir Nevndin er samd unm, at gerdabøkurnar eru soleiðis skrivaðar, at tær geva ikki nevndini grundarlag fyri eini veruligari viðgerð og eini nágreiniligari meting av avgerðum landsstýrisins, men mælir løgtinginum til at taka tær til efurtektar. Men hetta heldur ein av neyndarlimunum, Flemming Mikkelsen, kortrini ikki vera nóg mikið. Hann sigur, at tað er komið fram, at SEV á sinni søkti landsstýrið um heimild at taka upp einar 28 milliónir til keyp av eini húsaogn vid Landavegin í Havn, men hesa umsókn finnur hann ikki í gerða- bókini. Hvørki at umsóknin er vidgjørd og tíans- heldur avgreidd. Men hann ásannar, at ognina við Landavegin hevur SEV keypt. Flemming Mikkelsen vil tí hava greitt at vita, áðrenn tingid fer at atkvøda um gerðabókina, um nær og hvar húsakeypið er vidgjørt og avgreitt. Um eingin samtykt er, ivast tingmadurin í um låni- heimildin er í lagi. Hann vil eisini hava at vita um landsstýrið kann avgreiða umsóknir, sum eru stílaðar til landsstýrið, uttan um gerðabókina, og er tað so heldur Flemming Mikkelsen onga orsøk vera fyri at hava eina tílíka gerðabók. tór.- tór.-