Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HON SER de Nr. 72 — 11. april 1992 Føroya Handverksmeistarafelag: "PP Síða 19 - Okkara størsta uppgåva verður at fáa politikararnar at rakna við Vit fara ongantíð at góðtaka at missa ávirkanina á, hvussu handverkaraút- búgvingarnar verða skipaðar, og vit taka tey stig, sum eru neyðug, til tess at forða fyri ti. Roynt verður at taka okkum av fótum við ymsum snildarráðum, men vit eru á varðhaldi, sigur Foroya Handverks- meistarafelag. — Ein av okkara týdn- ingarmiklastu uppgávum í ár verður at fáa politikar- ar okkara at rakna við, fyri at fáa teir at taka ítekilig stig til at lækka kosntadarstødid hjå heimavinnuni, so hon hevur ein meguleika at yvirliva. Hetta segði Vilhelm M. Johannsen, formaður Fer- oya Handverksmeistara- felags, á ársaðalfundi fe- lagsins, sum var í Havn 27. mars. Í ársfrágreiðing síni nam hann við ymsar spurningar, sum felagið hevur arbeitt við í farna ári, men hann leit eisini fram eftir og kom við eini meting um framtíðina. Eingin tykist at fata Fyri at taka tað seinna fyrst, so vísti formaðurin á, hvussu hart búskapar- kreppan hevur rakt hand- verksvinnuna. — Lenarútgjaldingar- nar eru farnar næstan niður í helvt eftir nokrum fáum árum. Og talið á meistarum er minkað yvir 100 hesi seinastu árini — og er áleið tað sama sum fyri 10 árum síðan. — Bert spell, at politik- arar okkara ikki hava fat- að, at talan er um eina um- fatandi kreppu, sum ikki verður loyst í bræði, segði Vilhelm M. Johannesen. — Meðan bæði lands- stýrismaðurin í fíggjar- málum og legmaður eru bjartskygdir og spáa framgongd longu i år, er meistarafelagið meira samt við teimum bú- skaparfreðingum, sum meta, at kreppan fer at standa við í eini 15 ár. — Men samstundis sum bæði politikarar og vinnu- lívsmenn eru fult samdir um, at álvarslig stig mugu takast fyri at ekja um virksemið í landinum, síggja vit ferð eftir ferð, hvussu tað almenna herðir ágangin á somu pri- vatu vinnu, sum skal bjarga samfelagnum Kostnadarstødid må niður Formaðurin i meistarafe- lagnum sigur, at ein høv- udstrupulleiki er, at kostnaðarsteðið alsamt økist. — Endaleysa skatta- skrúvan elvir til sterri lønartryst og harvið hægri kostnaðarsteði, samstundis sum keypiorkan fyri hverja lenarkrónu steðugt mink- ar. Nú hava vit fingið eykaskatt at dragast við. At teir so kalla tað sam- haldsfasta og arbeiðs- loysistrygging, broytir einki. Somuleiðis skal vinnan gjalda í trygdar- grunn, ella til sín egna húsagang. — Og fyri at kvetta seinasta strongin av, verð- ur meirvirðisgjald sett í gildi komandi ár. Tá fer tað sindrið av kappingar- føri, sum eftir er, burtur eftir einum degi. Krámar eftir yrkis- útbúgvingunum Eitt annað stórmál, sum Feroya Handverksmeist- arafelag arbeiðir nógv við í hesum degum, og sum fer at krevja nógv av fe- lagnum nakað framyvir, er spurningurin um yrkis- útbúgvingarnar í Fer- oyum. Í hesum sambandi hev- ur meistarafelagið, saman við Feroya Handverkara- felag, funnist hvassliga at landsstýrinum fyri at royna at útihýsa vinnuni frá allari ávirkan, nú ætl- anin er at gera nýggjar lógir fyri yrkisútbúgving- unum * Landsstýrið ætlaði fyrst at leggja uppskot fyri tingið, sum Lands- skúlafyrisitingin hevði gjørt um v„útbúgving innan tøkni«. Handverk- arafelagið og meistara- felagið kravdu, at upp- skotið varð tikið aftur, og at Læruráðið ger nýtt uppskot. Landsskúlafyrisitingin hevur alla tíðina roynt at krámað handverksút- búgvingarnar undir seg, men felegini vilja einki hava við hana at gera, tí hon er ikki skikkað at hava hesar útbúgvingar- nar undir hond. Tí hava vit kravt, at uppskotið hjá Lands- skúlafyrisitingini verður tikið aftur, og tað letur til at landsstýrið fyribils hevur slept ætlanini, men í staðin roynir landsstýrið at fara igjøgnum bakdyrn- ar, og hevur lagt uppskot fyri tingið um eina >steð- isútbúgving innan tøkni«. Meistarafelagið og handverkarafelagið hava eisini mótmælt hesum uppskotinum, tí vinnan er ikki við, og tá ið ætlanin er at steðisútbúgvingin skal vera partur av handverks- útbúgvingini, er uppskot- ið ikki annað enn snildar- ráð hjá Landsskúlafyrisit- ingini at fáa lógarheimild til at hava allan avgerðar- rættin í yrkisútbúgving- armálum, eisini hand- verkslæruni. Tað fer meistarafelagið ongantíð at góðtaka, segði Vilhelm M. Johannesen, tí so missa vit alla ávirkan á handverksútbúgvingina. Og vit taka tey stig, ið eru neyðug til tess at forða hesum, segði formaðurin. Nevndin í Feroya Hand- verksmeistarafelag skip- aði seg aftan á aðalfundin. Vilhelm M. Johannesen úr Havn er afturvaldur sum formaður, Johan Petersen av Glyvrum er afturvald- ur sum næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru: Jan Andersen úr Klaks- vík, Neinbjørn Nattestad úr Miðvági, Remi Didrik- sen úr Vestmanna, Bjern Djurhuus úr Kollafirði, Svan Roest av Tveroyri og Gudmund Larsen úr Vági. VS bt Skeið í framburðar | gudfroði Skeiðið verður hildið í KFUM og KFUK í Havn 1.—3. mai. Hvi er framburðargud- frødin (herligheitsteo- logi) vandamikil? Hvi hevur framburðargud- freðin eina skeiva upp- fatan av Gudi og menniskjanum? desar og nógvar aðrar spurningar verður roynt at svara á skeið- inum. Á skeiðinum verður roynt at lýsa upprunan og menningina í fram- burðargudfreðini. Av- gerandi spurningar í læruni verða lýstir frá einum gudfreðiligum og sálarrekjandi sjónarmiði. Eisini verð- ur lýst og umrett, hvussu og á hvenn hátt, framburðargud- freðin er eðrvísi enn sonn kristin læra. Hvat er fram- burdargudfrødi? Framburðargudfreði er ein alheims rørsla, sum hevur sin uppruna i USA. Rørslan hevur elvt til spjading millum kristin menniskju, og nógv kjak er ibirt mill- um kristnar kirkjur um rørsluna. Síðan 1983 hevur Uppsala í Sveríki verið hevuðsmiðsteð hjá rersluni í Skandinavia. Har gongur rerslan undir heitinum »Liv- sins Orð< og oddamað- urin er Ulf Ekman. Grundarlagið undir framburðargudfreði er, at kristna trúgv tryggjar framgongd « vælferð á ellum lívsi: ekjum. Stórur dent verður lagdur á, at te sum trúgva, hava eil avgerandi megi í and liga heiminum at rái yvir ellum viðurskif um og umsteðum mannalívinum. Tey, sum boða fram- burdargudfrødina, siga, at tey kunnu hava tamarhald og eftirlit við øllum ónd- um maktum og eisini við Djevlinum sjálv- um. Skeiðið Sjálvt skeiðið fer fram við fyrilestrum og sjón- og ljóðbondum. Skeið- lærari verður Martin B. Christensen frá Dia- logcentrinum í Árhus. Martin er gudfreðing- ur og arbeiðir eisini sum prestur í fólka- kirkjuni knýttur at Dialogcentrinum. Skeiðið er alment, men tað er avmarkað lutteka. Skeiðið kostar 300 kr. og áhugað kunnu boða frá í KFUM, tlf. 11824 ella í KFUK, tf 11928. Seinasta freist at boða frá luttøku er flagg- dagin. Fyrireikarar eru KFUM og KFUK í Havn. Skeiðleiðari verður Uni Næs. Indiánara-tónleikur umborð á Hoganesi Svenski jazz-guitarist- urin Lennart Kullgren fer í kveld at hava eina konsert saman við Kristian Blak, Edvardi Nyholm Jónleif Jensen umborð Debess og á sluppini Heganesi í Runavík. Jazzurin, sum hesir fara at spæla, er bygd- ur á indiánskan og sámiskan fólkatónleik, og tað er hesin World Music-tónleikurin, sum Lennart Kullgren ser- liga er kendur fyri. Tónleikurin, sum fer at verða spældur umborð á Heganesi nú fríggja- kveldið, hevur Kull- gren allan gjørt sjålvur, og hann syngur eisini umframt at spæla guitar. Ein- støk løg hjå Kristian Blak og Edvard N. Debess vera tå eisini å skrånni. Kullgren, sum hevur búð í Feroyum eitt skifti og hevur á universiteti listið kanskan indiánaratón leik; so hesin serstaki tónleikurin hjá svian- um er ikki komin burtur úr ongum. Samstarvið millum svenska guitarleikaran og Kristian Blak er ikki heilt nýtt. Kull- gren hevur í slek 10 ár spælt saman við bólk- inum »Y ggdrasil«, sum hevur ferðast víða um. Hendan ógvuliga for- vitnisliga tónleika-café byrjar klokkan 21 fríggjakveldið 10. apr. Kostnaðurin er 40 kr. við kaffi og kekum. er hálvur sámi Norðurameri —